Daniel Jacob Danielsen

Daniel Jacob Danielsen (í Føroyum vanliga nevndur Dollin ella Dánjal, í enskum tekstum oftast nevndur Danielson, føddur 15. juni 1871 í Keypmannahavn, uppvaksin í Tórshavn, deyður 16. oktober 1916 í Tórshavn) var ein føroyskur trúboðari, prædikumaður og humaniterur undangongumaður. Hann var tann fyrsti føroyingurin, ið starvaðist uttanlands sum trúboðari og var við til at broyta søguna í Fólkaræðiliga Lýðveldinum Kongo. Hann arbeiddi tætt saman við íranum Roger Casement í arbeiðinum við at skjalfesta valdsgerðir, ið vórðu framdar av fyrisitingarfólkum og hermonnum hjá tí belgiska konginum móti teimum innføddu kongolesarunum, og var við til at stovna Congo Reform Association í Stóra Bretlandi í 1904.

Edmund Joensen

Edmund Esbern Johannes Joensen (føddur 19. september 1944) er føroyskur politikari.

Evropa

Evropa verður vanliga roknað sum ein av teimum sjey heimspørtunum á jørðini; men í hesum føri er meir ein spurningur um menniskjaligar/politiskar heldur enn jarðfrøðisligar orsøkir til tess, tí semja er ikki til fulnar um, hvar markið gongur hjá Evropa, sum í meginlandahøpi meir er at rokna sum ein stór hálvoyggj vestantil í Evrasia. Evropa er næstminsta meginlandið í heiminum, tað fyllir umleið 10 390 000 ferkilometrar ella 2 % av flatu jarðar. Einasta meginlandið, sum er minni, er Oseania. Tá talan er um fólkatal, er Evropa triðstørst (Í Ásia og Afrika búgva fleiri fólk). Í Evropa búgva fleiri enn 712 000 000 fólk (t.e. umleið 11 % av fólkunum í heiminum. Norðan fyri Europa er Arktiska Havið, vestanfyri Atlantshavið og sunnanfyri er Miðjarðarhavið og sambært siðbundnari jarðfrøðisligari definitión Kaukasusfjøllini. Eystureftir er tó heldur verri at seta markið, men søguliga verða Uralfjøllini og Kaspiska havið roknað sum markið millum Ásia og Evropa.

Falkur

Falkar (frøðiheiti - Falco) eru grammastu rovfuglar. Nógv eru sløgini, t.d. veiðifalkur, smiril og tornfalkur, og flestu liva einans av fugli, sum teir taka í flognum. Teir flúgva óføra skjótt, hartil eru teir knappir í vendini. Nevkrókurin er stórur, og aftan fyri hann hava teir hvørjumegin ein brodd sum eina sagtonn til at skræða sundur við. Falkur livir í einbýli og tolir ikki aðrar falkar nær hjá sær.

Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo

Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo (franskt: République démocratique du Congo), eisini nevndir Kongo-Kinshasa ella Sair, er eitt stórt land í Miðafrika. Landið hevur mark ímóti níggju londum: Miðafrikalýðveldið, Sudan, Uganda, Ruanda, Burundi, Tansania, Sambia, Angola og Kongo. Høvuðsstaður er Kinshasa. Landið hevur umleið 62 mió. íbúgvar og høvuðsmálið er franskt.

Fólkatingsvalið 2019

Fólkatingsvalið 2019 var hildið mikudagin 5. juni 2019,

Føroyar

Føroyar (danskt: Færøerne; 62° norðurbreidd, 7° vesturlongd) eru oyggjaland í Norðuratlantshavi. Føroyar eru partur av Norðurlondum, staddar í Norðurevropa og eru limur í Ríkisfelagsskapinum. Føroya íbúgvar verða nevndir føroyingar, og tungumál føroyinga er føroyskt. Føroyska flaggið verður nevnt Merkið og føroyska skjaldarmerkið ímyndar ein veðr á bláum skjøldri. Oyggjarnar hava egið løgting og egið flagg. Føroyar eru ikki limur í­­ ES, hóast Danmark er.

