ISBN

ISBN stendur fyri International Standard Book Number, sum merkir Millumtjóða StandardBókaNummar. Einhvør bókaútgáva fær tillutað eitt 13-siffrað tal at eyðmerkja hana við. Landsbókasavnið er føroysk ISBN-skrivstova og umsitur okkara landsøki í samstarvi við International ISBN Agency í London. Laura Vinther, leiðari á Tjóðbókaskránni, stendur fyri umsitingini av føroyska ISBN.

Alment

Í 1967 settu bókahandlar og útgevarar í Bretlandi í gildi eina skipan við einum 9-siffraðum SBN (Standard Book Number), sum varð brúkt fram til 1974. Í 1970 kom í gildi ein felags avtala millum flestøll lond í heiminum um eitt 10-siffrað ISBN. Bretska SBN kundi gerast um til ISBN við at seta eitt 0 frammanfyri.

Fyrst í 21. øld varð avgjørt, at ISBN skuldi gerast til ein part av tí meiri umfatandi skipanini EAN, og síðani 1. januar 2007 hevur ISBN tí verið 13-siffrað. Tað gamla ISBN-10 kundi gerast um til ISBN-13 við at seta 978 frammanfyri og rokna tað síðsta talið av nýggjum eftir reglunum hjá EAN. Nýggj ISBN kunnu eisini byrja við 979, men tá er fjórða siffurið ikki 0, tí at bólkurin 979-0- er tillutaður ISMN.

Eftir at tað 13-siffraða ISBN er sett í gildi, hevur ein bókaútgáva sama EAN og ISBN, tó við tí muni at EAN hevur hvørki bindistrikur ella millumrúm. T.d. hevur bókin Fiskar undir Føroyum ISBN 978-99918-0-483-5 ella 978 99918 0 483 5 og EAN 9789991804835. Eftir gomlu skipanini hevði bókin ISBN 99918-0-483-8.

Taláseting

ISBN hevur 5 talbólkar (fyrr 4). Annar, triði og fjórði bólkur hava til samans 9 siffur, men hvør bólkur sær kann hava ymiskt tal av siffrum. Teir 5 bólkarnir verða skildir sundur við bindistrikum ella millumrúmum.

  1. EAN bólkanummar 978 ella 979
  2. Málbólkanummar- ella landsbólkanummar
  3. Útgevaranummar
  4. Útgávunummar
  5. Eftirlitstal

Bólkanummar

Her eru nøkur dømi um bólkanummur. Ein fullfíggjaður listi er at finna á ensku wikipediuni.

  978-0-   Enskt   Málbólka-
  nummur
  978-1-
  978-3-   Týskt
  978-2-   Franskt
  979-10-   Frankaríki   Landsbólka-  
  nummur
  978-82-   Noreg
  978-84-   Spania
  978-87-   Danmark
  978-91-   Svøríki
  978-88-   Italia
  979-11-
  978-90-   Holland
  978-94-
  978-9935-   Ísland
  978-9979-
  978-99918-     Føroyar  

ISSN

Periodika, herundir tíðarrit, verða merkt við einum ISSN.

Ávísingar úteftir

Amerikonsku Jómfrúoyggjar

Amerikonsku Jómfrúoyggjar (enskt: United States Virgin Islands) er ein oyggjabólkur sum hoyrir til USA, sum fyrr vórðu kallaðar Vesturindisku oyggjarnar, tá tær vóru undir donskum ræði. Amerikonsku Jómfrúoyggjar er annar av teimum tveimum oyggjabólkunum, sum mynda Jómfrúoyggjar í Karibia. Hesar oyggjar liggja tætt við Puerto Riko; hetta er ein oyggjabólkur, til støddar 346,36 ferkilometrar, sum liggja umleið 64 km eystanfyri Puerto Riko. Oyggjabólkurin er ein av fimm fólkaðu amerikonskum hjálondunum. Størsti býurin, ið er Charlotte Amalie, liggur sunnanvert á oynni St. Thomas. Býurin er eisini høvuðsstaður.

