Tunesia

Tunesia (arábiskt: الجمهورية التونسية ella Al-Jumhūriyyah at-Tūnisiyyah) er ímillum Algeria og Libya og er minsta land í Útnyrðingsafrika. Høvuðsmálið er arábiskt. Ferðavinnan hevur stóran búskaparligan týdning. Størsi býurin og høvuðsstaður er Tunis. Aðrir stórir býir er Sfax, Ariana, Sousse og fornaldar býurin Karthago.

الجمهورية التونسية
Al-Jumhūriyyah at-Tūnisiyyah
Flagg Tunesia
(Flagg Tunesia)
Skjaldarmerki Tunesia
(Skjaldarmerki Tunesia)
Tjóðarslagorð: Hurriya, Nidham, 'Adala
Tjóðsangur: Himat Al Hima
Tunisia in its region
Alment mál Arábiskt
Høvuðsstaður Tunis
Forseti Moncef Marzouki
Løgmaður Mehdi Jomaa
Fullveldi 20. mars 1956
(frá Frakland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
163,61 km²
5,0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2012
 - tættleiki
 

62/km²
Gjaldoyra Tunesiskur dinarur (TND)
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .tn
Telefonkota +216

Búskapur

Til stóra prísfallið var á olju í 1980-árunum, vóru olja og gass nógv størsta inntøkukelda hjá Tunesia. Nú eru klæði og landbúnaðarvørur eisini vorðin týðandi táttur í búskapinum. Tunesia er ímillum tey lond í heiminum, sum gera mest av kalsium-fosfati, ið verður nýtt í evnafrøðiídnaði og til handilsstøð. Mesti ídnaðurin er í høvuðsstaðnum Tunis og uttan um hann.

Um tveir triðingar av landinum eru búnaðarlendi, men lítið avfall ger, at nógvastaðni hevur verið neyðugt at leggja vatnveitingar. Mest verður dyrkað av hveti og byggi, aldinfruktum, vínberum, fikum, dadlum og oljuberum. Tunesia er ímillum tey lond í heiminum, sum gera mest av olivinolju. Hóast nógv hevur verið gjørt til tess at menna landbúnaðin, má landið flyta inn týðandi matvørur.

Lýggir vetrar og mangir søguligir staðir lokka á hvørjum ári mong ferðafólk til Tunesia. Til 1976 var ferðavinnan tann vinnugrein, ið gav landinum mest av fremmandum gjaldoyra. Fyrst í 1980-árunum kom stígur í ferðavinnuna, men nú gongur framá aftur, og 4 milliónir fólk koma hagar um árið. Landsmyndugleikarnir hava stuðlað at byggja út frítíðarstaðir og gistingarhús, tí vinnan veksur so skjótt. Mangir túsund tunesar starvast í ferðavinnuni.

Flestu ferðafólk koma úr grannalondunum, Libya og Algeria, og úr Evropa. Bíligir flogferðaseðlar og longsulin eftir fremmandum frítiðarstaðum hava gjørt, at nógvir evropearar fara til Tunesia at ferðast.

Søga

Síðan fornøld hevur Tunesia havt tætt samband við Evropa. Tað var miðdepil í stórveldinum Karthago í 4. øld f. Kr. og gjørdist seinni partur í máttmikla Rómverjaríkinum. Í 7. øld e. Kr. gjørdu muslimskir arábar innrás í Tunesia, og fyrst í 1880-árunum tóku franskar herdeildir landið. Tunesia gjørdist frælst ríki í 1956. Síðan tá hevur landið fingið nýggja stýrisskipan, og fleirflokkatingræði er sett í gildi.

