Spanskt mál

Spanskt mál er eitt av teimum málunum í heiminum, sum hava størsta útbreiðslu. Spanskt er almennt mál í 21 londum við 500 millionum íbúgvum. Harafturat eru umleið 35 millionir spanskttalandi í USA, Filippinunum og Turkalandi. Tilsamans tosa umleið 600 milliónir spanskt. Aðrar 100 milliónir tosa spanskt sum sítt annað mál. Spanskt er heimsins fjórstørsta mál, tey størstu eru kinesiskt, enskt og hindi. Í USA og Kanada er tað spanskt, ið verður lært mest av, av útlendskum málum.

Spanskt
Español
Tosað í: Argentina, Bolivia, Kili, Kolumbia, Kosta Rika, Kuba, Dominikanalýðveldið, Ekvador, Ekvatorguinea, El Salvador, Guatemala, Honduras, Meksiko, Nikaragua, Panama, Paraguei, Perú, Puerto Riko, Spania, Uruguei, Venesuela (alment mál). Eisini tosað í Andorra, Belis, Gibraltar og USA..
Tosandi íalt: 550 299 171
Málætt: Indo-evropeisk

  Italiskt
   Romanskt
   Galloiberiskt
    Iberoromanskt
     Vestiberiskt
      Spanskt
.

Málkotur
ISO 639-1: es
ISO 639-2: spa
ISO 639-3: spa

.

Málætt

Indoevropeiska málættin, romanska greinin. Spanskt mál er ættað úr latíni, og er harumframt ávirkað av arabiskum. Bundna kallkynskenniorðið "el" er til dømis arabiskur arvur.

Map-Hispano
Alment mál

Útbreiðsla

I Evropa verður spanskt bert tosað í Spania, men á hinari síðuni av Atlantshavinum verður spanskt tosað í næstan øllum londunum. Í ymiskum statum í USA (t.d. Texas, New Mexico, Arizona og Kalifornia) og í øllum londunum heilt suður til Antarktis, tó ikki í Brasil, har tey tosað portugisiskt. Eisini verður tosað spanskt í fleiri av teimum fyrrverandi ensku, fronsku og hollendsku hjálondunum í tí karibiska havinum. Harumframt verður spanskt tosað á ávísum støðum í Afrika og á Filippinunum.

Spanskt er størsta málið í Spania, og verður har nevnt "castellano". Harumframt er spanskt høvuðsmálið í Argentina, Kili, Bolivia, Uruguei, Paraguei, Venesuela, Kolombia, Ekvador, Perú, Nikaragua, Panama, Kosta Rika, El Salvador, Honduras, Guatemala, Meksiko, Kuba, Dominikanska Lýðveldinum og Puerto Riko (USA), sum øll eru í Suður- og Miðamerika. Eisini eru stórir spanskttalandi minnilutar í Sambandsríki Amerika.

Í Føroyum

Umleið 200 føroyingar læra spanskt hvørt ár á studentaskúla, handilsskúla og kvøldskúla. Spania er eitt elskað ferðamál hjá nógvum føroyingum. Uttanfyri ferðamannabýirnar tosa bert fáir spaniólar onnur mál, so dugir tú málið, fært tú nógv fleiri upplivingar við tær heim. Serliga hinumegin Atlantshavið letur ein heilt nýggj verð seg upp fyri tær. Tú kanst tosa við indiánarar i Peru, við cowboys úti á argentinsku pampasini, við vælhavandi eksilkubanarar í Miami í Florida og við teir ólógligu tilflytararnir í Suðurkalifornia. Tann spanskttalandi parturin av heimsins íbúgvum er í stórum vøkstri bæði í nøgd og búskapi, so vit kunnu rokna við, at tað verður meiri brúk fyri teimum, ið hava lært málið.

Suðuramerikanskt slang

Meksikanskt og suðuramerikanskt slang

Her eru nøkur slang orð, sum eru at hoyra í Meksiko og Kolombia.