Oyggjarnar eru umleið 80 í tali. Fýra av oyggjunum er bygdar, hinar eru smærri oyggjar ella hólmar, har ongin býr. Saint Croix, Saint Thomas og Saint John eru størstu oyggjarnar í hesum oyggjabólki. Tann størsta, Saint Croix, er 214,7 km2 ella umleið 2 ferðir størri enn Sandoy. Landið hevur umleið 104 túsund íbúgvar í 2014. Oyggjarnar vóru fyrst spanskar og siðan danskar frá 1691 til 1917. Amerikonsku Jómfrúoyggjar hava sjálvstýri, men eru nú undir amerikonskum yvirræði. Mesta fólkið er afrikanarar, men eisini er ein hvítur minniluti (uml. 13 %). Málið tey tosað er kreólskt, ein blandingur av enskum, donskum og upprunamáli. Men skriftmálið er enskt, sum eisini øll duga, eins og vit duga danskt. Almenna málið er enskt.

Høvuðsvinnurnar eru ferðavinna og landbúnaður. Heitt er veðurlagið, og ofta regnar, so væl fæst burtur úr jørðini. Ferðavinna er ein týdningarmikil vinna á flestu Jómfrúoyggjunum; fólk úr øllum USA koma at ferðast á flógvu sandstrondunum í Jómfrúoyggjum. Ferðavinnan hevur alstóran týdning fyri búskapin, og stívliga helvtin av fólkinum í landinum arbeiðir á gistingarhúsum, í handlum og á matstovum. Charlotte Amalie, á oynni Saint Thomas, er størsti ferðavinnubýur, og har er djúp og góð havn til stór skip, ið eru á rundferð í Karibiahavi. Fín strond breiðir seg úr vestur til eystur - frá miðbýnum í Charlotte Amalie. Umframt hesar stóru strendurnar finnast fleiri smærri strendur uttan fyri býin. Umleið 7 km norðan fyri Charlotte Amalie finnur tú eina av bestu strondunum, Magens Bay. Gjaldoyrað, ið nýtt verður, er amerikanskur dollari (USD). Íbúgvar á Jómfrúoyggjum hava rætt at búsetast og arbeiða í USA og at gera sjálvbodna tænastu í amerikanska herinum.

Andrew Johnson

Andrew Johnson (f. 29. desember 1808 í Raleigh, Norðurcarolina – d. 31. juli 1875 í Elizabethton, Tennessee) stillaði upp sum varaforseti saman við Abraham Lincoln til forsetavalið í 1864. Lincoln, ið verður mettur sum stovnarin av Republikanska Flokkinum, valdi til forsetavalið í 1864 at biðja ein demokrat stilla upp saman við sær. Lincoln og Andrew Johnson vunnu forsetavalið, og byrjaði næsta forsetavalskeið hjá Abraham Lincoln tann 4. mars 1865. Men Lincoln fekk einans 42 dagar í forsetasessinum í øðrum valskeiði, tí hann bleiv myrdur longu tann 15. apríl hetta árið. Og hetta merkti samstundis, at demokraturin Andrew Johnson bleiv forseti restina av valskeiðinum.

Andrew Johnson bleiv við ríkisrættarmáli ákærdur fyri at bróta serligu lógina um uppsøgn av embætismonnum. Lógin skuldi tryggja, at Johnson ikki koyrdi sínar ráðharrar úr starvi, uttan at Senatið hevði góðkent uppsagnirnar fyrst. Lógin bleiv sett í gildi í 1867, og var hon beinleiðis gjørd fyri at verja tásitandi krígsmálaráðharran í USA, Edwin Stanton. Krígsmálaráðharrin var republikanari og var upprunaliga tilnevndur av Lincoln, sum eisini var republikanari. Men nú demokraturin Andrew Johnson hevði tikið yvir forsetaembætið eftir deyða Lincolns, metti Kongressin - sum hevði stóran republikanskan meiriluta - at serliga verja ráðharrarnar í stjórnini, sum Andrew Johnson hevði arvað frá Lincoln.

11 ymiskar ákærur blivu samtyktar í Umboðsmannatinginum og sendar til Senatið í ríkisrættarmálinum. Senatið tá í tíðini hevði 54 senatorar í alt, so 36 av teimum skuldu atkvøða fyri ákærunum. Tríggjar reisur bleiv atkvøtt, men hvørja ferð bleiv úrslitið 19 ósekur móti 35 sekur. Harvið bleiv Johnson ikki dømdur í ríkisrættarmálinum og kundi halda fram sum forseti.

