Kreta

Kreta (Grikskt mál:Κρήτη / Kriti) er ein oyggj í Grikkalandi. Hon er størsta oyggin og eisini tann fólkaríkasta oyggin í Grikkalandi, í 2011 búðu 621.340 fólk har. Kreta er 5. størsta oyggj í Miðjarhavinum. Kreta er eitt av 13 fyrisitingarligum økjum í Grikkalandi. Kreta var miðdepil fyri Minoiska mentan umleið 2700–1420 á.Kr., tað var tann fyrsta framkomna mentanin í Evropa, sum m.a. gjørdi tey fyrstu slottini í Evropa.[1] Kreta liggur millum Egearahavið, sum er fyri norðan, og Libiska havið, sum er fyri sunnan. Kreta strekkir seg yvir 260 km frá vestara til eystara endan av oynni, hon er 60 km breið (suður/norður) á breiðasta staðnum og bert 12 km á tí smalasta staðnum, sum er tætt við Ierapetra. Kreta er 8.336 km2 til støddar, strandalinjan er 1.046 km. Kreta liggur umleið 160 km sunnanfyri grikska meginlandið.

Periferia Kritis
Kreta er størsta oyggin í Grikkalandi
Agios Nikolaos R02
Havnin í Agios Nikolaos
Feather prince
Frá fornminnisavninum í Iraklion, listarverk frá Knossos umleið ár 1550 á.Kr.

Býir

Iraklion (fyrr: Heraklion) er tann størsti býurin og høvuðsstaðurin á Kreta. Teir størru býirnir á Kreta eru hesir:
  • Iraklion (Heraklion ella Candia) (130.914 íbúgvar í 2001)
  • Chania (Hania) (53.373 íbúgvar)
  • Rethymno (27.868 íbúgvar)
  • Ierapetra (23.707 íbúgvar)
  • Agios Nikolaos (19.462 íbúgvar)
  • Sitia (14.338 íbúgvar)

Fjøll og dalar

Kreta hevur sera nógv og høg fjøll, ein fjallaryggur fer um alla oynna frá vestri til eystur, skapað av trimum bólkum av fjøllum:

  • Tey Hvítu Fjøllini ella Lefka Ori 2452 metrar høgt
  • Psiloritis 2456 metrar høgt
  • Dikti Fjøllini 2148 metrar høgt
  • Kedros Fjallið 1777 metrar høgt
  • Thripti 1489 metrar høgt

Hesi fjøllini hava givið Kreta dalar, so sum Amari Dalurin, fruktagóða jørð sum t.d. Lasithi Víddirnar, Omalos og Nidha; holur, so sum Diktaion og Idaion (føðistaðið hjá tí forna grikska gudinum Zeus); og nakrar gjáir.

Mentan

Kreta hevur sína serligu dialekt, sum líkist frá málinum, sum verður tosað á fastlandinum, tey brúka serlig orð sum bert verða brúkt á Kreta, og úttalan er eisini serlig, t.d. hava tey nøkulunda sama ki (kji) ljóði, sum vit hava á føroyskum. Á Kreta hava tey eisini sítt egna slag av skaldskapi, yrkingar sum verð navndar ''Mantinades''. Kreta er kent fyri sín serliga mantinades tónleik, har tey serliga brúka ljóðførini kretensisk lyra og laouto. Kretensarar hava eisini teirra egnu fólkadansir, mest kendur er Pentozali. Í nýggjari tíð hava rithøvundar av Kreta havt stóran týdning fyri grikskan skaldskap. Vikentios Kornaros, skrivaði eina episka romansu Erotokritos í 17. øld (Grikskt mál: Ερωτόκριτος), og í 20. øld gjørdist Nikos Kazantzakis ein sera kendur rithøvundur, hann hevur t.d. skrivað Zorba the Greek, sum seinni bleiv filmatiserað. Í renesansuni var Kreta heimstaður fyri tí kretensiska skúlanum fyri ikon málningalist, sum seinni ávirkaði El Greco og gjøgnum hann ávirkaði málningalist í Evropa.

Keldur

  1. Ancient Crete Oxford Bibliographies Online: Classics

Slóðir úteftir

Evvia

Evvia (grikskt: Εύβοια, Euvoia, forngrikskt: Εὔβοια, Eúboia) er næststørsta oyggin í Grikkalandi í vídd og eftir fólkatalið, næst eftir Kreta. Tað smala Euripus-sundið skilur oynna frá Viotia á grikska meginlandinum. Oyggin er long og smøl og líkist einum sjóhesti, sæð úr erva. Hon er 150 km long og í breiddini er hon millum seks og 50 km. Oyggin strekkir seg úr útnyrðingi móti landsynningi og hevur ein fjallarygg, sum byrjar á meginlandinum í Tessalia, gongur gjøgnum alla Evvia og víðari til oyggjarnar Andros, Tinos og Mykonos. Hægstu fjøllini á Evvia eru: Dirfys (1.745 m), Pyxaria (1.341 m) í ein landnyrðing og Okhi (1.394).