  • FERIA - Tað mest vanliga slang orðið fyri pengar, serliga nær marki við USA, er feria (FAY ree ah), sum kann merkja "lummapengar ella veksli pengar."
  • Plata. Orðið merkir silvur, men verður í Kolumbia brúkt um pening. "No tengo plata" merkir, eg havi ongar pengar.
  • No Traigo feria (Noe TREI goe FAY ree ah) kann merkja, "Eg havi ongar smá pengar," ella "Eg havi ongar pengar."
  • Longur suðri, kanst tú hoyra lana, sum bókstaviliga merkir "ull," og "da me una lana", merkir "gev mær eitt sindur av lummaull", ella "eitt sindur av pengum".
  • LA ONDA - Merkir alda, men hendan merkingin kemur frá trýssunum, eitt vanligt hippie orðafelli, sum framvegis verður nógv brúkt. Hetta er tann vanligi mátin at heilsast uppá hjá ungdóminum, um tey skulu verða "hip", verður brúkt sum "Hvussu gongur?"
  • BUENA ONDA - "Svingar væl" ella "bara fitt", sum í "Gabi es buena onda."
  • HUEVOS - Hetta er eittt annað orð við dupultari týðing. Orðið merkir "egg," men vísir mest til orðið "nossir", hetta orðið er so sterkt, at tú mást vara teg fyri at brúka tað. Fólkaligar gentir biðja um blanquillos (lítil hvít ting) á einari matstovu, um tænarin er maður.
  • PUTA - stytting fyri prostituta, hetta orðið merkir "hora," men verður eisini brúkt sum banniorð. Tað vil ein meksikanari siga um hann slær seg á tummilin við einum hamara. Puta madre er nógv sterkari orð, tað líkjist nógv tí amerikanska "mother fucker". Hijo de puta merkir "bastardur", "sonur eina horu", ella "son of a bitch," men bara nógv verri.
  • Aguantame tantito - espera me un ratito, merkir bíðja eitt lítið sindur, vanligt slang í Meksikobýur.
  • Te estoy haciendo ojitos - cuando alguien te dice que esta haciendo ojitos es que te esta coqueteando, merkir at flirta við tær, ("gera eygu eftir tær").

Bókmentir

Um tú vilt duga ordiliga væl spanskt, skalt tú læra teg ein hóp av orðum og eisini læra teg ein stóran part av mállæruni, um tú vilt hava tey fíni brigdini við. Men tá letur eisini ein nýggj og spennandi verð seg upp innan bókmentirnar á sponskum. Hygg t.d. í hendan listan yvir nobelvinnarar í bókmentum:

Til dagin í dag hava 10 spanskttalandi rithøvundar fingið Nobelheiðurslønina í bókmentum. Her hevur tú ein lista yvir teir:

Mállæra

Tað er lætt at koma í gongd við at tosa spanskt. Tað verður úttalað, sum tað verður skrivað, so tá tú hevur lært nøkur fá ljóð, sum eru annarleiðis enn á føroyskum, kanst tú úttala øll orð, eisini tey, sum tú ikki hevur sæð fyrr.

Niðanfyristandandi evnir, eru tey í verða brúkt á C støði í sponskum á Handilsskúlanum. Hesi evni kunnu eisini verða brúkt til sjálvlesandi og til umlestur tá ein hevur verið vekk frá sponskumm eina tíð. Eisini kunnu tey verða góð at hava til fyrireiking til B støði.

Navnorð

Sponsk navnorð eru antin kallkyn ella kvennkyn.

  • Navnorð, sum enda við -o, eru vanliga kallkyn.
  • Navnorð, sum enda við -a, eru vanliga kvennkyn.
  • Navnorð, sum enda við -d, -ción og -sión eru altíð kvennkyn.

Tey tíðningarmiklastu undantøkini eru

  • el dia - el clima - el idioma
  • el mapa - el tema - el problema
  • el programa - el sistema
  • la foto - la mano - la moto
  • la radio

• Nøkur navnorð í kallkyni, sum lýsa persónar og aðrar livandi verur, kunnu broyta kyn við at broyta endingina:

  • Navnorð, ið endar við -o = abuelo - abuela
  • Navnorð, sum endar við hjáljóð = profesor - profesora

• Legg til merkis, at orð, sum enda við:

  • El turista - ferðafólk (maður)
  • La turista - ferðafólk (kvinna)
  • Los turistas - ferðafólkini (menn, ella menn og kvinnur)
  • Las turistas - ferðafólkini (kvinnurnar)

• Onnur dømi:

  • Periodista, comunista, dentista, recepcionista, socialista, artista.
  • Navnorð í fleirtal, verða gjørd við at seta -s afturat orðum, sum enda við sjálvljóði, og -es afturat orðum, sum enda við hjáljóði:

- libro = libros
- montaña = montañas
- ciudad = ciudades
- tren = trenes

• Tað eru bert fá undantøk frá hesari reglu:

  • Orð, sum enda við -ción og -sión, "missa" herðingarmerki uppiyvir ó, tá tey verða sett í fleirtal:

- organización = organizaciones
- previsión = previsiones

Fyri orð, sum hava aðrar endingar enn tey omanfyri nevndu, og sum ikki lýsa mannligar ella kvinnuligar verur, eru ongar fastar reglur. Brúka tí orðabókina ella orðalistan.