Politikkur

Trúarfrælsi

Í 2014, trý ár eftir, at Arábiska várið byrjaði í Tunesia, er grundlógartingið nær við at staðfesta eina nýggja grundlóg. Nýggja grundlógin hevur ikki islam sum týdningarmestu rættarkeldu, men sum sigur, at landið skal verja tað heilaga. Pláss er ikki fyri sharialóg í grundógini, og tað er nakað, sum átrúnaðarligir minnilutar siga er kærkomið. Grein seks í lógini bannar allari ákæru um fráfall og eggjan til harðskap, samstundis sum bæði Koranin og Muhammedslæra verða frávístar sum rættarkelda. Umframt at landið í grundlógini skal “verja tað heilaga”, so skal tað sambært henni eisini hava ábyrgd av átrúnaði og samvitskufrælsi. Rómversk-katólska kirkjan hevur sagt seg stuðla nýggju lógini, tí hon sær út til at tryggja trúarfrælsi [1].

Mentan

Matur

Tunesisk matgerð er ávirkað av arábiskum, turkiskum og fronskum matsiðum. Tjóðarrættur er couscous, ið er blandingur av semuljagrýnum, kjøti og grønmeti. Sterkt kryddaðir grýturættir, tajines, kókaðir í leirgrýtu, er eisini væl dámdur matur. Omaná eta tunesar frukt, dadlur fyltar við mandludeiggi ella baklava, ið er nøtar- og hunangskøka. Vanligasti drykkur er sterkt, svart kaffi ella myntte. Siður er, at eftir arbeiðstíð fara mong mannfólk á kaffistovu at hitta vinir og drekka kaffi.

List og handverk

Governorates of Tunisia
Landslutir í Tunesia.

Lívligastu býarpartarnir í einum tunesiskum býi eru marknaðirnir, nevndir souk. Teir eru sum villiniborg av smølum, krókutum gøtum, har ið yður í keypmonnum og handverkarum, sum selja vørur sínar. Her ber til at keypa alskyns lutir, ið eyðkenna tunesiska list og handverk, til dømis koparketlar, teppi, leðurvørur, prýði og baldýrkað klæði. Í øðrum búðum selja tey fisk, kjøt, frukt og grønmeti.

Landafrøði

Meginparturin av teimum 10 milliónum fólkunum í Tunesia búgva í smala strandgeiranum út ímóti Miðjarðarhavi. Her er veðurlagið lýtt og slavið um veturin og heitt og turt um summarið: tí er strandalendið betur egnað til landbúnað enn lendið inni í landinum. Tunesia hevur mark við Libya og Algeria.

Landslutir í Tunesia

1. Ariana
2. Béja
3. Ben Arous
4. Bizerte
5. Gabès
6. Gafsa
7. Jendouba
8. Kairouan
9. Kasserine
10. Kebili
11. Kef
12. Mahdia
13. Manouba
14. Medenine
15. Monastir
16. Nabeul
17. Sfax
18. Sidi Bou Zid
19. Siliana
20. Sousse
21. Tataouine
22. Tozeur
23. Tunis
24. Zaghouan

Keldur

  1. http://www.nytimes.com/2012/03/27/world/africa/tunisia-says-constitution-will-not-cite-islamic-law.html?_r=0

Sí eisini

.tn

.tn er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Tunesia.

Afrika

Afrika er næststørsti heimsparturin í heiminum við einari vídd á 30,3 milliónir km²; Tað svarar til umleið 20% av heimsins landaøki.

Algeria

Algeria (arábiskt: الجزائر‎‎ / al-Jazā'ir, tamazight: ⴷⵣⴰⵢⴻⵔ / Dzayer ) er størsta land í Afrika. Algeria hevur mark við Marokko og Móritania í vestri, Mali og Niger í suðri og Tunesia og Libya í eystri. Í norðri liggur Miðjarðarhavið. Størsi býurin og høvuðsstaður er Alger. Aðrir stórir býir er Oran, Constantine, Annaba og Batna. Miðallívsævin í landinum er 73,77 ár. Høvuðsmálið er arábiskt.

Meginparturin av fólkinum í Algeria býr í býum við strendurnar. Býirnir vórðu bygdir her, tí at havið og vøtnini vóru týdningarmiklar samferðlsuleiðir. 30,1 prosent av fólkinum eru ikki lesifør og 12,9 prosent av fólkinum er arbeiðsleys. Landið hevur umleið 33,7 millionar íbúgvar. Næstan allir algeriar eru muslimar (99 prosent av fólkinum).