Gibraltar

Gibraltar er bretskt hjáland á suðurendanum í Spania. Høvuðsstaður er Gibraltar (býur), londinum hevur umleið 29 400 íbúgvar og høvuðsmálið er enskt. Gibraltar er ein kálkklettur, sum bretar hava gjørt til skansa at verja innsiglingina til Miðjarðarhavið við í ófriðartíðum. Gibraltar hevur verið bretskt síðani 1713, men spaniumenn vilja hava økið aftur. At spanska kongshúsið eisini er misnøgt sást, tá Elisabeth drotning hátíðarhelt síni 60 ára trúnuni í 2012, tí tá var tað spanska kongshúsið tað einasta, sum ikki hevði sent umboð til London . Umleið 29 000 fólk búgva í Gibraltar, og á fólkaatkvøðu í 1967 og aftur í 2002 søgdu tey flestu, at tey vilja halda fram undir bretskum stýri. Í mong ár var markið stongt, men í 1985 varð tað latið uppaftur.

Havørn

Havørn (frøðiheiti - Haliaeetus albicilla) hevur nakað minni kropp enn svanur, men nógv longri flog, hálvan triðja metur. Hon er mest brún — tær gomlu hava hvítt vel; føturnir eru sólgulir. Hon eigur í fjallalondum, Noregi og Svøríki, ikki sørt á Íslandi — altíð nær við sjógv ella vøtn ella stórar áir. Sum allur rovfuglur heldur hon seg mest einsamøll ella saman í pørum. Føðin er mest fiskur og fuglur. Høgt í lofti sveimar hon spakuliga um og skimast; sær hon tá fisk uppi undir vatnskorpuni, stoytir hon sær niður og tekur hann í klørnar. Tey fuglasløg, sum fara á flog, letur hon vera í frið; men teir, ið kava, eygleiðir hon, til teir koma upp; eru teir knappir undir aftur, kunna teir sleppa einar tvær ferðir; men eina ferð mugu teir steðga til at anda, og tá hevur hon klørnar í teimum, og flýgur so burt at eta teir. Á landi drepur hon ikki nógv annað enn harur og rýpur. Deyðseyða og onnur ræ á sjógv ella landi dámar henni væl. Har sum hon eigur, hevur tað hent seg, at hon hevur tikið lítil børn, so søgnin um ørnina í Tindhólmi er væl trúlig.

Javnaðarflokkurin

Javnaðarflokkurin varð stovnaður 25. september 1925. Flokkurin er ein sosialdemokratiskur flokkur á Løgtingi.

Jersey

Jersey er sjálvstýrandi oyggj, men undir bretskum kongadømi. Høvuðstaðurin er Saint Helier. Jersey er tann sunnasta av Bretsku Kanaloyggjunum og er hon heilar 160 km frá Bretska fastlandinum, men einans 22 km frá fronsku strondini. Uml. 99.500 fólk búgva á Jersey og oyggin er 116 km2 til støddar tvs. Á leið sama stødd sum Sandoyggin, sum er góðar 110m2.

Oyggjaleikir 2019

XVIII (18.) Oyggjaleikirnir vórðu hildnir í Gibraltar í juli 2019. Hetta var onnur ferð, at Gibraltar var vertur fyri Oyggjaleikunum.

Sambandsflokkurin

Sambandsflokkurin varð sum tann fyrsti flokkurin í Føroyum stovnaður í 1906. Ikki ber til við vissu at dagfesta, nær flokkurin varð stovnaður, men tann 18. august 1906 boða 13 av 22 tinglimum frá í Dimmalætting, at teir hava skipað seg í ein politiskan flokk á tingi, ið nevnir seg ”sambandsmenn”. Flokkurin er ein liberalur flokkur, sum virkar fyri eini støðugari og frísinnaðari menning av Føroya fólki, búskaparlig, mentunarliga og stjórnarliga. Flokkurin gongur inn fyri, í ríkisfelagsskapi við Danmark, at reka ein framburðssinnaðan politikk á øllum økjum.

Sjúrður Skaale

Sjúrður Skaale (f. 8. mars 1967 í Havn), útbúgvin bachelor (BA) í Stjórnmálafrøði, skemtari, sangari og politikari. Harumframt hevur hann verið tíðindamaður. Sjúrður er sonur Jóannes og Óluvá Skaale. Hann er giftur við Súsonnu O. Skaale.

Stari

Starin (frøðiheiti - Sturnus vulgaris (faroensis)) er ein dimmur smáfuglur við spískum nevi. Stari er ein tann fuglur, sum mest er fyri eygum okkara, og tó eru nógv, sum als ikki vita, hvussu vakur hann er, "grásprøklutur" siga tey. Men hevur tú hann nær hjá tær, so sært tú, at hann skyggir vakurtgrønur og korkareyður, tætt settur við gulbrúnum og hvítum prikkum, ein prikkur á hvørjari fjøður. Tær stóru fjaðrarnar á veingjum og veli hava ongan prikk, men so hava tær hvítan jaðara við svartari striku innanfyri. Nevið er svart um veturin, í februar fer tað at blikna, í mars er tað vorðið hvítt.

