Vesturevropa

Vesturevropa er vestasti partur av Evropa. Londini í Vesturevropa eru Bretsku Oyggjarnar, Frakland, Týskland, Belgia, Luksemburg, Niðurlond, Eysturríki, Sveis, Liktinstein og Monako. Hesi lond eru átøk hvørjum øðrum í landslagi, veðurlagi og livilíkindum. Ígjøgnum londini renna stórar og makar áir, har skip sigla í hópatali, og ímillum áirnar og út um landið er hópur av siglirennum. Meginparturin av Vesturevropa er láglendi. Suðuri í Fraklandi og Týsklandi er tó nakað av fjøllum og háslættum, men tey eru sjáldan hægri enn 1500 m. Láglendið er mest sum alt velt við tíðarhóskandi amboðum. Tann óvelti parturin av lágfjøllunum og láglendinum er vaksin við lyngi, grasi og skógi. Men fram um alt eru hesi lond av heimsins mætastu ídnaðarlondum, tí í jørðini er fullt av jarni, koli og alskyns metalum og ikki sørt av olju, vatn trýtur ikki at framleiða elmegi við, fólkið dugir eisini væl at handfara maskinur og er vant til allan ídnað.

Western Europe map
Kort av Vesturevropa.
Bulgaria

Bulgaria er eitt lýðveldi í Evropa. Í norðri hevur Bulgaria mark við Rumenia, í suðri við Turkaland og Grikkaland, og í vestri við Lýðveldið Makedónia og Serbia. Landaøki, ið nú er Bulgaria, hevur mestsum alla tíð sína staðið í skugganum av sterku grannum sínum. Bæði grikkar, rómverjar og turkar hava rátt her, og frá 1944 til 1989 var Bulgaria partur í kommunistiska Eysturevropa.

Evropa

Evropa verður vanliga roknað sum ein av teimum sjey heimspørtunum á jørðini; men í hesum føri er meir ein spurningur um menniskjaligar/politiskar heldur enn jarðfrøðisligar orsøkir til tess, tí semja er ikki til fulnar um, hvar markið gongur hjá Evropa, sum í meginlandahøpi meir er at rokna sum ein stór hálvoyggj vestantil í Evrasia. Evropa er næstminsta meginlandið í heiminum, tað fyllir umleið 10 390 000 ferkilometrar ella 2 % av flatu jarðar. Einasta meginlandið, sum er minni, er Oseania. Tá talan er um fólkatal, er Evropa triðstørst (Í Ásia og Afrika búgva fleiri fólk). Í Evropa búgva fleiri enn 712 000 000 fólk (t.e. umleið 11 % av fólkunum í heiminum. Norðan fyri Europa er Arktiska Havið, vestanfyri Atlantshavið og sunnanfyri er Miðjarðarhavið og sambært siðbundnari jarðfrøðisligari definitión Kaukasusfjøllini. Eystureftir er tó heldur verri at seta markið, men søguliga verða Uralfjøllini og Kaspiska havið roknað sum markið millum Ásia og Evropa.

Búskaparliga kunnu vit enn býta Evropa í tvey. Vesturevropa við nógvum ógvuliga ríkum londum, t.d. Týsklandi, Sveis og Fraklandi. Í Eysturevropa harafturímóti, ið var kommunistiskt til fyrst í 1990-árunum, eru londini nógv fátækari, t.d. Pólland, Ungarn og Rumenia. Tey stríðast við at menna búskapin, so at tey kunnu gerast kappingarfør á heimsmarknaðinum. Vælferðin og lutfalsliga støðugu politisku viðurskiftini í Evropa hava drigið mangar tilflytarar til heimspartin, flestu teirra úr gomlu hjálondunum. Hetta hevur havt við sær, at í mestsum øllum londum, helst í Vesturevropa, búgva nú stórir tjóðarminnilutar. Í Fraklandi t.d. hava norðurafrikanarar úr Algeria og øðrum gomlum hjálondum búsett seg í stórbýum, t.d. Marseilles og París. Í 1957 gingu fimm lond saman og stovnaðu Europeiska Búskaparliga Felagsmarknaðin (EEC). Tey hildu, at neyvt búskparligt samstarv fór at avmarkað vandan fyri kríggi ímillum limalondini og at skapa vælferð í Evropa. Seinni komu fleiri onnur lond uppí, og nú eitur felagsskapurin Evropasamveldið (ES). 15 lond eru limir, og umframt búskaparliga samstarvið verður nú virkað fyri at gera ES til politiskt samveldi.