Meðan fraklendingar ráddu, búsettu hundraðtúsundtals evropearar seg í Algeria, men mangir teirra fóru av aftur landinum, tá ið landið fekk sjálvstýri.

Arabiskt mál

Arabiskt mál (arabiskt; الْعَرَبيّة, al-ʿarabiyyah ella bara عَرَبيْ ʿarabī), er í afroasiatiska málættin, semitiska greinin. Um 206.000.000 fólk tosa okkurt frábrigdi av arabiskum. Hóast standardarabiskt, sum er eitt tillagað frábrigdi av klassiskum arábiskum, er alment mál í arabiskum londum, eru tað vanliga bert fólk við góðari útbúgving, sum duga tað hampiliga væl. Koranin er skrivað á klassiskum arabiskum, sum er átrúnaðarligt mál hjá muslimum. Tað arabiska stavraðið hevur 28 bókstavir og skriftmálið verður skrivað frá høgru til vinstru. Arabiskar dialektir verða talaðar í Norðurafrika (frá Maghreb í Marokko til Egyptaland) og í Miðeystri (frá Palestina/Ísrael til Irak, og úr Sýria til Jemen). Maltesiskt er eisini ein arabisk dialekt. Hóast felagsheitið "arabiskt" (av átrúnaðarligum og politiskum orsøkum) verður brúkt, so er talan "de facto" um fleiri ymiskt "arabisk" mál, har fólk ikki skilja hvønn annan.

Djibuti

Lýðveldið Djibuti (franskt: République de Djibouti, arábiskt: جمهورية جيبوتي‎) er eitt lítið land í Eysturafrika. Djibuti hevur mark við Etiopia, Eritrea og Somalia. Landið hevur 810 179 íbúgvar (2014). Djibuti er bæði høvuðsstaður og størsti býur í Djibuti. Lítla oyðimarkarlandið Djibuti gjørdist sjálvstøðugt ríki í 1977. Flestu fólk har eru flakkfólk. Landið hevur stóran týdning fyri henda partin í Afrika, tí at høvuðsstaðurin, ið eisini eitur Djibuti, er einasti stóri havnabýur afrikamegin Reyðahav. Inntøkurnar frá havnini eru høvuðsgrundarlagið undir búskapinum í Djibuti.

Eritrea

Staturin Eritrea (alment heiti) er eitt lítið land í Eysturafrika. Eftir frælsiskríggj í 20 ár loysti fjallalandið Eritrea frá Etiopia í mai 1991. Eritreiski frælsisherurin (EPLF) rak seinastu etiopisku herdeildirnar av landinum og fór so at gera landinum eina stjórnarskipan.

Fólkið í Eritrea roynir nú at fáa á føtur aftur búskapin og alt annað, sum varð oyðilagt í krígnum.

Franskt mál

Franskt er móðurmál hjá umleið 64,8 mill. fólkum, harav um 51 mill. í Fraklandi, um 6,7 mill. í Quebec í Kanada, um 4 mill. í Belgia og slakari 1,3 mill. í Sveis. Franskt er eitt av stóru heimsmálunum. Franskt er eisini eitt av høvuðsmálunum, tá ið tað snýr seg um evropeiska søgu, mentan og nútíðar viðurskifti. Harumframt eru mong lond og øki um allan heim, har franskt er høvuðsmál ella eitt av høvuðsmálunum. Franskt er av tí romansku greinini, sum hevur ment seg úr latíni, sum er eitt sonevnt italiskt mál.

