Isle of Wight

Isle of Wight er eitt valdømi (county) og størsta oyggj í Onglandi. Oyggin er í Ensku Kanalini 3-6 km sunnanfyri Hampshire á bretska meginlandinum. Sundið Solent skilur oynna frá bretska meginlandinum. Oyggin hevur ríka søgu og hevur m.a. verið sjálvstøðugt kongaríki í 15. øld. Til 1995 hevði oyggin sín egna guvernør. Isle of Wight hevur eitt umboða í enska parlamentinum. Isle of Wight er eitt seremonielt greivadømi í Onglandi og er viðurkent sum eitt fyrisitingarligt county í Onglandi.

Isle of Wight
Flagg Isle of Wight
(Flagg Isle of Wight)
Tjóðarslagorð: All this beauty is of God
Tjóðsangur:
Isle of Wight UK locator map 2010
Alment mál Enskt
Høvuðsstaður Newport
Drotning Elisabeth II
Stjórnarleiðari David Pugh
Fullveldi Onki
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
380 km²
NA
Íbúgvar
 - tilsamans 2012
 - tættleiki
 
138 748
369/km²
Gjaldoyra Enskt pund GBP
Tíðarøki UTC +0
Økisnavn á alnetinum
Telefonkota +44
England Admin Counties 1965-1974
Kort yvir counties í Onglandi, har Isle of Wight er eitt teirra.
Cowes Yacht Haven during Cowes Week 2008
Bátar og seglskip í Coves í 2008 meðan regattain Coves Week var.

Mentan

Mál

Málið ið tosað verður á Isle of Wight er enskt, men ein serstøk dialekt, ið er ein sterkari formur av tí siðbundnu Hampshire dialektini, sum er kend fyri at loypa um nøkur hjáljóð og við størri áherslu á tey longu sjálvljóðini. Hetta fyribrigdi er líkt dialektunum í suðurvestur Onglandi. Oyggin hevur eisini síni egnu orð, nøkur eru eisini kend í øðrum landslutum í Suðuronglandi. Nevnast kunnu eitt nú: grockle (vitjandi), nipple/nips (yngri maður/drongur). Hesi orð verða eisini brúkt av øðrum økjum í grannalagnum hjá Isle of Wight. Nøkur orð eru heilt serstøk fyri sjálva oynna Isle of Wight, nevnast kunnu: overner (ein persónur frá meginlandinum, sum hevur búsett seg á oynni) og caulkhead (fólk sum er fødd á oynni og hava røtur longri aftur í tíðini av oynni Isle of Wight).

Ítróttur

Oyggjaleikir

Isle of Wight luttekur í Oyggjaleikum eins og Føroyar. Isle of Wight var vertur fyri Oyggjaleikunum í 1993 og 2011. Í 1993 gjørdist Isle of Wight nummar tvey við 26 gull, 23 silvur og 18 bronsu heiðursmerkjum. Í 2011 gjørdist Isle of Wight nummar fimm við 17 gull, 15 silvur og 21 bronsu heiðursmerkjum.

Sigling

Coves er miðdepil fyri sigling og er regluliga vertur fyri bátastevnum og kappsigling. Coves Week er heimsins longsta bátastevna (regatta), sum varir í 40 dagar við umleið 1000 luttakandi bátum og umleið 8.500 ítróttarfólkum, sum hava sera ymiskir førleikar og royndir, har eru fólk við royndum frá OL og so fólk sum bert luttaka til stuttleika, vikuskiftis siglarir. Henda kappsigling byrjaði í 1826 og fer fram á sundinum millum Bretska meginlandið og oynna Isle of Wight, sundið eitur Solent. Aðrar bátastevnur í Coves eru: Fastnet race, Round the Island Race, Admiral's Cup og Commodore's Cup.[1]

Maraton

Isle of Wight Marathon er elsta maraton kapping í Onglandi sum hevur verið hildin regluliga. Kappingin hevur verið á hvørjum ári síðan 1957. Kappingin byrjar og endar í býnum Ryde.

Speedway

Isle of Wight Islanders er eitt speedway felag av Isle of Wight, sum luttekur í 3. deild í National League í Onglandi.

