Páskir

Páskirnar eru størsta kristna hátíðin. Vit minnast Jesu deyða og uppreisn og siður hansara á deyða og á tí illa. Fyri tey kristnu er hetta gleðiboðskapurin um, at menniskjan nú hevur at­ gongd til Guds ríki í trúnni á Jesus. Paulus ápostul sigur, at um Jesus ikki var deyður, so var kristni boðskapurin syndarligur, og tá var trúgvin til fánýtis. Tað er ikki vist, at tey fyrstu kristnu hava hildið páskir. Seint í 3. øld varð semja gjørd um, at Jesus doyði langafríggjadag og reis upp sunnudag. Eftir kirkjufund í Nikea ár 325 varð tíðar­ bilið fyri páskirnar lagt. Halgidagarnir um páskirnar eru: Pálmasunnudagur, skírhósdagur, langifríggjadagur, páskadagur (páskasunnudagur) og 2. páskadagur. Skírhósdagur, langafríggjadagur og páskaaftan vórðu róptir: Triduum sanctum – tríggjadagahalgan, síðsta stigið í fyrireikingunum til at halda páskir. Hátíðarhaldið hevur frá fyrndini verið til at fagna várinum og hinum vaknandi gróðrinum.

Bíbliunnar frásøgn um Jesu líðing, deyða og uppreisn hevur hugkveikt mong tónaskøld og sálmayrkjarar gjøgnum tíðirnar, klassisk og nútímans. Ofta verða ymisk tónaverk og sangverk framførd um páskirnar. Nevnast kann passiónstónleikurin í protestantisku kirkjuni, ið snýr seg um Jesu líðing. Kendasta klassiska tónaskaldið er Johann Sebastian Bach, ið hevur skrivað Matteus- og Jóhannes­passiónina. Tað verður hildið, at hann eisini hevur gjørt Lukas­passiónina og Markuspassiónina. Her fnna vit solistar, ið umboða Jesus, Judas, Pilatus og onn­ur kend nøvn. Einstøku partarnir eru knýttir saman við sálmum, ið undirstrika søgugongdina og samstundis knýta samband við protestantisku gudstænastuna.

SVouet
Vit hátíðarhalda páskir til minnis um, at Jesus mátti líða og doyggja fyri okkara syndir.

Orðalýsing

Páskir er kvennkynsorð í fleirtali og ikki hvørkikynsorð, sum hoyrist so mangan. Tí eiga vit av røttum at siga eitt nú "gleðiligar páskir" og ikki "gleðilig páskir", "eg var og ferðaðist um páskirnar" og ikki "um páskini". Í norrønum máli var tað kallkynsorð í fleirtali páskar, men kom eisini fyri sum kvennkynsorð í sama sniði. Men í norrønum kemur tað eisini hendingaferð fyri í teirri mynd, sum vit kenna tað: páskir sum kvennkynsorð. Soleiðis t.d. í hinum stóra fornnorska bíbliusøguverkinum, sum gongur undir navninum Stjórn. Har stendur undir 1. Mósebók "laugardaginn fyrir pásk¬ir", t.e. "leygardagin fyri páskir". Á nútíðaríslendskum er tað kallkynsorð páskar. Men hví er so stór óvissa um kyn og form á hesum orði longu frá fyrndini? Frágreiðingin man helst vera tann, at hetta er tøkuorð, ikki upprunaorð í málinum, men innkomið uttaneftir, t.e. sunnaneftir við kristindóminum. Tað er komið um grikskt og latín úr hebráiskum máli, tí máli, sum Gamla Testamentii er skrivað á, har tað æt pesach og merkti "at leypa um". Ein týðandi táttur í páskahaldinum hjá gýðingum var at eta páskalambið. Á týskum eita páskir Ostern og á enskum easter. Hildið verður, at tað er komið av navninum á eini gyðju ella gudinnu fyri várinum. Tað er skylt millum annað við ættarnavnið eystur, har sum sólin kemur upp.