Arizona

Arizona (enskt: State of Arizona), á føroyskum ofta stavaður Arisona, er ein lutstatur í Sambandsríkinum Amerika við umleið 6,39 millionum íbúgvum (2010). Í suðri hevur Arizona mark við Meksiko, í norðri við Utah, í eystri við New Mexico og í vestri við Kalifornia og Nevada. Fleiri enn 5 mál verða talað, men høvuðssmálið er enskt, sum er móðurmál hjá um 75 % av fólkinum. Enskt er alment mál; men mong tala eisini spanskt og navaho. Spanskt er móðurmál hjá umleið 20 %.

Størsti býur og høvuðsstaður er Phoenix. Í Phoenix og økinum rundanum búgva 4,17 mió. fólk. Aðrir stórir býir er Tucson, Mesa, Glendale, Chandler og Scottsdale. Har er eisini Grand Canyon. Tað er ein 16 kilometrar long og upp til 1800 metrar djúp gjógv, á enskum nevnd canyon. Grand Canyon er vorðin til av Koloradoánni, sum í milliardir av árum hevur máað seg djúpt niður í lendið. Eyknevni hjá Arizona er Grand-Canyon-staturin (enskt: The Grand Canyon State).

Berlin

Berlin er høvuðsstaður Týsklands. Berlin varð grundaður við ánna Spree. Eftir gryvjum er siglandi í tvær aðrar stórar áir, Oder og Elbá.

Brasil

Samveldis Lýðveldið Brasil (á portugisiskum República Federativa do Brasil), ofta stytt Brasilia ella Brasil, er størsta og fólkatættasta landið í Suðuramerika, víddin er næstan tann sama sum hjá USA. Landið er á stóra økinum millum Andesfjøllini og Atlantshavið og hevur landamørk upp til Uruguei, Argentina, Paraguei, Bolivia, Perú, Kolombia, Venesuela, Gujana, Surinam og Franskt Gujana. Brasil hevur fingið navn eftir brasiltrænum, sum veksur í landinum, og hevur eitt stórt náttúrutilfeingisríkidømi. Landið hevur stór landbúnaðarøki og risastórar regnskógir. Brasil er fimtstørsta land í heiminum, bæði hvat viðvíkir íbúgvatali og landafrøði. Við nógvum og góðum náttúrutilfeingi, skjótt vaksandi ídnaði og sterkum gjaldoyra, verður landið roknað sum eitt av heimsins komandi stórveldum .

Høvuðsstaðurin eitur Brasília. Hann avloysti í 1960 Rio de Janeiro, sum inntil tá hevði verið brasilskur høvuðsstaður. Stórfingni býarplanurin hevur skap sum eitt jetflogfar. Størstu býir eru São Paulo og Rio de Janeiro. Aðrir stórir býir eru Anapolis, Belem, Belo Horizonte, Campinas, Curitiba, Fortaleza, Goiania, Manaus, Porto Alegre, Recife, Salvador, Vila Velha og Vitória.

Brasil er beint við og beint sunnan fyri ekvator, so har er rættiliga heitt alt árið, men tann mesti hitin er ofta í desember. Meðal samdøgurshitin í t.d. Rio de Janeiro er 24 °C.

Enskt mál

Enskt mál (ella eingilskt) er móðurmál hjá umleið 360 000 000 fólkum, harav um 210 000 000 í USA (amerikanskt enskt), um 55 000 000 í Stóra Bretlandi, góðum 17 000 000 í Kanada, um 15 700 000 í Avstralia, sløkum 3 500 000 í Suðurafrika, um 3 200 000 í Nýsælandi og um 2 600 000 í Írlandi. Enskt er eitt av stóru heimsmálunum. So hvørt sum heimshandilin veksur, og politikkur fer um landamørk og verður til altjóða politikk, og nýtslan av internetinum økist, er enskt vorðið eitt slag av felags máli hjá fjøld av fólki kring heimin. Hetta sæst eina best í vísindunum. Nú á døgum verða umleið 80 prosent av øllum vísindaligum tekstum skrivaðir á enskum. Summi vænta, at í 2030 fer helmingurin av øllum fólkum á jørðini at duga enskt.