Evropa er sundurbýttur heimspartur, og yvir 40 sjálvstøðug ríki eru í Evropa; men í fleiri londum eru loysingarrørslur, sum stríðast fyri at vinna sær størri sjálvræði ella fult frælsi frá tí landi, tær eru partur í. Eitt dømi um hetta eru baskar í Baskalandi í Útnyrðingsspania. Seinastu árini hava vit sæð, hvørja megi tjóðskaparkensla hevur; tí bæði í gamla Sovjetsamveldinum og Jugoslavia hava fólk vunnið sær frælsi og stovnað óheft ríki. Onkustaðni spældi hetta friðarliga av, onkustaðni endaði tað við stórkríggi.

Eysturevropa

Eysturevropa er ikki so fjølbygt sum Vesturevropa, men eisini her er fólkatættleikin væl oman fyri heimsmiðalfólkatalið. Í Eysturevropa eru ríkini Bulgaria, Pólland, Rumenia, Moldova, Ukreina, Kekkia, Slovakia, Ungarn, Hvítarussland og ein partur av Russlandi, sum tó er eitt nógv størri ríki og røkkur langt inn í Ásia. 

Búskaparliga kunnu vit enn býta Evropa í tvey: Vesturevropa við nógvum ógvuliga ríkum londum, til dømis Fraklandi, Stóra Bretlandi og Týsklandi. Í Eysturevropa harafturímóti, ið var kommunistiskt til fyrst í 1990-árunum, eru londini nógv fátækari, til dømis Rumenia, Bulgaria og Ukreina. Tey stríðast við at menna búskapin, so at tey kunnu gerast kappingarfør á heimsmarknaðinum. Í 1989 syndraðust kommunistisku skipanirnar í Eysturevropa, og í 1991 gjørdi miseydnað kvettroynd, at kommunisman í Sovjetsamveldinum fekk mønustingin.

Áðrenn Sovjsetsamveldið fall vóru tey lond roknaði uppí Eysturevropa, sum hoyrdu til Warszawasamgonguna, men síðan kommunisman fall, verða lond sum Russland, Hvítarussland, Ukraina og Moldova eisini roknað sum Eysturevropa.

Eysturevropa hevur mark móti eystri við Uralfjøllunum og móti suðri við Kaukasusfjøllunum (Georgia og Armenia).

Frakland

Frakland ella Frankaríki er størsta land í Vesturevropa. Í norðri hevur Frakland mark við Belgia, Luksemburg, í eystri við Týskland, Sveis og Italia, og í suðri við Spania og Andorra. Paris er høvuðstaður Fraklands og aðrir stórir býir er Marseille, Lyon, Nice og Toulouse. Tað var í mai í 2012, at François Hollande tók við sum franskur forseti.

Føroyar

Føroyar (danskt: Færøerne; 62° norðurbreidd, 7° vesturlongd) eru oyggjaland í Norðuratlantshavi. Føroyar eru partur av Norðurlondum, staddar í Norðurevropa og eru limur í Ríkisfelagsskapinum. Føroya íbúgvar verða nevndir føroyingar, og tungumál føroyinga er føroyskt. Føroyska flaggið verður nevnt Merkið og føroyska skjaldarmerkið ímyndar ein veðr á bláum skjøldri. Oyggjarnar hava egið løgting og egið flagg. Føroyar eru ikki limur í­­ ES, hóast Danmark er.

Føroyar liggja í Norðuratlantshavi, 280 km norðan fyri Hetland, 430 km frá Íslandi og 575 km vestan fyri Noreg. Landið er fjallaland, 18 størri og smærri oyggjar, umleið 1400 km2 til samans. Norður og suður er landið 113 km, og eystur og vestur eru 75 km. Veðurlagið er óstøðugt.

Hin 1. juli 2011 búðu 49.267 fólk í Føroyum . Umleið 19.300 búgva í høvuðsstaðarkommununi, Tórshavn, og uml. 4.700 fólk búgva í næststørsta býnum í Føroyum, sum er Klaksvík. Miðallívsævin í landinum er 80,11 ár . Fiskivinnan er tann týdningarmesta inntøkukeldan í Føroyum, og hon fevnir um 95 % av øllum útflutningi úr Føroyum .

Keltisk mál

Keltisk mál, felagsheiti fyri bæði livandi og útdeyð mál, ið einaferð rukku frá Miðeystri til Vesturevropa.