Jødiskir páskasiðir

Jødar halda páskir til minnis um, tá ið ísraelsfólk sluppu út úr trælahaldinum í Egyptalandi. Jerúsalem í Ísrael var staðurin, har øll fóru á páskum, tí her stóð templ­ið. Tá ið tað var rivið niður, seinastu ferð ár 70 e.Kr., helt fólkastreymurin uppat, men enn er Jerúsalem staðurin, har nógvir jødar ferðast á páskum. Í tempultíðini ofraðu tey lomb á páskum. Í dag eta jødar páskamáltíð, har maturin hevur symbolskan týdning. 

Jødisku páskirnar stava frá tí ferðini, tá ið Gud bjargaði ísraels­ fólki undan teimum tíggju plágunum. Tá ið tíggjunda plágan skuldi koma, sigur Gud ísraelsfólki, hvussu tey skulu bera seg at, skal deyðseingilin ikki koma á gátt. Tað var blóðið av lambi, ið skuldi smyrjast um úthurðina, sum tekin fyri, at Gud vildi bjarga teimum. Hetta var ikki fremmant fyri teimum, tí vanligt var at ofra til Gud, at bøta um syndir, og tá varð blóð nýtt. Prestar tóku sær av hesum. Blóðið av lombum undan seyði ella geitum varð ofrað á altarinum í templinum. Fólk tóku deyða lambið, ið tey høvdu samsýnt fyri, heim við sær og mat­ gjørdu. Hetta var páskalambið, sum tey ótu á páskum. Jødar ferðaðust tríggjar ferðir um árið til Jerúsalem, tá ið templið stóð. Teir høvdu offurgávu við sær til prestarnar og templið.

Allahalgannadagur

Allahalgannadagur er 1. november, og verður í Føroyum eisini hildin sum minningardagur teirra sjólátnu.

Í 2006 vórðu eisini guðstænastur hildnar fyri deyð børn í árinum. Onkuntíð verður dagurin eisini nevndur Alhalgunadagur.

Annar páskadagur

Annar páskadagur er dagurin eftir páskadag. Annað páskakvøld er stórt dansikvøld - hetta kemst av, at upprunaliga varð ikki dansað í føstu, og tí var annað páskakvøld fyrsta kvøldið, har fólk aftur sluppu at dansa. Dagurin er mánadagurin eftir páskir.

Brøðrasamkoman

Brøðrasamkoman er vanligt heiti á kristnari leikmanna vekingarrørslu í Føroyum. Brøðrasamkoman er í dag tann størsta kristna samkoman uttanfyri fólkakirkjuna við samkomuhúsum í flestu størru bygdum, td. Ebenezer í Havn, Betesda í Klaksvík, Berøa í Saltangará, Hebron á Argjum og Bethel í Vági. Íalt hevur samkoman eini 30 samkomuhús í størri og smærri bygdum um alt landið, tey flestu við bíbilskum navni, umframt at onkur samkoma heldur til í leigaðum hølum, td. samkoman Lívdin í Hoyvík. Brøðrasamkoman hevur ongan skrásettan limaskap, men fevnir helst um eini 12% av fólkatalinum í Føroyum, í støðum upp til 40%. Hvør bygdasamkoma er sjálvstøðug, og rørslan er ikki skipað í landsnevnd ella líknandi. Ongin er formliga settur í starv í samkomuni. Rørslan hevur ongan prest at leiða samkomufundirnar ella at prædika.

Faðir vár

Faðir vár er ein kristin bøn sum er at finna í Mattheusevangelienum, kapittul 6, ørindi 9-13. Milliónir av menniskjum á allari jørðini kenna bønina, sum nógv nevna faðirvár. Orðið verður brúkt um víðagitnu bønina, sum Jesus sjálvur brúkti til fyrimynd fyri bønir til Gud.

Í innganginum til hesa fyrimyndarbønina segði Jesus við áhoyrarar sínar: "Tí skulu tit biðja soleiðis:"

Faðir vár, Tú, sum ert í Himli.

Heilagt verði navn Títt.

Komi ríki Títt.

Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørð.

Gev okkum í dag okkara dagliga breyð.

Og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda.

Leið okkum ikki í freistingar, men frels okkum frá tí illa.

Tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir.