Guinea-Bissau

Tjóðveldið Guinea-Bissau (alment portugisiskt heiti: República da Guiné-Bissau) er eitt land í Vestur-Afrika. Almenna málið er portugisiskt. Guinea Bissau er slætt land við stórum mýrum og er innibyrgt ímillum Senegal og Guinea. Landið hevur verið portugisiskt hjáland - og gjørdist sjálvstøðugt í 1974. Landið er ógvuliga fátækt, og búskapurin er nógv bundin at menningarhjálp úr útheiminum. Mong fólkasløg búgva í landinum, fjølmentast er balantefólkið, sum býr úti við strondina. Flestu fólk liva av landbúnaði. Kokosnøtir, bummull, jarðnøtir og cashewnøtir er høvuðsgrøði. Jarðnøtur vaksa, sum navnið sigur, niðri í jørðini eins og epli. Nøtirnar verða tiknar upp og lagdar at torna, áðrenn bjølgurin og skalið verða brotin uttanav. Nakað av nøtum verður selt á bygdamarknaðunum, men meginparturin verður gjørdur til jarðnøtaolju (nýtt í matvøruídnaði) og jarðnøtamjøl (nýtt sum ráevni í jarðnøtasmøri). Skógarvinnan og fiskiskapur eru eisini týdningarmikil vinna. Sum í grannalondunum eru strendurnar í Guinea Bissau fagrar og dragandi. Fram við strendurnar eru mangrovumýrar, ovurstór runudíki, ósar og áir, ið skera seg sum ovurstórar villiniborgir inn í landið. Nógvur fiskur er fram við landi, og fiskiskapur hevur stóran týdning fyri fólkið, sum býr úti við strendurnar.

Kongo

Lýðveldið Kongo (franskt: République du Congo) er eitt land í Miðafrika. Landið hevur 4 662 446 íbúgvar (2014). Brazzaville er bæði høvuðsstaður og størsti býur í Kongo. Eysturmarkið í Kongo, er fram við Kongoá og størstu ánni, sum rennur í hana, Ubangiá. Eisini Kongo er oljuland, og hóast fólkið í Kongo hevur fingið meiri burtur úr oljuríkidøminum enn fólkið í grannalandinum Gabon, liva mong enn sum fátækir bøndur og hava bara so frægt av jørð, at teir kunnu dyrka nóg mikið av mati til sín sjálvs. Týdningarmesta grøðin er maniok, ið er ein sterk bølluplanta.

Myndugleikarnir hava verið so hygnir, at teir hava nýtt peningin fyri oljuna at menna landið - hava lagt byrgingar, vegir, bygt pappírsverksmiðjur og gróðursett trø. Ídnaður er ikki nógvur í landinum, men verkafólkið er væl útbúgvið. Flestu verksmiðjurnar eru við stóru býirnar, helst við høvuðsstaðin, Brazzaville.

Sum aðrastaðni í Afrika er tónleikur týðandi partur av mentanini, og trumman er sjálvur hjartatátturin í hesum tónleiki. Best umtókti tónleikurin er kongotónleikurin, ið minnir um soultónleikin.

Libya

Libya (arábiskt ليبيا) er triðstørsta land í Afrika. Arábisku hertøkurnar í 7. øld og 11. øld hava sett sjónlig merki eftir seg í Libya. Arábar gjørdust brátt fjølmentari enn upprunafólkið, berbar, sum gjørdu uppreistur ímóti nýggju valdsharrum sínum. Arábar settu skjótt bæði mál sítt (arábiskt) og átrúnað sín (islam) í gildi í Libya.

Libya hevur mark við Tunesia og Algeria í vestri, Niger og Kjad í suðri, og Egyptaland og Sudan í eystri.

Listi yvir IOC landakotur

Altjóða Olympiska Nevndin (International Olympic Committee IOC) nýtir landakotur við trimum bókstavum fyri at vísa til hvønn einstakan bólk av ítróttafólki ið luttekur í Olympisku Leikunum.

Malta

Malta er eitt land í Suðurevropa. Malta er tríggjar oyggjar: Malta, Gozo og Comino; Malta er á stødd við Streymoynna, men tað búgva 400.000 fólk á Malta, so har er ógvuliga tættbygt. Høvuðsstaðurin, sum eisini er mentanarligi og umsitingarligi miðdepilin, eitur Valetta. Aðrir stórir býir er Birkirkara, Qormi og Sliema. Almennu málini eru tvey í tali, maltiskt og enskt.

Uml. 1 mió. ferðafólk vitja árliga. Millum tey kendu, ið hava verið á Malta, er Paulus ápostul.

