Kýpros

Kýpros (grikskt mál: Κύπρος, turkiskt mál: Kıbrıs) er ein stór, náttúruvøkur oyggj eystarlaga í Miðjarðarhavi og væl umtókt ferðamannaland. Oyggin er triðstørsta oyggj í Miðalhavinum. Høvuðsstaður er Nikosia, og landið hevur umleið 800 túsund íbúgvar. Aðrir stórir býir er Limassol, Larnaca og Papos. Almennu málini eru tvey í tali, grikskt og turkiskt. Kýpros er limur í EU. Oyggin liggur eystanfyri Grikkaland, sunnanfyri Turkaland, vestanfyri Sýria og Libanon í ein útnyrðin av Ísrael og norðanfyri Egyptaland.

Kýpros tað minsta landið, sum hevur havt eitt lið við í Champions League bólkaspælinum.

Κυπριακή Δημοκρατία
Kypriakí Dimokratía (grikskt)
Kıbrıs Cumhuriyeti (turkiskt)
Flagg Kýpros
(Flagg Kýpros)
Skjaldarmerki Kýpros
(Skjaldarmerki Kýpros)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: Imnos pros tin Eleftherian
Cyprus in its region (de-facto)
Alment mál Grikskt, Turkiskt
Høvuðsstaður Nikosia
Forseti Dimitris Christofias
'
Fullveldi 16. august 1960
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
9.251 km²
0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2011
 - tættleiki
 
1 120 489
121/km²
Gjaldoyra Evro (EUR)
Tíðarøki UTC +2
Økisnavn á alnetinum .cy
Telefonkota +357
Cyprus SBAsInRed
Kort yvir Kýpros, sum vísir markið millum syðra og norðara partin.

Søga

Fornøldin til miðøld

Tey fornastu prógvini ella tekin um at menniskju hava búð á Kýpros kunnu førast aftur til 10. øld áðrenn Krist. Fornaldar útgrevstir frá hesi tíðini eru m.a. tann væl varda neolitiska bygdin Khirokitia, sum hevur fingið status sum World Heritage Site við kravi frá UNESCO um "eyka verju" status, um so er at vápnaðar konfliktir fara fram[1] Tað sama er galdandi fyri Pafos og Málaðu kirkjurnar í Troodos. Á Kýpros eru eisini nakrir av heimsins elstu vatnbrunnum.[2]

Gjøgnum tíðina hevur Kýpros verið undir fleiri ymiskum harradømum. Oyggin var bygd av grikskum mykenum í tveimum bylgjum í 2. øld áðrenn Krist. Síðan hevur oyggin verið hersett av fleiri ymiskum stórmaktum: av Nýassíriska ríkinum, Egyptalandi og síðan av Persiska ríkinum. Í 333 á. Kr. tók Aleksandur Mikli ræði á oynni. Síðan varð oyggin stýrd av Ptolemaiska Kongaríkinum, av Rómverjaríkinum, av Byzantinska Ríkinum, av árabisku kalifatunum eitt stutt skifti, av tí franska Lusignan ríkinum og av Venesianarum, og síðan av Ottomanska ríkinum í 1571.

Nýggjari søga

Kýpros var undir Ottomanskum harradømi í meira enn trýggjar øldir. Kýpros kom undir bretskt stýri í 1878 til oyggin fekk frælsi í 1960,[3] og gjørdist ein limur í Commonwealth árið eftir.

Áðrenn oyggin fekk frælsi í 1960, var hon undir turkiskum og síðan bretskum yvirræði. Meginparturin av fólkinum eru grikkar, bara fimtingurin turkar. Drúgvt stríð var ímillum tey bæði fólkasløgini, og tað hevði við sær, at oyggin varð býtt sundur í 1974; sunnari partur er sjálvstøðugur við meiriluta av grikskt talandi kýpriotum, meðan norðari partur er turkiskur.