Amen

Hvítusunna

Hvítusunna (á skandinaviskum "pinse", á týskum "Pfingsten"), hin fimmtiundi dagur eftir páskir. Kemur av grikska "pentekoste", sum er "tann 50. dagurin". Hvítusunna kemur helst frá gomlum enskum: "hwita sunnandæg". Í kristnu kirkjuni (49 dagar eftir páskir) hátíð til minnis um Heilaga Andans komu. Upprunaliga jødisk heystfest. Jødar nevna hesa hátíð sjeyvikuhátíðina, tí at hon verður hildin sjey vikur eftir páskir. Upprunaliga var sjeyvikuhátíðin ein takkarhátíð fyri kornheystingina, men rabbinarnir hildu hana til minnis um sáttmálan á Sinai.

Jehova Vitni

Jehova Vitni er ein altjóða kristin trúarrætningur. Jehova Vitni royna at venda aftur til sið og trúgv í kristnu fornkirkjuni, trúgva at afturkoma Jesu Krists verður í næstum og trúgva ikki uppá vanligu kristnu tríeindina. Charles Taze Russell stovnaði í 1870-unum bólkin sum í dag kallar seg Jehova Vitni. Í fyrstuni vórðu tey nevnd Bíbliunæmingarnir. Men í 1931 tóku tey við bíbilska navninum Jehova Vitni. Samskipanin, sum byrjaði í smáum, er nú vaksin so mikið, at 8.340.847 vitni íðin boða í flestum londum kring heimin. Jehova Vitni eru serliga kend fyri at boða boðskap sín dyr-til-dura, har tey eisini útvega fólki, ið bjóða teimum inn, bøkur og annað tilfar. Eisini taka Jehova Vitni ikki ímóti blóði, og gera heldur ikki hernaðartænastu, sum hevur skapað stríð í ymiskum londum. Tey hátíðarhalda ikki jól, páskir ella føðingardagar, tí teir verða mettir at vera heidnir heilidagar og ikki í sambæri við kristindóm. Jehova Vitni halda, at Sátan eigur verðsliga heimin og síggja hann sum spiltan, tí avmarka tey samband við verðsliga heimin og fólkið. Fyri at fáa limir at akta, verða summir onkuntíð skildir frá øðrum fólki, um teir hava gjørt okkurt skeivt sambært Jehova Vitnum.

Flestu samkomur Jehova Vitna hava møti tríggjar ferðir um vikuna. Frálæra Jehova Vitna er grundað á Bíbliuna. Møtini byrja og enda við bøn, og á flestu møtunum er eisini "andaligur lovsongur". Atgongdin er ókeypis, og eingin innsavning fer fram. Flestu samkomur halda møti í einum ríkissali. Talan er vanliga um einfaldar bygningar, sum sjálvboðin vitni hava reist. Hvørki halgimyndir, krossar ella annað slíkt er at finna í ríkissalinum. Útreiðslur bólksins verða goldnar við sjálvbodnum gávum.

Í øllum samkomum eru elstar ella umsjónarmenn, sum stíla fyri undirvísingini í samkomuni. Teir hava samkomutænarar at hjálpa sær. Hesir menninir eru ikki hevjaðir yvir hini í samkomuni. Teir verða ikki nevndir við serligum heitum. Teir eru ikki øðrvísi ílatnir enn onnur. Og teir fáa ikki løn fyri sítt arbeiði. Hinir elstu taka sær viliga og við gleði av andaliga tørvinum í samkomuni. Teir kunnu ugga og hjálpa í truplum tíðum. Jehova Vitni halda eisini á hvørjum ári størri og minni stevnur. Tá savnast fleiri samkomur um eina serliga skrá við undirvísing úr Bíbliuni. Á øllum stevnunum er dópur av nýggjum lærisveinum fastur táttur á skránni.

Alheims høvuðsskrivstovan Jehova Vitna er í New York í USA. Har situr Stýrandi Ráðið, ein bólkur av royndum elstum, sum leiðir ta heimsumfatandi samkomuna. Annars eru eisini meira enn 100 deildarskrivstovur kring heimin. Á teimum arbeiða sjálvboðin við at framleiða og senda bíbilskan lesnað. Boðanararbeiðið á staðnum verður eisini skipað haðani.