Samansett navnorð verða ofta sett saman av tveimum navnorðum við de:

• Dømi:

  • príslistin = listin við prísum --> la lista de precios
  • skriviborðsskuffan = skuffan í skrivi- borðinum --> el cajón del escritorio
  • sjokulátaframleiðslan = framleiðslan av sjokulátu --> la producción de chocolate

Keldur

Beyoncé

Beyoncé Giselle Knowles-Carter, kend sum Beyoncé (fødd 4. september 1981 í Houston) er ein amerikonsk songkvinna og sjónleikarinna.

Chris Pine

Chris Pine (føddur 26. august 1980 í Los Angeles) er ein amerikanskur filmsleikari. Hann er kendastur fyri at spæla leiklutin sum James T. Kirk í 2009 filminum Star Trek, og tann fylgjandi filmurin, Star Trek Into Darkness (2013), og hevur eisini spælt í filmum sum: The Princess Diaries 2: Royal Engagement (2004), Just My Luck (2006), Smokin' Aces (2007), Unstoppable (2010), This Means War (2012), Rise of the Guardians (2012), Horrible Bosses 2 (2014) og sum Jack Ryan í Jack Ryan: Shadow Recruit (2014).

Grey DeLisle

Erin Grey Van Oosbree (fødd 24. august 1973), betri kend undir listanøvnunum Grey DeLisle og Grey Griffin er amerikanskur sjónleikari, raddaleikari, sangari, sangskrivari.

Guatemala

Lýðveldið Guatemala er eitt land í Miðamerika. Í norðri hevur Guatemala mark við Meksiko og Belis , í eystri við Honduras, og í suðri við El Salvador. Høvuðsmálið í Guatemala spanskt. Høvuðsstaðurin í Guatemala eitur Guatemalabýur. Avtoftaðir býir úr stórtíð Mayaríkisins og katólskar kirkjur í sponskum sniði bera boð um, at mentanin í Guatemala er fjølbroytt. Helmingurin av fólkinum nú á døgum er ættaður frá mayaindiánunum, og flestu teirra búgva í bygdum í hálendinum. Hin helmingurin er lutvíst indiánskur, lutvíst spanskur. Mangir mayaindiánar arbeiða hjá ríkum góðseigarum, sum dyrka kaffi, sukur og bananir, sum er týdningarmesta útflutningsvøra í landinum. Guatemala flytur eisini út nýhentaðar blómur, mest rósur, ið verða dyrkaðar í dølunum við Antigua. Flestu fólk í Guatemala eru rómversk katólsk, ið var átrúnaðurin, sum spaniamenn bóru við sær, tá ið teir komu hagar í 15. øld. Alt fleiri fólk taka nú við protestantiskari trúgv, men fólkið hevur eisini aðra gudsdýrkan, ið hevur røtur aftur í gamla mayaindiánska trúgv. Skrúðgongan í Antigua er eitt av hátíðarhaldunum í halgu vikuni. Í Sankta Tomaskirkju verður biðið bæði til katólsk halgimenni og gamlar indiánskar gudar.

Ferðavinnan er tann vinna, sum veksur skjótast í Guatemala. Á hvørjum ári koma stívliga hálv millión fólk til landið at síggja gomlu mayabýirnar. Tempultoftirnar av mikla mayabýnum Tikal eru í einum stórum tropuskógi. Enn veit eingin, hví fólkið brádliga fór úr býnum fyri um 1000 árum síðan. Mangir mayaindiánar í Guatemala eiga smáar jarðarteigar, har teir dyrka mais, bønir, grasker og frukt. Tey, ið búgva avsíðis, ganga langan veg at selja grøði sína. Á marknaðinum verða eisini seldar blómur og handgjørdar vørur og ymsir lutir, ið handvei karar hava gjørt, t.d. leirvørur og kurvar. Liljur og rósur, nelikar og gladiólir verða dyrkaðar í dølunum. Tað mesta verður selt til USA. Konurnar á bygd ganga í øklasíðum skjúrti, sum tær sjálvar veva. Mynstrini eru fleiri hundrað ára gomul. Veving er gamalt handverk. Vovið verður við litføgrum tógvi og tráði, og somu mynstur eru gingin í arv ætt eftir ætt. Fleiri enn 300 ymisk mynstur eru, sum øll hava sína serligu søgu. Vevkonurnar nýta einfaldar vevar, sum eru lættir at taka við sær, tá ið tær flyta úr einum staði í annan. Mayafólkið má alsamt stríðast til tess at lívbjargað sær, og mong hava tolt nógv og eru dripin, tá ið tey hava roynt at hildið fast um sín gamla lívshátt. Ringast var fyrst í 1980-árunum, tá ið hernaðarstýrið, sum tá var, setti sær fyri at týna mayafólkið. Eini 60.000 fólk flýddu til Meksiko og hava livað har í flóttafólkalegum. Nú flyta tey heim aftur til Guatemala, men viðurskifti teirra eru óviss, og mesta jørðin er tikin frá teimum.