Hockey

The Isle of Wight Hockey Club hevur íðkandi lið hjá monnum, unglingum. Eitt kvinnulið er eisini av oynni, liðið hjá teimum nevnist The Vectis Ladies

Fótbóltur

Ryde Sports F.C. var eitt fótbóltsfelag úr Isle of Wight, sum var stovnað í 1888 og tikið av í 1997. Felagið var við til at stovnað Hampshire League í 1896 saman við 7 øðrum feløgum. Fótbóltsfeløg av Isle of Wight luttaka í lokalu fótbólts kappingini Isle of Wight Saturday Football League. Nøkur feløg eru tó sum ikki luttaka í nakrari ávísari kapping. Strandafótbóltur (Beach football) er sera vælumtókt á Isle of Wight, og flestu av ensku landsliðsleikarunum í hesi íttróttargrein eru av Isle of Wight.

Cricket

Isle of Wight er tann 39. enski landsluturin (county) sum luttekur í enskum cricket. The Isle of Wight Cricket Board fyriskipar eina lokala cricket kapping á oynni millum fleiri ymisk feløg.

Tónleikur

Isle of Wight skipar fyri fleiri árligum tónleikafestivalum: Isle of Wight International Jazz Festival, Isle of Wight Festival og Bestival. Orkestrini Level 42, The Bees, Mark King og Trixie's Big Red Motorbike.

Keldur

  1. Commodorescup.rorc.org

Ávísingar úteftir

Myndir av Isle of Wight

Frælsur ítróttur á Oyggjaleikunum 2009

Frælsur ítróttur var kappast í á XIII Oyggjaleikunum 2009 á Álandi, (Finland), í døgunum 27. juli til 4. juli 2009. Í hesum 13. leikunum vóru tað 25 oyggjasamfeløg, ið kappaðust í 15 ymiskum ítróttargreinum.

Guttorm Sørensen

Guttorm Sørensen (føddur 1968) er rennari og venjari fyri Treysti. Hann hevur føroyska metið í 10.000m renning frá Oyggjaleikum 1993 á Isle of Wight við tíðini 31.55,22

Magnus Jákupsson

Magnus Jákupsson er føroyskur/danskur svimjari. Hann er føddur í 1994 og svimur fyri Farum Svømmeklub og fyri danska svimjilandsliðið. Hann hevur fyrr svomið fyri Havnar Svimjifelag og fyri Føroyar. Sportal.fo skrivaði 17. august 2011, at Magnus hevur valt at flyta til Danmarkar at búgva, orsakað av vánaligum umstøðum fyri svimjarar hjá Havnar Svimjifelag í Svimjihøllini í Gundadali, har eru ov fáar geilir til svimjararnar hjá Havnar Svimjifelag ljósu tímarnir, segði formaður felagsins, Eyðun Húsgarð, við Sportal.fo. Magnus hevur sett fleiri føroysk met, nevnast kann, at hann á langbana eigur føroyska metið í 50, 100 og 200 metrar ryggsvimjing, 50 og 100 metrar firvald, 50m frí og 400 metrar blandað. Á stuttbana eigur hann metini í 50, 100 og 200 metrar rygg og 50 og 100 metrar firvald. (Hetta kann verða broytt, sí heimasíðuna hjá ssf.fo og svimjing.com). Magnus Jákupsson luttók fyri Føroyar á Oyggjaleikum 2011 á Isle of Wight í juni/juli 2011. Síðan 2011 hevur Magnus svomið fyri Danmark og kann tí ikki longur seta føroysk met. Í staðin eydnaðist tað honum í 2013 at seta nýtt danskt met í 50 metrar rygg við tíðini 24.06, hetta hendi á evropameistarastevnuni á stuttgeil í Herning í desember 2013. Hin 24. januar 2016 setti hann eisini danskt met á langgeil í 50 metrum rygg, tá ið hann vann gull í 50 rygg við tíðini 25.44, ið var júst sama tíð, ið Matthias Gydesen setti met í í 2010, teir báðir eiga tískil báðir metið við 25.44 sekundum.

Oyggjaleikir

Oyggjaleikir eru ítróttarkappingar millum oyggjalond. Fyrstu leikirnir vóru á Isle of Man. Limalond í Oyggjaleikasambandinum taka lut og skiftast um at vera vertsland.