Steinstólpa

Steinstólpa (frøðiheiti Oenanthe oenanthe) kemur á summarmála, søgdu tey gomlu; men ikki er tað á hvørjum ári, hon vinnur fram í rættari tíð. Ei undur í. Um veturin er hon suðuri í heita Afrika, og vegurin haðani er bæði langur og torførur. Fyrsta strekkið gongur lætt, men brátt møtir Miðjarðarhavið. Tó at hon als ikki. sær yvir um tað, kennir hon á sær, hvar ið smalast er, og heldur so á har. Síðani gongur leiðin norður gjøgnum Spania ella Italia, men har er fólkið so illa vant, at tey skjóta smáfuglar, so hon má vara seg væl. Hevur hon bjargað sær norður móti markinum, so møtir annar vandin — hon má upp um fjøllini, og tey eru mangar ferðir hægri og breiðari enn størstu fjøll í Føroyum. Haruppi liggur altíð kavi; ofta slær hann í rok, og tá er ikki tespiligt hjá lítlum fugli — summar stirðna í hel. Er hon vunnin niður hinumegin, so hevur hon makliga ferð eina tíð — slætt land og hampiligt fólk, sum letur smáfugl hava frið. Men so kemur seinasta ódnartakið — hitt breiða havið við sínum misjavna veðurlag. Fáa tær høgættarstorm, so reka mangar burtur av leið og lata lív. Men tær nógvu koma fram — móðar og útstrevaðar, so fyrstu dagarnar er lítið um tær. Tá ið tær eru hvíldar, láta tær so lystiliga, hjartansglaðar um at vera komnar aftur til heimland sítt, tær grýtutu Føroyar.

Títlingur

Títlingur ella summargrátítlingur (frøðiheiti - Anthus pratensis) er í Norðurafrika og Suðurevropa um veturin. Higar kemur hann summi várini longu í mars, summi í apríl; og í mai koma stundum heilir flokkar í bøin. Skjótt fara teir so út í hagan at leita sær eftir bústað. Tvørtur ímóti fjørugrátítlinginum dámar hesum best á linum haga, har sum bleytar fløtur ella mýrar eru um vegir. Reiðrið leggja teir helst undir ein bakka, so tað ikki sæst og ikki rignir niður í tað. Har verpur hann 5-7 egg, brún við dimmum prikkum; bæði egg og ungar eru nógv smærri enn hjá fjørugrátítlinginum. Bøgan vermir; fer hon av, so vermir steggin, til hon er aftur. Annars syngur hann dúgliga uppiyvir, til ungarnir eru útkomnir. Eftir tað hoyrist hann minni, strevast við at veiða ungunum mat. Songur hansara er so líkur tí hjá fjørugrátítlinginum, at einans køn oyrur kenna teir at. Ungarnir elta tey gomlu, eftir at teir eru floygdir, og fáa mat frá teimum. Tíðliga á heysti rýma teir. Landanna millum flúgva teir ofta nógvir saman.

Veiðifalkur

Veiðifalkurin (frøðiheiti: Falco rusticolus) er eina størstur av falkum. Hann eigur einans norðuri í kuldalondum. Liturin er ymissur, broyttur eftir landinum. Í Grønlandi er hann hvítur við nøkrum dimmum smáblettum á bakinum. Í Íslandi er hann hvítur um høvd og bringu, annars ljóst grásprøklutur. Í Noregi og aðrastaðni er hann høvuðsvartur og dimt sprøklutur. Hann eigur í homrum høgt til fjalls. Ofta sæst hann sita har og stara eftir fongi - eyguni hevur hann avbæra góð - so strýkur hann avstað eftir einum fugli, slær hann niður við vongknúgvanum, ella skræðir hann við nevi og klóm. Í fuglabjørgunum ger hann ræðuligt herverk. Morgun og kvøld er hann á ferð, tekur ein lomviga ella lunda, tægar hann sundur og etur so tað besta burtur úr honum. Um veturin heldur hann seg helst fram við sjónum, tí har er mest at veiða. Í gomlum døgum høvdu kongar og ríkir høvdingar tamar falkar, sum vóru vandir til at taka flúgvandi fugl og bera teimum. Nú er tað avlagt í Evropa, men summstaðni í Asia veiða menn enn við falkum. Áður kom veiðifalkur ofta til Føroyar, nú sæst hann sera sjáldan, orsakin er tann, at hann er fækkaður nógv í Íslandi.

Les á øðrum máli