Eitt vápnað stríð tók seg upp hin 21. desember 1963, sum byrjaði tá tveir turkisk-kýpriotar vóru skotnir. Dagurin er síðan kendur sum Blóðigu jólini. Tað var byrjanin til eitt stríð millum hesi bæði fólkasløgini, ein partur av griksttalandi kýpriotunum ynsktu enosis, tvs. sameining við Grikkaland. EOKA B var ein paramiliterur felagsskapur, stovnaður í 1971 av General Georgios Grivas-Digenis, nevndur Grivas. Hesir royndu eina hernaðarliga kvettroynd, eitt coup d'état, stuðlaðir av griksku juntaðini, í 1974, men hetta miseydnaðist orsakað av at Turkaland gjørdi innrás og hersetti norðara partin av oynni. Stríðið sum endaði við, at oyggin bleiv býtt sundur í ein grikskan og ein turkiskan part í 1974. Umleið 150.000 griksttalandi kýpriotar búðu tó framvegis í norðara partinum og eini 50.000 turkisttalandi kýpriotar búðu í syðra partinum av oynni. Syðri parturin av Kýpros er sjálvstøðug tjóð og fevnir um 59% av oynni, meðan Norður Kýpros, sum fevnir um 36% av oynni, bert er viðurkend av Turkalandi. Stóra Bretland hevur harradømi yvir økjunum Akrotiri og Dhekelia, sum eru suðurstrondini, ávikavist strandaøkið sunnanafyri Limassol í syðra partinum av Kýpros og vestanfyri Famagusta í turkiska partinum av oynni og við markið longri suðuri, sí kortið høgrumegin.

Í dag (2013) er oyggin framvegis deild sundur í tveir partar, í syðra partinum, sum er tann parturin ið verður nevndur Kýpros, eru griksttalandi kýpriotar í meiriluta. Í norðara partinum av oynni, sum er undir turkiskum yvirvaldi, eru turkisttalandi kýpriotar í meiriluta.

Politikkur

Turkaland er einasta land, sum viðurkennir lýðveldið í turkiska Norðurkýpros. Lýðveldið varð stovnað eftir turkiska innrás á oynna í 1974 – eftir eitt kvett, sum griksku kýprotarnir saman við griksku hernaðarjuntuni av grikska meginlandinum skipaðu fyri. Grikski parturin av Kýpros hevur limaskap í ES.

Sí eisini

Keldur

  1. Unesco.org
  2. News.BBC.co.uk
  3. Cyprus date of independence
.cy

.cy er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Kýpros.

Armenia

Armenia (armenskt mál: Հայաստան, Hayastan, Hayq) er eitt lýðveldi í Asia. Tað er eitt land við høgum fjøllum. Høvuðsstaðurin eitur Jerevan. Landið hevur mark móti Georgia í norði, Aserbadsjan móti eystri og Turkaland og Iran móti suðri. Landið liggur mitt í millum eystur og vestur, bæði í Evropa og í Asia. Fólkatalið í Armenia var 3.015.100 í 2014. Hetta lítla fjallalandið var minsta lýðveldi í gamla Sovjetsamveldinum. Armenia var fyrsta kristna landið í heiminum. Øll grannalondini uttan Georgia eru muslimsk. Landið er avbyrgt frá havinum og má tí nýta vegakervið í grannalondunum, tá ið teir flyta út og flyta inn vørur; men stríð við bæði Georgia og Aserbadjan hevur havt við sær, at týdningarmiklar vørur hava trotið, t.d. brennievni.

Landbúnaður er høvuðsvinna í Armenia. Í hálendinum ganga neyt og seyður á biti, og á láglendinum dyrka bøndurnir korn og fruktrø.

Belgia

Belgia (niðurlendskt: België, franskt: Belgique, týskt: Belgien) er eitt land í Evropa. Høvuðsstaður er Brussel, og landið hevur umleið 11 milliónir íbúgvar. Mót norðri hevur Belgia mark við Niðurlond, í eystri við Týskland og Luksemburg, í surðri við Frakland og móti vestri er Norðsjógvurin, strandarlinjan er bert 65 km. Trý mál verða talað í Belgia. Sunnanfyri, við franska markið, talar fólkið franskt. Norðanfyri Brússel er málið flamskt, ið er nær skylt við niðurlendskt. Eystast í landinum er almenna málið týskt. Í Brússel talar mesta fólkið franskt, men mong tala eisini flamskt. Belgia var fyrst undir sponskum og so undir eysturríkskum ræði. Í 1815 varð landið sameint við Niðurlond. Í 1830 gjørdu belgiamenn uppreistur og tóku loysing, og Belgia gjørdist sjálvstøðugt kongsdømi.