Jesus

Jesus (griksk úttala av navninum Joshua, sum merkir "Harrin er Frelsarin") Kristus (upprunaliga grikskt orð, sum týðir "tann salvaði", so sum tað hebráiska Messias) var sambært tí kristnu læruni sonur Guds og sum doyði fyri syndir menniskjanna. Kristindómurin er heimsins størsti átrúnaður og er trúgvin á Jesus Krist sum harra og frelsara menniskjanna. Navnið kristindómur kemur eisini av orðinum "Kristus". Vit lesa um Jesus í evangeliunum í Nýggja Testamenti. Evangeliini eru fýra í tali. Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes hava skrivað hvørt sítt. Teir kendu Jesus, sum var jødi, føddur í Betlehem í Júdea. Viðhaldsfólk Jesu trúðu, at hann var sonur Guds. Tá ið Jesus var um 30 ára gamalur, gekk hann um í Ísrael og boðaði nýggjan boðskap. Hann greiddi frá hugsanum sínum í søgum (líknilsum). Evangeliini siga frá undurverkum hansara, sjúk grøddi hann og vakti upp deyð.

Summi óttaðust, at Jesus fór at eggja til uppreistur móti rómverjum, ið ráddu Palestina. Jesus varð handtikin, avhoyrdur og dømdur til deyða. Hann sýndi seg fyri næstu viðhaldsfólkunum, eftir at hann var deyður. Teir trúðu til fulnar, at Gud hevði reist hann upp frá deyðum. Kristna kirkjan er grundað á hesa trúgv. Boðskapurin um Jesus varð skjótt borin um alt Rómverjaríki.

Kristus er eitt grikskt orð. Tað merkir kongur. Fólk, ið trúgva á Jesus Kristus, verða rópt kristin. Ta kristnu trúnna nevna vit kristindóm. Á arábiskum máli eitur Jesus Isa, og muslimarnir rokna hann sum profet.

Jødadómur

Jødadómurin varð til um 2000 f.Kr., tá ið hebrear settu seg niður í tí, sum nú mest er Ísrael. Jødadómurin er upprunin at hinum báðum átrúnaðunum, ið bara hava ein gud, kristindóminum og islam. Eingin ávísur maður verður sagdur at hava stovnað jødadómin, men Ábraham var fyrsti oddamaðurin.

Jødar vænta, at sendiboð Guds, Messias, skal koma og bøta um lívkorini í heiminum. Messias skal endurstovna gamla kongsríki jøda. Ríkið fór til grundar í 6. øld f.Kr. Halga bók teirra er jødiska Bíblian - Gamla Testamentið, og týdningarmest er Toran - tær fyrstu fimm Mósebøkurnar. Eftir jødajagstranirnar í Evropa, stovnaðu jødarnir sítt egna ríki Ísrael í 1948, men enn búgva nógv flestu jødar víða um í heiminum.

Átrúnaðarligur leiðari eitur rabbinari. Hann lærir jødar lógirnar og leggur tær út. Rabbinarar granska og lesa tvær halgibøkur, Talmud og Tora, sum eru skrivaður á bókarullur. Í Talmud stendur, hvussu jødar eiga at liva, og hvussu lógirnar eru at skilja. Retttrúgvandi jødar (ortodoksir) liva eftir skriftunum og halda tey mongu boðini til lítar. Boðini eru m.a. um mat og klædnabúna, til dømis er ikki loyvt at eta skeljadýr ella svínakjøt. Jødar, ið ikki eru "rætttrúgvandi", halda ikki boðini so strangliga.

Jødar halda gudstænastu í sýnagoguni.

Kristindómur

Kristindómurin varð til fyri 2.000 árum síðan. Stovnari var Jesus Kristus, ið varð føddur í Betlehem í Ísrael. Jesus var føddur jødi, men fór at leggja út jødisku skriftirnar øðrvísi enn teir skriftlærdu. Eftir at hann var deyður, varð læra hansara skrivað niður, og er tann parturin av Bíbliuni, sum verður róptur Nýggja Testamentið. Tey kristnu trúgva á ein Gud, og at Jesus er sonur Guds. At hann reis upp frá deyðum, og at tey, sum trúgva á hann, skulu eiga ævigt lív. Tekn kristindómins er krossurin, sum Jesus doyði á.

