Samária

'Samária, (hebraiskt: שומרון, Shomeron; grikst: Σαμάρεια Samáreia; arabiskt: سامريّون‎, Sāmariyyūn ella السامرة, as-Samarah – eisini nevnt جبال نابلس, Jibal Nablus) er heiti á fjallalendinum norðanvert Judea ið svarar nøkurlunda til norðara partin av Vestara Áarbakka.

Gaza WestBank panorama
Samária, שומרון.
Judea

Judea, (hebraiskt: יהודה, Yəhudah; grikst: Ιουδαία, Ioudaía; er heiti á fjallalendinum kring Jerúsalem sunnanvert Samária í gamla Ísraelslandi ארץ ישראל Eretz Yisrael, økið er nú lutað sundur ímillum statin Ísrael og Vestara Áarbakka.

Samáriabúgvar

Samáriabúgvar, eisini samaritanar, rættari lógartrúgvir/tey lógartrúgvu*, (hebraiskt: שומרונים shomronim, arabiskt: السامريون as-Sāmariyyūn) eru ein ethnoreligiøsur bólkur í Miðeystri. Átrúnarliga fylgja tey samárisku trúarlæruni, sum er ein ábrahamsk trúgv nær skyld við jødadóm. Trúgvin er grundað á samárisku Torahina (samárisku útgávuna av teim 5 Mósebókunum), og samáriabúgvar pástanda, at teirra trúarlæra er tann rætta frumtrúgvin hjá upprunaligu ísraelitunum áðrenn útlegdina í Bábylon, varðveitt av teimum ið vóru eftir í Ísraelslandi ארץ ישראל Eretz Yisrael, mótsatt jødadómi, ið tey meta vera eina nærskylda, men broytta og umskrivaða trúgv, førd heimaftur við teim útlagnu jødununum.

Samáriabúgvar siga seg sjálvar stava frá ættunum Efraim, Manasse og Levi úr gamla Ísrael, ið hava livað í Samária síðani ísraelitar fóru í útlegd í Babylon og upp til okkara dagar. *Samáriabúgvar hava tó ikki fingið navn sítt eftir økinum Samária, men heldur frá hebraiska heitinum שַמֶרִים, Shamerim "Tey ið halda (Móse-)lógina/Tey lógartrúgvu".

Vestari Áarbakki

Vestari Áarbakki (arábiskt: الضفة الغربية‎‎, aḍ-Ḍiffä l-Ġarbīyä, hebraiskt: יהודה ושומרון‎‎, Yehuda VeShomron) er arabiski parturin av fyrrverandi Palestina/Cis-Jordania (Vestur-Jordania) ið varð lutaður av ST til jødar og arábar í 1948.[tørvar keldu] Síðan 6-daga kríggið í 1967 hevur Vestari Áarbakki verið hersettur av Ísrael.[tørvar keldu] Vestari Áarbakki er landaøkini, sum í bíbliuni verða nevnd Judea og Samária.

Í eldri døgum (m.a. av summum krossfarum) vórðu heitini, Cis-Jordania (heiman Jordaná) og Trans-Jordania (handan Jordaná), nýtt um núverandi Ísrael/Palestina og Jordan.

Onnur mál

This page is based on a Wikipedia article written by authors (here).
Text is available under the CC BY-SA 3.0 license; additional terms may apply.
Images, videos and audio are available under their respective licenses.