Bulgaria

Bulgaria er eitt lýðveldi í Evropa. Í norðri hevur Bulgaria mark við Rumenia, í suðri við Turkaland og Grikkaland, og í vestri við Lýðveldið Makedónia og Serbia. Landaøki, ið nú er Bulgaria, hevur mestsum alla tíð sína staðið í skugganum av sterku grannum sínum. Bæði grikkar, rómverjar og turkar hava rátt her, og frá 1944 til 1989 var Bulgaria partur í kommunistiska Eysturevropa.

Estland

Estland er lýðveldi í Norðurevropa. Í suðri hevur Estland mark við Lettland, í eystri við Russland, og í vestri við Eystrasalt og í norðri við Finnlandsfjørðin. Høvuðsstaðurin er Tallinn (fyrr Reval).

Grikskt mál

Grikskt mál (ελληνικά - ellinika ella ελληνική γλώσσα / elliniki glossa) er ein sjálvstøðug grein av teimum indo-evropeisku málunum. Grikska málið er høvuðsmál í Grikkalandi og á Kýpros. Málið sum tey tosa í dag verður nevnt nýgrikskt, tað sum tey tosaðu og skrivaðu í fornøldini verður nevnt forngrikskt, harumframt eru tað onnur griksk mál, t.d. er nýgrikst ikki bara nýgrikst. Nýgrikskt er móðurmál hjá um 12.250.000 fólkum, harav um 9.850.000 í Grikkalandi og um 580.000 í Kýpros; Nýggja Testamenti er skrivað á koine grikskum, og tað er átrúnaðarligt mál í griksku ortodoksu kirkjuni.

Guernsey

Guernsey er sjálvstýrandi oyggj, men undir bretskum kongadømi. Høvuðsstaðurin er Saint Peter Port.

Kasakstan

Kasakstan ella Kasakhstan er eitt lýðveldi í Asia. Landið var partur av fyrrverandi Sovjetsamveldinum til desember 1991. Kasakstan er eitt land, ið liggur mitt í Asia. Har búgva umleið 18 milliónir. Harav eru 63 % kasakstanar, 23,7 % russar, 2,9 % uzbekar, 2,1 % ukrainar, 1,4 % uyghurar, 1,3 % tatarar, 1,1 % týskarar, 4,5 % onnur fólkasløg. Millum annað komu fleiri jødar til Kasakstan undir øðrum heimsbardaga. Landið er níggjundastørsta landið í heiminum við eini vídd á 2 724 900 km2, hvar 1,7 % er vatn. Størsti býurin eitur Almaty, har búgva 1,3 miljónir. Almaty varð høvuðsstaður til 1997. Býurin er kendur fyri sínar flottu bygningar. Høvuðsstaðurin í Kasakstan eitur Astana, hann gjørdist høvuðsstaður í 1997.

Grannatjóðirnar hjá Kasakstan eru: Russland, Kina, Kirgisia (Kyrgyzstan), Usbekistan og Turkmenistan. Harumframt liggur landið við Kaspiska Havið.

Nógv kenna kanska Kasakstan frá skemtifilminum Borat. Men Landið er ikki júst sum tað er lýst í filminum. Tad er eitt rættliga reint og ríkt land.

Lettland

Lettland er lýðveldi í Evropa. Í norðri hevur Lettland mark við Estland, í eystri við Russland, og í suðri við Hvítarussland og Litava.

