Sálomon

Sálomon var kongur Ísraels árini 961-922 f. Kr.. Í Gamla Testamenti var Sálomon kongur í Ísrael, sonur Dávid kong og Batsebu, gitin fyri vísdóm, ríkidømi og veldi (1 Kong 1-11; 2 Krýn 1-9); hann bygdi fyrsta templið í Jerúsalem, hagar hann læt sáttmálaørkina flyta (1 Kong 6:1-8:11; 2 Krýn 3-5); hann hevur verið hildin at hava skrivað tríggjar av bókunum í Gamla Testamenti: Orðtøk Sálomons, Prædikaran og Hásongin.

Nám Sálomon kongs eru kend úr Bíbliuni og eisini øðrum bókmentum og filmi. Kendasta bókin um leitanina eftir mámunun man vera "King Solomon's Mines", sum sir H. Rider Haggard skrivaði í 1887. Henda bók er grundarlag fyri gomlum filmi við sama heiti.

Piero della Francesca- Legend of the True Cross - the Queen of Sheba Meeting with Solomon; detail
Sálomon.

Navnið

Av hebráiskum Shelomoh, avleiðsla av navnorðinum shalom (føroyskt: "friður"), um grikska sniðið Solomōn (Σολομών).

Sálomons tempul

Sálomon bygdi fyrsta jødatemplið í høvuðsstaðnum, Jerúsalem. Halgidómurin var 50 m. langur og 30 m. breiður. Sáttmálaørkin, sum var halgiskrin úr træ, stóð í halgidóminum. Í ørkini lógu tey tíggju boðini Gud gav Mósesi. 587 e. Kr. tóku bábylonar Jerúsalem og settu eld á templið.

Gamla Testamenti

Gamla Testamenti er tann parturin av Bíbliuni, sum snýr seg um tíðina áðrenn Jesu føðing. Tekstirnir í Gamla Testamenti vórðu til í tíðini 1300-150 f.Kr. Teir fyrstu vórðu skrivaðir, meðan jødar vóru í útlegd í Bábylon.

Orðtøk Sálomons

Orðtøkini eru uppbygd av fleiri smáum orðtøksøvnum. Nær, tey eru sett saman, veit eingin við vissu. Nógvir halda á døgum Ezekia (7. øld f.Kr.), tá ið talað verður um menn Ezekia í 25. og 29. kap. Aðrir halda, at Orðtøkini eru vorðin sett saman eftir útlegdina. Bókin eitur á hebraiskum Misle, ið er Misle Salomo, stytt "Orðtøk Sálomons". Í Septuaginta verður hon stutt og greitt nevnd Paroimiai, ið merkir "Orðtøkini". Bókin er skrivað av Sálomon.

Orðtøkini eru meginpartin um lívsvísdóm, vunnin úr lívsroyndum. Vanligt var í Eysturlondum, og annars í nógvum øðrum mentanum, at mynda ein tílíkan lívsvísdóm við fáum, fyndigum orðum, sum seinni vórðu savnað og fingu heitið vísdómsbókmentir. Á mangan hátt eru tey ógvuliga allmennilig. Tey royna ikki at loysa tilverunnar gátur, men veita ráð, lívsreglur og áminningar til dagliga lívið.

Saddukearar

Saddukearnir (hebraiskt: צדוקים; Tzedukim) var ein jødiskur bólkur ið vóru mótstøðumenn av Farisearunum (nútíðar rabbinsku jødarnir). Hesin bólkur hvarv eftir at templið (Heródesar tempul) í Jerúsalem varð lagt í oyði, í ár 70 e.Kr.

Hebraiska navnið 'Tsdoki' bendir á at teir fylgdu læruni hjá Høvuðsprestinum Tsádok, í føroysku bíbliuni stavað Zádok, ið krýndi Sálomon til kong í byrjanini av fyrra tempultíðarskeiðnum.

Í Ápostlasøguni fáa vit at vita, at Saddukearnir trúgu hvørki uppá uppreisn (lív eftir deyða) , einglar ella anda. Ápostl. 23:8: Tí at Saddukeararnir siga, at eingin uppreisn er til, og heldur ikki eingil ella andi. Men Fariseararnir halda tey bæði.

Sálomonstemplið

Sálomonstemplið (hebraiskt: בית המקדש) (umleið 957 f. Kr.) var sambært Bíbliuni hitt fyrsta templið hjá Ísraels fólki í Jerúsalem. Tað var ein miðdepil fyri gudsdyrkan og offurtænastu jødanna og uttan iva eisini eitt av heimsins undrum. Fyri ein persón, sum játtar seg til hina kristnu trúnna, hevur templið eisini ein sera týdningarmiklan leiklut. Frá Tjaldtemplinum hjá ísraels fólki á teirra oyðimarkarferð, til Jerúsalem - hitt lovaða landið, og víðari til kristindómin sum heild, hevur templið ein sentralan leiklut fyri trúarsamleikan hjá bæði jødum og kristnum.

Onnur mál

This page is based on a Wikipedia article written by authors (here).
Text is available under the CC BY-SA 3.0 license; additional terms may apply.
Images, videos and audio are available under their respective licenses.