Keltisku málini ið framvegis verða tosað í teim "keltisku tjóðunum" í dag, eru: Tey Goidelisku tvs. Skotskt gæliskt, Írskt og Manskt; og tey Brythonisku tvs. Walisiskt, Corniskt og Bretonskt.

Søguliga var Proto-Keltiskt helst býtt uppí í 4 undir-ættir:

Gauliskt og Lepontiskt, Noriskt og Galatiskt. Hesi mál vórðu einaferð tosaði í økinum frá Fraklandi til Turkalands og frá Belgia til norður Italia.Keltiberiskt, í forðum tosað á Iberisku hálvoynni, serliga í núverandi Portugal, Galicia, Asturias, Cantabria, Aragón og León.Goideliskt, tvs. Írskt, Skotskt gæliskt, og Manskt. Teir fyrstu íbúgvarnir í Føroyum vóru sambært Dicuil írskir munkar, og talaðu hesir tí óiva goideliskt.Brythoniskt (eisini kallað Brittoniskt, Bretskt), tvs. Walisiskt, Bretonskt, Corniskt, Cumbriskt, tað hypotetiska Iverniskt, og møguliga eisini Piktiskt.

Kosovo

Kosovo (Albanskt; Kosovë/Kosova, Serbiskt; Косово и Метохија/Kosovo i Metohija) ella Lýðveldið Kosovo er í miðjuni av Balkanhálvoynni í Suðurevropa. Kosovo hevur mark til Makedónia, Albania, Montenegro og Serbia. 17. februar 2008 lýsti Kosovo seg sjálvstøðugt frá Serbia. Í vikuni eftir 17. februar viðurkendu fleiri lond Kosovo sum sjálvstøðugt land, fyrst USA og síðani Norðurlond og fleiri lond í vesturevropa. Russland og Serbia, sum Kosovo fyrr hevur verið partur av, viðurkenna ikki Kosovo sum sjálvstøðugt land, men meta landið sum ein sjálvstýrandi landslut í Serbia. Kosovo var syðsti landsluturin í Juguslavia. Størsti býurin og høvuðsstaður er Priština. 90% av fólkinum albanar. Almennu málini eru tvey í tali, albanskt og serbiskt. Í vikuni eftir 17. februar viðurkenna fleiri lond Kosovo sum sjálvstøðugt land, fyrst USA og síðani Norðurlond og fleiri lond í vesturevropa. Eisini Føroya Landsstýri sendir Kosovo eina fagnaðarheilsan. Russland og Serbia, sum Kosovo fyrr hevur verið partur av, mótmæla hinvegin.

Størsti býurin og høvuðsstaður er Priština. Almennu málini eru tvey í tali, albanskt og serbiskt. Kosovo hevur umleið 1,7 mió íbúgvar.

Kristindómur

Kristindómurin varð til fyri 2.000 árum síðan. Stovnari var Jesus Kristus, ið varð føddur í Betlehem í Ísrael. Jesus var føddur jødi, men fór at leggja út jødisku skriftirnar øðrvísi enn teir skriftlærdu. Eftir at hann var deyður, varð læra hansara skrivað niður, og er tann parturin av Bíbliuni, sum verður róptur Nýggja Testamentið. Tey kristnu trúgva á ein Gud, og at Jesus er sonur Guds. At hann reis upp frá deyðum, og at tey, sum trúgva á hann, skulu eiga ævigt lív. Tekn kristindómins er krossurin, sum Jesus doyði á.

Maine

Maine (enskt: State of Maine) er stakríki í landnyrðingsparti av Sambandsríkinum Amerika. Maine er størsta stakríkið í Nýonglandi.

Maine hevur umleið 1,3 mió. íbúgvar. Høvuðsstaðurin er Augusta og størsti býurin er Portland.

Í norðri, eystri og vestri hevur Maine mark við Kanada (landslutur Quebec og New Brunswick). Eisini í vestri hevur Maine mark við New Hampshire. Í eystri liggur Atlantshavið. Eyknevni er Furutræstaturin (enskt: The Pine Tree State).

Í 1620 komu pílagrímarnir til Maine. Átrúnaðarlig viðurskifti høvdu noytt teir at rýma úr Onglandi.

Mont Blanc

Mont Blanc ella Monte Bianco (føroyskt: Hvítt fjall) er hægsta fjall í Alpunum og Vesturevropa. Tað rísur 4.810,45 metrar og er tað 11 hægsta fjallið í verðini. Jacques Balmat og Michel Paccard úr Fraklandi vóru fyrstir upp á Mont Blanc. Tað var 8. august 1786.