Mosambik

Lýðveldið Mosambik (alment República de Moçambique) er eitt land í Eysturafrika. Tá ið Mosambik gjørdist frælst ríki í 1975, flýddu gomlu valdhavarnir, portugisar, av landinum, men áðrenn høvdu teir oyðilagt nógvar verksmiðjur og flutningskervið. Drúgv borgarakríggj, turkur og vatnflóð hava síðan verið atvold til, at landið er vorðið av fátækastu londum í heiminum. Minur frá krígnum sløðast um alt landið, og fáar brýr standa uppi. Men Mosambik skuldi havt góðar møguleikar at komið fyri seg aftur. Tilfeingið er nógv, jørðin er fruktagóð, og stórar lindir av ymsum steinsløgum eru mest sum órørdar.

Í 1975 brast borgarakrígg á ímillum kommunistisku Frelimo-stjórnina og mótstøðurørsluna Renamo, sum Suðurafrika stuðlaði. Kríggið tók 900 000 mannalív og elvdi til stóra hungursneyð. Eftir tað at Renamo misti stuðul sín uttanlands, og Frelimostjórnin gjørdi av at seta í verk fólkaræðiliga fleirflokkaskipan, samdust partarnir um at binda frið og skrivaðu báðir undir friðaravtalu í 1992. Tá ið loyst var, løgdu myndugleikarnir í Mosambik alt heilsuverkið undir ríkið og skipaðu fyri, at øll sjúkrarøkt og læknatænasta vóru ókeypis. Í drúgva borgarakrígnum vórðu flestu sjúkrahúsini og læknamiðstøðirnar á bygd oyðiløgd, og mong doyggja enn av sjúkum sum t.d. tuberklum, malariu og lungnabruna. Fleiri milliónir fólk flýddu av landinum, ella inn til býirnar. Har var tryggari. Næstan alt fólkið livir nú í størstu armóð, og helvtin av fólkinum livir av teirri matvøruhjálp, sum umheimurin sendir landinum. Hvørt ár fær Mosambik nógva neyðhjálp; mestu hjálpina senda USA og lond í Vesturevropa.

Meiri enn 85 % av fólkinum í Mosambik arbeiða í landbúnaðinum. Bøndurnir dyrka m.a. sukur, bummull, te, cashewnøtir og aldinfruktir á fruktagóða lendinum fram við strondini; inni í landinum dyrka teir tubbak og halda neyt. Nógvur fiskur er á landgrunninum, og rækjur, hummari og ymiskur fiskur verða flutt út og eru kærkomin inntøka hjá illa komna búskapinum. Havnabýurin Beira við Indiahav er næststørsti býur í Mosambik og týdningarmesti havnabýur. Meginparturin av út- og innflutninginum úr grannalandinum Simbabvi fer um Beira, haðan jarnbreyt, vegur og oljuleiðingar liggja til simbabviska høvuðsstaðin Harare. Í borgarakrígnum vardu upp í 10 000 simbabviskir hermenn hesa leið, ið er sjálv lívæðrin í Simbabvi.

Chopifólkið, ið býr við strondina, ger eitt ljóðføri, nevnt mbila (flt. timbila). Timbilabólkarnir spæla undir, tá ið torgreiddi dansurin migodo verður dansaður, og yrkingar við tilburðum úr bygdalívinum verða bornar fram. Timbilatónleikurin er tjóðartónleikur í Mosambik.

Seyskelloyggjar

Lýðveldið Seyskelloyggjar (kreólskt: Repiblik Sesel, enskt: Republic of Seychelles, franskt: République des Seychelles) er oyggjabólkur uttanfyri afrikonsku eysturstrondini.

Svasiland

Svasiland ella Kongsveldið Svasiland er lítið land í syðra-Afrika við umleið 1,3 mió íbúgvar.

Telefonlandakotur

Hetta er listi yvir telefonlandskotur. Um ringt verður úr Føroyum, skal 00 setast í staðin fyri +.

Onnur mál

This page is based on a Wikipedia article written by authors (here).
Text is available under the CC BY-SA 3.0 license; additional terms may apply.
Images, videos and audio are available under their respective licenses.