Oyggjaleikirnir verða hildnir annaðhvørt ár. Seinastu leikirnir vóru á Isle of Wight í 2011, og verða aftur á Bermuda í 2013. Meðan leikirnir vórðu hildnir í Hetlandi fingu føroyingar hug at vera vertsland aftur, og ÍSF hevur søkt um at vera vertsland í 2015. Tað bleiv tó ikki til veruleika, men nú sigur Oyggjaleikanevndin, at Føroyar hevur góðan møguleika fyri at gerast vertir í 2019, tað bleiv tó av ongum orsakað av, at Føroyar enn ikki hava nakran góðkendan golfvøll.

Oyggjaleikir 1987

Oyggjaleikir 1987 vóru hildnir á Guernsey.

Oyggjaleikir 1989

Oyggjaleikir 1989 vóru hildnir í Føroyum.

Oyggjaleikir 1995

6. Oyggjaleikirnir vórðu hildnir í Gibraltar frá 15. juli 1995 til 22. juli 1995.

Oyggjaleikir 2003

10. Oyggjaleikirnir vórðu hildnir í Guernsey í 2003.

Oyggjaleikir 2007

XII (12.) Oyggjaleikirnir vóru hildnir á Rhodos 30. juni 2007 - 6. juli 2007. .

Oyggjaleikir 2011

14. Oyggjaleikirnir vóru hildnir á Isle of Wight í døgunum 25. juni til 1. juli 2011. Føroyar gjørdust nummar fýra. Tað vóru 100 føroysk ítróttarfólk sum umboðaðu Føroyar á Oyggjaleikunum 2011. 2306 ítróttarfólk frá 24 oyggjasamfeløgum kappaðust í 15 ítróttargreinum í 190 kappingum.

Oyggjaleikir 2015

XVI (16.) Oyggjaleikir vórðu hildnir á Jersey í døgunum 27. juni til 3. juli 2015. Leikirnir verða eisini nevndir Natwest Oyggjaleikir (2015 Natwest Island Games) av sponsor ávum. 24 oyggjasamfeløg vóru við í oyggjaleikunum, og kappast varð í 16 ítróttagreinum á leikunum á Jersey. Føroyar plaga at klára seg væl innan innan fimleik og judo, men hesar ítróttagreinar vórðu ikki umboðaðar á Oyggjaleikunum 2015. Føroyar endaðu á fjórðaplássið við 18 gull, 18 silvur og 24 bronsuheiðursmerkjum. Av teimum 60 heiðurmerkjunum hjá Føroyum komu meira enn helmingurin, 36 heiðursmerki, frá svimjingini: 10 gull, 10 silvur og 16 bronsuheiðursmerki. Vertsoyggin Jersey vann kappingina við 50 gull, 54 silvur og 29 bronsuheiðursmerkjum. Isle of Man gjørdist nummar tvey og Guernsey nummar trý.

Oyggjaleikir 2017

XVII (17.) Oyggjaleikir vórðu hildnir á Gotland í døgunum 24. juni til 30. juni 2017. Omanfyri 3000 ítróttarfólk úr 23 oyggjasamfeløgum kappaðust í 14 ítróttargreinum.