Mosambik

Lýðveldið Mosambik (alment República de Moçambique) er eitt land í Eysturafrika. Tá ið Mosambik gjørdist frælst ríki í 1975, flýddu gomlu valdhavarnir, portugisar, av landinum, men áðrenn høvdu teir oyðilagt nógvar verksmiðjur og flutningskervið. Drúgv borgarakríggj, turkur og vatnflóð hava síðan verið atvold til, at landið er vorðið av fátækastu londum í heiminum. Minur frá krígnum sløðast um alt landið, og fáar brýr standa uppi. Men Mosambik skuldi havt góðar møguleikar at komið fyri seg aftur. Tilfeingið er nógv, jørðin er fruktagóð, og stórar lindir av ymsum steinsløgum eru mest sum órørdar.

Í 1975 brast borgarakrígg á ímillum kommunistisku Frelimo-stjórnina og mótstøðurørsluna Renamo, sum Suðurafrika stuðlaði. Kríggið tók 900 000 mannalív og elvdi til stóra hungursneyð. Eftir tað at Renamo misti stuðul sín uttanlands, og Frelimostjórnin gjørdi av at seta í verk fólkaræðiliga fleirflokkaskipan, samdust partarnir um at binda frið og skrivaðu báðir undir friðaravtalu í 1992. Tá ið loyst var, løgdu myndugleikarnir í Mosambik alt heilsuverkið undir ríkið og skipaðu fyri, at øll sjúkrarøkt og læknatænasta vóru ókeypis. Í drúgva borgarakrígnum vórðu flestu sjúkrahúsini og læknamiðstøðirnar á bygd oyðiløgd, og mong doyggja enn av sjúkum sum t.d. tuberklum, malariu og lungnabruna. Fleiri milliónir fólk flýddu av landinum, ella inn til býirnar. Har var tryggari. Næstan alt fólkið livir nú í størstu armóð, og helvtin av fólkinum livir av teirri matvøruhjálp, sum umheimurin sendir landinum. Hvørt ár fær Mosambik nógva neyðhjálp; mestu hjálpina senda USA og lond í Vesturevropa.

Meiri enn 85 % av fólkinum í Mosambik arbeiða í landbúnaðinum. Bøndurnir dyrka m.a. sukur, bummull, te, cashewnøtir og aldinfruktir á fruktagóða lendinum fram við strondini; inni í landinum dyrka teir tubbak og halda neyt. Nógvur fiskur er á landgrunninum, og rækjur, hummari og ymiskur fiskur verða flutt út og eru kærkomin inntøka hjá illa komna búskapinum. Havnabýurin Beira við Indiahav er næststørsti býur í Mosambik og týdningarmesti havnabýur. Meginparturin av út- og innflutninginum úr grannalandinum Simbabvi fer um Beira, haðan jarnbreyt, vegur og oljuleiðingar liggja til simbabviska høvuðsstaðin Harare. Í borgarakrígnum vardu upp í 10 000 simbabviskir hermenn hesa leið, ið er sjálv lívæðrin í Simbabvi.

Chopifólkið, ið býr við strondina, ger eitt ljóðføri, nevnt mbila (flt. timbila). Timbilabólkarnir spæla undir, tá ið torgreiddi dansurin migodo verður dansaður, og yrkingar við tilburðum úr bygdalívinum verða bornar fram. Timbilatónleikurin er tjóðartónleikur í Mosambik.

NATO

NATO er stytting fyri North Atlantic Treaty Organization (á føroyskum Norðuratlantiska Sáttmálafelagsskapurin) og er norðuratlantisk verjusamgonga ímillum USA og flestu lond í Vesturevropa. NATO virkar soleiðis, at eitt álop á eitt NATO-limaland, er tað sama sum eitt álop á øll NATO-limalond. Sum er hevur Danmark allan myndugleika viðvíkjandi trygdarmálum og verjumálum á føroyskum øki. Danmark er limur í NATO og limaskapur Danmarkar fevnir um Føroyar. Føroyar eru tí fevndar av verjutrygdini í NATO-sáttmálanum. Tað er Danmark, ið formliga varðar av hesum Føroyum viðvíkjandi. Í veruleikanum verða tað kortini tey sterkaru NATO-londini, ið koma til hjálpar, skuldi tørvur gjørst á tí . NATO hevur høvuðsskrivstovu sína í Brússel í Belgia. NATO-Ráðið í Brússel er hægsta ráð í NATO. Í ráðnum eru ráðharrar úr øllum limalondunum.