Í Guatemalabýi gerast alt fleiri gøtubørn. Tað eru børn, sum eru farin heiman undan neyð og fátækadømi. Á gøtunum lívbjarga tey sær; tey stjala, bidda og selja tað, tey finna á ruskdungum. Mannarættindafelagsskapir, t.d. Amnesty International, eru nú farnir at arbeiða fyri at bøta um viðurskftini hjá hesum børnum.

Isabel Allende

Isabel Allende (fødd 2. august 1942 í Lima, Peru) er ein Kilenskur rithøvundur. Faðir hennara var systkinabarn Salvador Allende, fyrrverandi forseta í Kili. Hon gjørdist heimskend sum rithøvundur, tá ið bók hennara La casa de los espíritus (danskt heitið: Åndernes Hus) kom út í 1982.

Koranin

Koranin (arábiskt القرآن‎ al-qur'ān, ið merkir "upplesturin"), er heilaga skriftin hjá muhammedsmonnum. Muhammedsmenn ella muslimar trúgva, at Koranin er opinbering, ið Muhammed profetur fekk frá Guði (Allah) umvegis eingilin Gabriel í árunum 609 til deyða sín í 632. Koranin er upprunaliga skrivað á fornarábiskum máli, ólíkt nútíðararábiskum máli, við stórari ávirkan úr fornum arábiskum bygdarmálum í norður Saudiarábia. Munurin á málunum kann berast saman við gamalt spanskt mál og nútíðarspanskt mál, ella láglatín og nútíðar latínsk mál (franskt, portugiskiskt mál, o.s.fr.). Hóast arábiska málið í Koranini er torført at týða, m.a. tí at orð hava ymiskar týdningar alt eftir samanhangi, var Koranin í 2010 týdd til 112 mál, flestu teirra afrikonsk, ásiatisk og evropeisk mál. Tó biðja allir muslimar á arábiskum og upprunaliga Koranin er best umtókt millum muslimar, millum annað tí muslimar trúgva, at upprunaliga Koranin er orðarøtt og eins og Guð mælti hana til Muhammed.

Koranin hevur fleiri søgur í felag við Bíbliuna og Toruna við smáum munum. Harumframt eru til dømis Ísakur, Jesus og Elia profetar í Koranini. Tó trúgva muslimar, at Muhammed profetur er allarsíðsti profetur í røðini av mongum. Koranin kallar kristin og jødar bókarinnar fólk, men muslimar halda, at Bíblian og Toran eru villeiddar og spiltar.

Kristoffur Kolumbus

Kristoffur Kolumbus (føddur 31. oktober 1451 í Italia – deyður 20. mai 1506 í Spania) varð føddur í býnum Genova í Italia. Faðir hansara var vevari, og sum drongur hjálpti Kolumbus pápa sínum, men hetta arbeiðið dámdi honum ikki. Honum dámdi best at ganga niðri í havnini og síggja øll seglskipini, ið har lógu. Longu sum 14 ára gamal fór hann til sjós. Mest varð siglt millum londini við Miðjarðarhavið, men kanska hevur hann verið onkran túr í Norðurlondum og fram við Afrikastrondini.

Okkurt bendi á, at hann vildi gerast viðgitin og ríkur. Hann var ikki nøgdur við at vera av fátækum fólki, tí lætst hann at vera av ríkum fólki, og hann segði seg hava fingið útbúgving. Í nøkur ár búði hann í Portugal, har hann giftist eini ríkari gentu. Tá sá hann, hvussu tey ríku livdu, og hugurin at gerast viðgitin og ríkur vaks. Øll vistu, at stór ríkidømi vóru í Ásia, og nógvir vísindamenn vóru ikki í iva um, at tað bar til at koma til Ásia, um tú sigldi vestureftir. Men eingin hevði roynt at sigla tann vegin. Kolumbus varð meira og meira sannførdur um, at tað læt seg gera. Hann var so spentur at prógva tað, at hann í næstan tíggju ár royndi at fáa ymisk lond at gjalda ferðina. Og at enda eydnaðist tað at fáa sponsku kongshjúnini at játta.