Grikkaland

Grikkaland (grikskt: Ελλάδα ella Ελλάς) er lýðveldi í landsynningshorninum av Evropa. Høvuðsstaðurin er Athen, sum eisini er størsti býur. Í ein útnyrðing hevur Grikkaland mark við Albania, í norðri við Bulgaria, í landnyrðing við Lýðveldið Makedónia og í eystri við Turkaland. Landið hevur umleið 10 mió. íbúgvar og høvuðsmálið er grikskt (nýgrikskt). Grikkaland er limur í ES. Í nýggjari tíð stóðu grikkar undir turkum í 400 ár, til landið, við hjálp uttaneftir, vann sær frælsi í 1832. Frælsiskríggið byrjaði í 1821, landið skuldi viðurkennast í 1830 við London-avtaluni, men orsakað av juli-kollveltingini í Fraklandi, varð skjalið frá 1830 ikki fullført. Altjóða viðurkenningin av Grikkalandi sum fræls tjóð kom í 1832. Ikki fyrr enn í 1947 fingu grikkar syðru Sporaduoyggjar (Dodekanes) aftur frá Italia.

John Arni Nilssen

IM John Arni Nilssen er ein føroyskur telvari, sum í 2013 vann heimsmeistaraheitið fyri amatør-telvarar, tvs. fyri telvarar sum høvdu eitt styrkital á minni enn 2400. Kappingin varð hildin á griksku oynni Kreta í mai 2013. Til HM kappingina kom hann í A-bólkin, hann fekk 6½ stig av 9 møguligum og endaði ½ stig fremri enn týskarin, Torsten Lang. Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur telvari vinnur eina alheims kapping í talvi, sum altjóða talvsambandið FIDE skipar fyri.

John Arni er úr Skopun, men í løtuni búsitandi í Keypmannahavn. Hann telvaði sum ungur í felagnum Róki í Skopun, síðan fór telvaði hann fyri Havnar Telvingafelag. Hann hevur fleiri ferðir verið á Talv-Olympiadu umboðandi Føroyar.

Klassiskar gudalærur

Tær klassisku gudalærurnar eru tann grikska og tann rómverska gudalæran. Á øðrum málum verður orðið mytologi brúkt um hesar gudalærur.

Kykladurnar

Kykladurnar (Grikskt mál: Κυκλάδες / Kyklades) eru ein oyggjabólkur í Grikkalandi. Oyggjarnar eru í ein landsynning frá meginøkinum. Grikska navnið Kyklades sipar til oyggjarnar sum liggja rundan um (κυκλάς) heilagu oynna Delos. Tað eru umleið 220 oyggja og hólmar í oyggjabólkinum. Oyggjarnar liggja í Egearahavinum. Grikska kettuslagið Egeiska kettan, kemur upprunaliga frá Kykladunum. Kykladurnar vóru fyrr ein fyrisiting eind. Ermoupoli á oynni Syros er høvuðsstaður í Kykladunum og var fyrisitingarmiðdepil, tá Kykladurnar vóru eitt prefektorat. Oyggjarnar eru fjallatoppar av einum størri landøkið, sum er sokkin í havið, uttan tvær av oyggjunum, Santorini og Milos, sum eru av vulkanskum uppruna. Jørðin er ikki serliga fruktagóð á Kykladunum, burtursæð frá á størstu oynni Naksos. Á oyggjunum dyrka tey m.a. víndrúvur, frukt, hveiti, oljuber og tubbak. Veðurlagið er turt og milt. Um summarið er ofta vatnmangul á fleiri av oyggjunum, og vatn má tá flytast við tangaskipum til oyggjarnar. Ferðavinna spælir ein stóran leiklut á fleiri av oyggjunum. Kykladumentanin var til seint í steinøldini og tíðliga í bronsuøldini, longu áðrenn tann Minoiska mentanin blómaði mitt í bronsuøldini á Kreta.