Páskadagur

Páskadagur er kristin halgidagur til minnis um uppreisn Jesusar, sum sagt verður frá í Bíbliuni, í Matteusar evangelium kap. 28; Markusar evangelium kap. 16; Lukasar evangelium kap. 24 og Jóhannesar evangelium kap. 20.

Páskadagur er ikki sama dato hvør ár, men er altíð fyrsta sunnudag eftir fyrsta fullmána eftir várjavndøgur. Páskadagur kann sostatt í fyrsta lagi vera 22. mars (1818, 2285) og í seinasta lagi 25. apríl (1886, 1943, 2038). Navnið kemur av hebráiska orðinum pasah, sum merkir "at fara um" ella "at leypa um", og sipar til at deyðseingilin skuldi leypa um hús hebreara í Egyptalandi. Summir halda, at orðið kanska merkir "at fara yvirum", og skipar til útferðina úr Egyptalandi, tá ið ísraelsmenn gingu turrskøddir um Reyðahavið. Í hvussu so er gjørdust páskir týdningarmesta hátíðina hjá jødum, til minnis um hesar hendingar. Hon varð hildin í mánaðinum nisan (mars/apríl). Við uppreisn Krists verða páskir eisini týdningarmesta høgtíðin hjá kristnu kirkjuni, men nú við einum øðrum dámi.

Tað var kortini ikki fyrr enn á einum kirkjufundi í Nikea í árinum 325, at teir samdust um, at páskadagur skuldi vera fyrsta sunnudag eftir fyrsta fullmána eftir várjavndøgur ella fyrsta sunnudag eftir várjavndøgur, um fullmáni er henda dagin.

Sandavágs kirkja

Sandavágs kirkja er bygd undir 1. veraldarbardaga. Arbeiði byrjaði í 1914, og varð kirkjan vígd 3. sunnudag eftir páskir, 29. apríl í 1917. Magnus Jacobsen (Magnus av Kamarinum) teknaði kirkjuna og gjørdi arbeiðsfrágreiðing. Hon er 19,70 m long og 9,60 m breið. Undir byggingini var hann sjálvur byggimeistari og formaður. Fyri arbeiðinum stóð Jógvan Elias Thomsen, keypmaður í Sandavági. Í arbeiði hevði hann Andreas Joensen úr Kvívík sum arbeiðsformann, og 9 smiðir úr Sandavági og Miðvági. Brøðurnir í Geil í Havn, Petur Alberg og Christin H. Isaksen, málaðu kirkjuna, bæði innan og uttan. Petur Alberg setti litirnir á. H.C.W. Tórgarð, timburmeistari og arkitektur, úr Havn, hevði eftirlit við arbeiðinum.

10. august 1891 gav Thomas Thomassen (Tummas í Bartalsstovu) altartalvuna sum hongur í kirkjuni í dag. Frásagnir siga, at Lucie Ingemann (1792-1868), sum var kona B. S. Ingemanns skald, hevur málað altartalvuna. Talvan, sum varð unvæld í 1997, er mett at vera umleið 150 ára gomul.

Á kórvegginum uppi yvir altarinum eru sjey málningar, sum Kristin í Geil hevur málað eftir gomlum kirkjumálningum. Jógvan Elias Thomsen hevur givið kirkjuni málningarnar.

Sanna Jesuskirkjan

Sanna Jesuskirkjan (á enskum: True Jesus Church) er ein óheft kirkja, sum var grundað í Beijing, Kina í 1917. Í dag eru millum 1,5 og 2,5 mió. limir í 45 londum í seks heimspørtum. Kirkjan hevur rót í hvítusunnurørsluni, sum spretti í USA fyrst í 1900-talinum. Kirkjan hevur sum endamál at boða gudsorðið til allar tjóðir áðrenn Jesu afturkomu.