Í apríl 1492 vórðu skjølini undirskrivað, og Kolumbus fór at fyrireika sína fyrstu ferð. Á síni fyrstu ferð kom hann til Bahamasoyggjarnar, Kuba og Hispaniola. Men ferðin eydaðist ikki so væl. Hann hevði nøkur innfødd við sær, tá ið hann kom heimaftur til Spania, og hann visti nógvar spennandi søgur at siga um tað, hann hevði funnið. Men tað nógva kryddvørurnar og gullið, sum hann hevði droymt um, fann hann ikki. Kolumbus var tí vísur í, at hann fór at finna ríkidømi, um hann slapp einaferð aftrat. Isabella og Ferdinand stuðlaðu honum, og hann slapp tríggjar ferðir aftrat. Á hesum ferðum fann Kolumbus Trinidad, Jameika og fleiri lond í Miðamerika. Tað stóra ríkidømi fann hann ongantíð, men til sín doyggjandi dag í 1506 var hann vísur í, at tað var Ásia, hann var komin til.

Latínamerikanarar

Latínoamerikanarar (á enskum Hispanic ella Latino Americans) eru eitt fólkaslag sum býr í USA. Teir verða eisini nevndir hispanics og tala spansk, tí at forfedrar teirra komu úr Spania. Mangir halda enn fast við gamlan sið og egna mentan.

Tann spanskttalandi parturin av íbúgvum er í stórum vøkstri bæði í nøgd og búskapi. Í 2000 var talið 35 mió. (12,5 %), í 2010 var tað vaksið til 50.5 mió. (16,3 %) . Latínoamerikanskur matur og tónleikur er væl dámdur. Flestu tilflytararnir, sum búgva í vesturríkjunum, eru úr Meksiko. Tey fjølgast skjótt, og somuleiðis afroamerikanarar og ásiatar. Fyri 2042 verða hesi fólk stív helvtin av fólkatalinum í USA . Tey flestu hava amerikanskan ríkisborgararætt. Útlendingar í USA kunnu søkja um amerikanskan ríkisborgararætt eftir 5 árum við ikki-tíðarbundnum uppihaldsloyvi .

Til 1492, tá ið Kristoffur Kolumbus kom til Amerika, búðu bara indiánar í hesum parti í heiminum. Men eftir tað fóru fólk úr Spania at búseta seg har í stórum tali. Øldirnar eftir at Kolumbus varð komin til Amerika, ráddu spaniamenn nógvastaðni í meginlandinum. Í USA fingu sponsk mentan og spanskt mál stóra ávirkan og hava tað enn. Flestu teirra búgva í Kalifornia, Texas og Florida. Yvir 950 000 latínoamerikanarar búgva eisini í New Mexico og eru í stórum meirluta. Flestu latínoamerikanarnir, sum búgva í Florida, eru úr Kuba. Amerikanarar av kubanskum uppruna sleppa nú til Kuba at ferðast, hava teir hug til tess, og samstundis fáa teir loyvi til at hjálpa skyldfólki í Kuba við eitt nú pengum. Tað ber til, nú Barack Obama, forseti, hevur ógildað tiltøk, sum USA setti í verk ímóti Kuba, tá kommunistarnir tóku valdið har fyri 50 árum síðani .

Meginparturin av fólkinum er katolikkar (70 %), og eini 20 % eru protestantar . Hóast latínoamerikanarnir eru ein lítil minniluti í USA, so síggjast kirkjur teirra allastaðni.

Í USA hava tey bæði eina spennandi fortíð og eina upplívgandi nútíð, sum boðar frá eini ljósari framtíð.

Oprah Winfrey

Oprah Gail Winfrey (føddur 29. januar 1954 í Mississippi) er tíðum nevnd drotningin innan sonevndar "talkshow" sendingar.

Amerikanska blaðið Forbes ger hvørt ár ein lista yvir heimsins mest máttmiklu stjørnur. Og í 2010 er tað Oprah Winfrey, sum við eini inntøku á 1.9 milliardir krónur liggur ovast á listanum. Winfrey var eisini fremst á listanum í 2007 og 2008, men seinasta ár varð hon yvirhálað av Angelinu Jolie.

Panama

Tjóðveldið Panama (upprunaheiti: República de Panamá) er eitt land í Miðamerika.

Onnur mál

This page is based on a Wikipedia article written by authors (here).
Text is available under the CC BY-SA 3.0 license; additional terms may apply.
Images, videos and audio are available under their respective licenses.