Lesbos

Lesbos (Grikskt mál: Λέσβος / Lesvos, eisini nevnd Μυτιλήνη Mytilini eftir høvuðsbýnum Mytilene) er ein griksk oyggj í landnyrðingspartinum av Egearahavinum. Oyggin er 1.632 km2 til støddar og hevur 32 km strandalinju. Oyggin er triðstørst av griksku oyggjunum næst eftir Kreta og Evvia. Oyggin hevur stutta frástøðu til Turkaland, bert Mytilini Sundið skiljur oynna frá Turkalandi. Lesbos er ein regional eind og kommuna í Norður Egearaøkinum (Περιφέρεια Βορείου Αιγαίου). Norður Egearaøkið er eitt av 13 økjum (regiónum) í Grikkalandi, frá 1987 til 2011 vóru tríggjar oyggjar í hesum økinum, hinar báðar vóru Khios og Samos. Síðan 1. januar 2011 eru tvær oyggjar komnar afturat, tær eru Ikaria og Lemnos. Fólkatalið á Lesbos er umleið 90.000, harav býr umleið ein triðingur í høvuðsbýnum Mytilini í landssynnings partinum av oynni. Restin av íbúgvunum búgva í smærri býum og bygdum á allari oynni. Teir størstu býirnir eru: Kalloni, Gera, Plomari, Agiassos, Eresos, and Molyvos (tað forna Mythymna).

Listi yvir forsætisráðharrar Grikkalands

Hetta er ein listi yvir teir persónar, sum hava sitið við ovasta valdinum í griksku stjórnini í tí nýmótans grikska lýðveldinum, frá tí at grikkar fingu teirra egnu sjálvstøðugu tjóð við tí griksku kollveltingini fram til dagin í dag. Sjálvt um ymisk almenn og hálv-almenn heiti hava verið brúkt í teimum fyrstu tíggjuáraskeiðunum í tí sjálvstøðuga Grikkalandi, so hevur heitið forsætisráðharri (Prime Minister á enskum og Πρωθυπουργός / prothypourgos) verið tann almenna heitið sum hevur verið brúkt í hvussu so er síðan 1843.

Listi yvir forsætisráðharrar í Grikkalandi

Náttúruvanlukka

Náttúruvanlukka er stór vanlukka elvd av náttúruávum. Gos, jarðskjálvti, vatnflóð, hungursneyð, stóreldar og farsóttir hava kravt mong mannalív um allan heim. Sterkari hús í jarðskjálvtaøkjum og byrgingar, ið tálma vatnflóð, hava minkað um vandan, ið stendst av nátturuvanlukkum.

Paros

Paros (grikskt: Πάρος) er ein griksk oyggj, sum liggur mitt í oyggjabólkinum, sum verður nevndur Kykladurnar (grikskt: Κυκλάδες), vestanfyri Naksos, sunnanfyri Mykonos, eystanfyri Antiparos og norðanfyri Ios og Sikinos. Oyggin er 195 km2 til støddar, har búgva umleið 8.000 fólk. Hægsta fjallið eitur Agios Elias og er 771 metrar høgt. Høvuðsbýurin, Parikia, liggur á vesturstrondini, har er tann mest týðandi havnin, sum hevur stóran týdning bæði fyri ferðavinnuna og fiskivinnuna á oynni. Fyrr í tíðini var Paros kent fyri marmor av høgari góðsku, og í dag sær man eisini fleiri marmorbrot á oynni, men í dag er oyggin betri kend sum ein ferðamannaoyggj. Fleiri ferjur sigla frá meginlandinum til Paros, ferðafólk bæði úr Grikkalandi og úr øðrum londum ferðast nógv til Paros, tó mest í summarhálvuni. Tann vælkendi norðanvindurin, sum verður nevndur Meltemi, blæsur inn yvir oynna um summarið, tað hevur gjørt, at við fleiri strendur er vindsurfing eitt av tilboðunum til tey ferðandi.

Skopelos

Skopelos (Grikst mál: Σκόπελος) er ein oyggj í Grikkalandi. Hon liggur í oyggjabólkinum Sporadurnar (Σποράδες / Sporades), eystarnfyri landslutin Thessalia á fastlandinum, í ein landnyrðing av næststørstu oynni, Evvia og millum tvær aðrar Sporaduoyggjar Skiathos og Alonissos. Skopelos er 95 km2 til víddar, eitt sindur størri enn Mykonos (85 km²) og Santorini (73 km²). Um vit samanbera við eina føroyska oyggj, so er Skopelos á stødd við Borðoy, sum er 95 km2. Á Skopelos eru tvey fjøll, ið eru hægri enn 500 metrar. Delfi sum er mitt á oynni er 681 metrar høgt, hitt fjallið er Palouki, tað er í landsynningshorninum á oynni og er 546 metrar høgt. Fleiri brot úr filminum Mamma Mia! vórðu tikin upp á Skopelos. Hetta hevur ført við sær, at ferðafólkatalið til oynna vaks munandi í tíðini eftir at filmurin varð vístur.

Onnur mál

This page is based on a Wikipedia article written by authors (here).
Text is available under the CC BY-SA 3.0 license; additional terms may apply.
Images, videos and audio are available under their respective licenses.