Pál Joensen

Pál Vitalis Joensen (10. desember 1990, Vágur) er føroyskur svimjari úr Vági, sum svimur fyri Føroyar. Hann er annar føroyingurin, ið hevur luttikið á Olympisku Leikunum, hann luttók á Summar-OL 2012 í London. Hann er fyrsti føroyingur, sum hevur kappast innan svimjing til OL, og annar føroyingur, ið hevur luttikið á OL yvirhøvur. Tann fyrsti var rógvarin Katrin Olsen. Pál Joensen flutti til Danmarkar at búgva eftir OL í august 2012. Hann venur nú saman við donskum landsliðssvimjarum í National Training Centre. Til lokalar kappingar svimur hann fyri Aalborg Svømmeklub. Áðrenn hann flutti, vandi hann við Susvim í Vágs Svimjihøll, har hylurin bert er 25 metrar langur. Jón Bjarnason var venjari hjá Páli, meðan hann búði í Vági. Teir báðir vóru nakrar ferðir árliga uttanlands á venjingarlegu í samband við kappingar, sum Pál skuldi til, hetta fyri at Pál kundi venja í 50-metra hyli. Pál Joensen er sonur Turið Kjærbo og Kaj Joensen. Beiggi Pál, Eyðbjørn Joensen, er eisini svimjari, hann er nøkur ár yngri enn Pál, føddur í 1996, hann hevur klárað seg sera væl í Føroyum og í Danmark. Pál eigur stóran part av føroysku svimjimetunum. Pál eigur eisini tvey norðurlendsk met í sviming. Metið í 1500 m frí hevur hann betra fleiri ferðir, seinast tá hann gjørdist nummar fýra í finaluni til HM í svimjing 2011 í Beijing, hann svam tá við tíðini 14:46.33 (langgeil), ein betran av gamla metinum við heili 10 sekundum. Metið í 800 m frí á langbana setti hann fyri fyrstu ferð, tá hann svam innleiðandi til HM í svimjing 2011 við tíðini 7:45.55. (Hesir upplýsingar kunnu altíð broytast, sí viðkomandi heimasíður, t.d. ensku Wikipedia síðuna "List of Nordic records in swimming". Bestu úrslitini hjá Páli higartil til EM og HM er eitt silvurheiðursmerki frá EM 2010 á langgeil, eitt silvurheiðursmerki frá EM 2013 á stuttgeil og eitt silvurheiðursmerki frá HM 2012 á stuttgeil, sum hann vann 16. desember 2012 í Istanbul. Upprunaliga vann hann bronsu í HM 2012 á stuttgeil í 1500 m frí, men eftir at gullvinnarin, Mads Glæsner, misti sítt gullheiðursmerki í juni 2013, tí hansara dopingroyndir vístu seg at vera positivar fyri eitt ávíst evni, ið ikki er loyvt, so bleiv Pálsa bronsa broytt til silvur. Men, í februar 2014 hendi tað, at Glæsner fekk sítt gullheiðursmerki aftur, eftir at hann fekk viðhald í kæruni um at missa gullheiðusmerki. Hetta førir við sær, at heiðrsmerkið hjá Pál í hesi kapping nú aftur er bronsa.

Í 2011 gjørdist Pál nummar 4 og 5 til HM á langgeil, nummar 4 á 1500 m frí og nummar 5 í 4 m frí.

Í desember 2014 gjørdist Pál nummar 4 til HM á stuttgeil við tíðini 14:26.54, ið var nýtt norðurlendskt met og ein betran av hansara persónliga bestu tíð við nærum seks sekundum. Pál var tann fyrsti svimjarin í heiminum, ið kláraði A-kravtíðina til 1500 metrar frí hjá monnum til OL 2016 og ein av tveimum monnum, ið kláraði kravtíðina til 400 metrar frí til OL í Rio pr. 29. mars 2015, tað sæst á einum yvirliti, ið FINA kunngjørdi fyri tíðarskeiðið 1. til 29. mars 2015.Hin 15. august 2015 giftist Pál við Maluni Vitalis Joensen, ið áðrenn brúdleypið nevndist Malan Vitalis Bærendsen. Hann fekk sær Vitalis til millumnavn, og hon fekk sær Joensen til eftirnavn. Tey giftust í Páls Høll í Vági, ið hevur Føroya fyrsta langhyl. Vatn var ikki komið í hylin, áðrenn brúdleypið, men tveir dagar seinni varð byrjað við at fylla vatn í hylin.17. oktober 2015 letur Føroya fyrsti langhylur, ein 50-metra langur svimjihylur, á Oyrunum í Vági. Svimjihøllin eitur eftir Pál Joensen, hon eitur Páls Høll.

Svimjing á Oyggjaleikunum 2011

Svimjing á Oyggjaleikunum 2011 var í døgunum 27. – 30. juni 2011 á Medina Leisure Centre á Isle of Wight.

Onnur mál

This page is based on a Wikipedia article written by authors (here).
Text is available under the CC BY-SA 3.0 license; additional terms may apply.
Images, videos and audio are available under their respective licenses.