Felagsskapurin fór til verka í 1949, og í 2014 eru 28 limalond . Tað nýggjasta her er, at NATO-aðalskrivarin Anders Fogh Rasmussen bjóðaði apríl 2009 tvey londum limaskap í NATO. Tey eru Kroatia og Albania. Makedónia, Georgia, Ukreina, Montenegro, Bosnia og Hersegovina og Serbia hava søkt um limaskap í NATO. Onnur hava ynskt tætt samstarv við NATO, hóast ikki, í fyrstu syftu, veruligan limaskap. Bæði at fyrireika søkjaralond til NATO-limaskap og til tess at fremja betri samstarv við ikki-søkjaralond, varð Felagsskapurin fyri Friði, Partnership for Peace (PfP), stovnaður sum eitt tiltak undir NATO-skipanini.

Undir Kalda krígnum var hugsað um hernaðarligu kappingina millum NATO og Warshawasamgonguna, og vandanum fyri beinleiðis kríggi partanna millum.

Portugal

Portugal ella Portugál (portugisiskt: República Portuguesa) er lýðveldi í Evropa. Lýðveldið fevnir eisini um um partvíst sjálvstýrandi oyggjabólkarnar Azorurnar og Madeira. Ferðavinnan hevur stóran búskaparligan týdning, helst á Algarvestrondini. Høvuðsstaður er Lissabon, og londinum hevur umleið 11 millionar íbúgvar. Aðrir stórir býir er Porto, Faro, Beja og Portalegre. Portugal hevur bara mark við Spania. Høvuðsmálið er portugisiskt.

Russland

Russland er eitt sambandsríki í Evropa og Asia. Russland er verðins støsta land og hevur umleið 143 mió íbúgvar. Høvuðsstaður er Moskva og londinum hevur mark við 14 lond: Noreg, Finnland, Estland, Litava, Hvítarussland, Lettland, Pólland, Ukreina, Georgia, Aserbadjan, Kasakstan, Kina, Mongolia og Norðurkorea.

Svøríki

Svøríki (svenskt: Sverige) er kongaríki í Norðurevropa. Í norðri hevur Svøríki mark við Finnland, og í vesturi við Noreg. Høvuðsstaður er Stokkhólmur. Stórir partar av Svøríki eru skógvaksnir, og har eru mong vøtn, tí at skriðjøklarnir gróvu djúpar lægdir í landið seinastu ístíð. Stór fjallalendi eru í Svøríki. Miðallívsævin í landinum er 81,89 og 1 % av fólkinum eru ikki lesifør .

Ukraina

Ukraina (ukrainskt: Україна ella Ukrajina) er eitt land í Eysturevropa við 45,4 milliónum íbúgvum. Tað hevur mark við Russland, Hvítarussland, Pólland, Slovakia, Ungarn, Rumenia, Moldova, ikki-alment viðurkenda landið Transnistria og Svartahavið. Landið lýsti seg sjálvstøðugt í 1991. Ukraina er næststørsta land í Evropa, næst eftir Russlandi, um hugt verður at fermetratalinum. Høvuðsstaðurin er Kiev við 2,6 milliónum.

Á føroyskum verður landið við hvørt stavað Ukreina, men eftir føroyskum stavsetingarreglum eigur tað at verða stavað Ukraina.

Vesturheimurin

Vesturheimurin er framkomnu, ríku ídnaðarlondini í heiminum, helst í Norðuramerika og Vesturevropa.

Írland (land)

Írland, (enskt: Ireland, írskt: Éire, ulster skotskt: Airlann) er lýðveldi í Vesturevropa. Landið Írland, ið ikki má mistakast fyri oynna Írland, hevur landamark norðureftir við Norðurírland, ið er partur av Stórabretlandi. Sjómark hevur Írland við Atlantshavið, Írska havið og Ermasund.

Írland hevur sjálvstýri, øvugt Norðurírland, sum er partur av Stóra Bretlandi.

Dublin er høvuðsstaður í Írlandi og aðrir stórir býir er Cork, Limerick, Galway og Waterford.

Onnur mál

This page is based on a Wikipedia article written by authors (here).
Text is available under the CC BY-SA 3.0 license; additional terms may apply.
Images, videos and audio are available under their respective licenses.