Teir tíggju lærusetningarnir eru:

Heilagi andin

Dópurin

Fótatváan

Hin heilaga kvøldmáltíðin

Hvílidagurin

Jesus Kristus

Bíblian

Frelsa

Kirkjan

Afturkoman

Sýria

Sýria, eisini Sýrialand, (arábiskt: سورية sūriyya ella سوريا sūryā), alment Sýriskt Arábiska Lýðveldið (arábiskt: الجمهورية العربية السورية), er eitt vestur asiatiskt land í Miðeystri ið hevur mark til Ísrael, Libanon, Jordan, Irak, Turkaland og Miðalhavið. Sýria er gamalt land, og høvuðsstaðurin Damaskus er av elstu býum í heiminum. Av tí at mangir týdningarmiklir handilsvegir vóru ígjøgnum Sýria, stóð landið ofta undir fremmandum valdsharrum, t.d. rómverjum, arábum, grikkum og turkum. Eftir fyrra heimsbardaga varð Sýria franskt varðland, til tað fekk fult frælsi í 1946. Síðan tá hevur Sýria mangar ferðir verið við í kríggjum ímóti Ísrael. Flestu sýrar eru muslimar og tala arábiskt. Flestir sýrar eru sunni-muslimar, ið er størsti islamski trúarflokkurin; men aðrir muslimskir trúarbólkar eru eisini, m.a. shiar, ismaliar og alavitar. Alavitar trúgva ikki bara á islam, men hava eisini tikið úr kristindóminum til sín. Til dømis halda teir bæði jól og páskir. Í gomlum døgum varð ofta søkt at alavitum; men nú eru mangir vorðnir ríkir og máttmiklir. Assad forseti er alaviti.

Stívliga helvtin av landinum er oyðimørk; men har eru eisini fruktagóðir áardalar. Evfrat rennur ígjøgnum Landnyrðings-Sýria úr Turkalandi til Iraks. Sýrar hava bygt eina ovurstóra byrging um ánna til tess at veita vatn á landbúnaðarlendi og fáa ravmagnsorku. Orkuverkini við byrgingina gera 75 % av øllum ravmagni, ið Sýria nýtir. Stórt vatn — nevnt Assadvatn - er oman fyri byrgingina. Marknaðir, nevndir souk, eru í øllum bygdum og býum í Sýria. Úr keypbúðum og vognum, ið eru sett upp í trongum gøtum, er alskyns vøra at fáa, grønmeti, teppi, prýði, flættaðar kurvar og kaffiketlar. Her er lívligt, og fólk koma úr øllum ættum at keypa og selja, hitta vinir og kenningar ogat tingast um, hvat vørur skulu kosta. Samanumtikið eru marknaðirnir annað enn bara keypsstaðir; teir eru týðandi miðdeplar í arábiskari mentan.

Fjølbroytta søga Sýria sæst aftur í mongu fornminnunum úr gomlum stórmentanum. Í 3. øld e. Kr. var Palmyra blómandi karavanbýur við borgum, templum og leikhúsum; men rómverjar løgdu býin í oyði, tá ið fólkið sýtti fyri at geva seg undir rómverskt land. Palmyra er við eina grønu (oasu) í útryðjuni í Sýriaoyðimørk og er ein av best varðveittu fornaldarbýum í heiminum.

Ísrael tók Golanheyggjar í seks-dagakrígnum í 1967. Teir eru týdningarmiklir hermálsliga fyri Ísrael, tí haðan er gott útsýni oman yvir Jordandal. Ísraelar fáa eisini nógv drekkivatn haðan. Heyggjarnir hava verið høvuðssmál í friðarsamráðingum ímillum Ísrael og Sýria, og skotið hevur verið upp, at Golanheyggjar skulu vera avvápnað øki, og at Ísrael skal lata Sýria teir aftur.

Trúarjáttan

Ein trúarjáttan er ein tekstur, ið orðar grundleggjandi læruna í eini trúgv.

Onnur mál

This page is based on a Wikipedia article written by authors (here).
Text is available under the CC BY-SA 3.0 license; additional terms may apply.
Images, videos and audio are available under their respective licenses.