Litava

Litava (Litaviskt: Lietuva) er lýðveldi í Miðevropa. Litava hevur mark við Eystrasalt, Russland (Kaliningrad) og Lettland í norðri, Pólland í vestri, og Hvítarussland. Litava mørkini eru, kanska meiri enn onnur evropeisk, broytt óteljandi ferðir í søguni. Litava skilur seg á mangan hátt frá hinum báðum Baltalondunum. Meginparturin av fólkinum er litavar; í Estlandi og Lettlandi er rættiliga stórur partur av fólkinum tilfluttir russarar. Mesta fólkið býr eisini inni í landinum - har høvuðsstaðurin, Vilnius, eisini er - og ikki við strendurnar. Triðja, sum víkur frá, er fruktagóða jørðin. Litava var fyrsta landið í fyrrverandi Sovjetsamveldinum, sum tók loysing, og síðan hevur Litava leita vestureftir. Litava er limur í bæði NATO, ES og ST. Litava gekk soleiðis á odda fyri at koma burturúr Sovjetsamveldinum, og tað kostaði eisini eitt hart stríð við stjórnina í Moskva, sum eisini royndi at brúka vald at steðga loysingarroyndini.

Niðurlond

Niðurlond ella Háland ella Holland er eitt kongaríki í Evropa. Í norðri hevur Niðurlond mark við Norðsjógvin, í eystri við Týskland, og í suðri við Belgia.

Niðurlendingar eru kendir fyri at hava víðskygda og frílynta samfelagsáskoðan.

Ongland

Ongland (enskt: England) er eitt land sum hongur saman við Skotland, Wales og Norðurírland. Tey kalla tað Stóra Bretland. Ongland er størsti og fjølbygdasti parturin í Bretandi. Nógv av fólkinum býr í stórbýum: London, Birmingham og Manchester. Nógvir býir eru gamlir íðnaðarbýir. Landslagið skiftur úr gróðramiklum akurlendi har suðuri og har eysturií heyggjutar heiðar norðantil og vestantil. Allastaðni í Onglandi eru hugnaligar bygdir, og gomul hús og handlar eru ofta uttan um almenningin í bygdini.

Rumenia

Rumenia er lýðveldi í Evropa. Í norðri hevur Rumenia mark við Ukraina, í eystri við Moldova og Ukraina, í suðri við Bulgaria, og í vestri við Serbia og Ungarn.

Nicolae Ceauşescu í Rumenia var, til hann varð koyrdur frá í 1989, seinasti kommunistiski einræðisharrin í Evropa.

Svøríki

Svøríki (svenskt: Sverige) er kongaríki í Norðurevropa. Í norðri hevur Svøríki mark við Finnland, og í vesturi við Noreg. Høvuðsstaður er Stokkhólmur. Stórir partar av Svøríki eru skógvaksnir, og har eru mong vøtn, tí at skriðjøklarnir gróvu djúpar lægdir í landið seinastu ístíð. Stór fjallalendi eru í Svøríki. Miðallívsævin í landinum er 81,89 og 1 % av fólkinum eru ikki lesifør .

Turkaland

Lýðveldið Turkaland (Turkiskt: Türkiye Cumhuriyeti) er bæði í Evropa og Asia, og smalt sund er ímillum evropeiska og asiatiska partin. Turkaland hevur mark við Svartahav í norðri, Bulgaria og Grikkaland í vestri, Sýria og Irak í suðri, og við Iran, Armenia, Aserbadjan og Georgia í eystri. Í meiri enn 600 ár var Turkaland partur av máttmikla Osmannaríkinum. Nú er Turkaland lýðveldi, har bæði islamskir og kristnir siðir hava djúpar røtur. Turkaland hevur uml. 71,8 mió. fólk (juli 2008). Yvir 11,3 mió býr í Istanbul. Istanbul er størsti býur í Turkaland. Høvuðsstaður er Ankara við 3,9 mió. íbúgvum. Til samans er Turkaland 783 túsund ferkilometrar til støddar. Mong ferðafólk koma til Turkalands. BTÚ fyri hvønn íbúgva í landinum er $ 12,900 (sbrt. CIA World Factbook). Tjóðardagur er 29. oktober.

Onnur mál

This page is based on a Wikipedia article written by authors (here).
Text is available under the CC BY-SA 3.0 license; additional terms may apply.
Images, videos and audio are available under their respective licenses.