Enskt er málið hjá Bretlandi, sum søguliga var stórt heimsveldi, og eisini er tað málið í USA, einum av heimsins stórveldum. Tessvegna vilja mong lond ikki vita av enskum sum felagsmáli; tí hetta kenst eyðmýkjandi sum mismunur og vanvirðing móti øðrum tjóðmálum. Enskt er eitt hitt mest umtókta málið í heiminum, men tað er langt frá almennari nýtslu um allan heim. Seinastu árini er enska málið byrjað at fáa eitt ráðandi pláss í føroyska samfelagnum.

Fólkaræði

Fólkaræði er ein stýrisskipan har ið fólkið við fólkavaldum umboðum hevur politiskt vald. Fólkaræði eitur á grikskum demokrati. Demokrati er sett saman av demos, sum merkir fólk, og kratia, sum merkir stýri, ræði ella veldi. Í einum fólkaræðisligum samfelagi hava allir landsins borgarar atkvøðurætt. Har ið fólkaræði er, ræður meirilutin, men hugsar tó um áskoðanina hjá minnilutanum. Fólkaræði er eisini, at øll eru líka fyri lógini, og at øll hava frítt at skriva, tala og hugsa innan lógarinnar karmar. Í Føroyum og í Grønlandi eru fólkaræðisligu rættindi borgaranna tryggjað í donsku grundlógini.

Fólkaræði kann bólkast í fleiri skipanir. Mest vanliga uppbýtið er millum beinleiðis fólkaræði og umboðandi fólkaræði. Beinleiðis fólkaræði varð nýtt í gamla Grikkalandi, og varð skipað sum fundir við stórari fjøld, sum kom saman fyri at taka støðu til politisk mál. Ein nútímans háttur av beinleiðis fólkaræði verður brúktur í t.d. Kalifornia og Sveis, har fólkaatkvøður í stóran mun verða nýttar. Umboðandi fólkaræði er eitt meira avmarkað og óbeinleiðis fólkaræði, har borgarar við jøvnum millumbilum koma saman at velja sær nýtt ting, og á tann hátt nýta sín fólkaræðisliga rætt til ávirkan. Teir valdu tinglimirnir eru sostatt umboðsmenn hjá veljarunum og skulu røkja áhugamálini hjá teimum.

Hebraiskt mál

Hebraiskt (hebraiskt עִבְרִית Ivrit) er eitt Semitiskt mál úr Afro-Asiatisku málættini. Mentanarliga er tað mett at vera "málið hjá jødunum", men onnur jødisk mál, so sum Jiddisj og Ladino finnast í jødisku diasporuni, og hebraiska málið verður eisini nýtt av ikki-jødum, so sum samáriabúgvum. Hebraiskt er móðurmál hjá góðum 6 500 000 fólkum, harav um 5 300 000 í Ísrael og um 200 000 í USA. Ikki beinleiðis eftirkomari eftir klassiskum hebraiskum ella bíbliuhebraiskum. Meginparturin av Gamla Testamenti er skrivaður á klassiskum hebraiskum, sum er átrúnaðarligt mál hjá jødum og samáriabúgvum.

Hetland

Hetland (enskt Shetland, skotskt gæliskt: Sealtainn, skotskt: Ȝetland/Zetland) er ein oyggjabólkur norður úr Skotlandi. Formliga er Hetland partur av Skotlandi, sum formliga er partur av Sameinda Kongaríkinum í Stórabretlandi.

Hetland verður ofta roknað sum nærmasti granni hjá Føroyum, men hetta er ikki rætt. Úr Sumbiarenda til vestastu oynna í Hetlandi, Foula (føroyskt: Fugloyggin), eru 150 fjórðingar ella 282 km; men úr Sumbiarenda til North Rona í Hebridunum eru bara 260 km, sum sostatt er nærmasti granni hjá Føroyum. Av oyggjunum í Hetlandi, sum eru 117 í tali, er ein nógv tann størsta, Mainland (Meginlandið). Á henni eru størstu býirnir: Lerwick, 350 ára gamal, og Scalloway, gamli høvuðsstaðurin.

Jólaskipið

Jólaskipið er skipið Sauternes, sum sakk til botns í Fugloyarfirði 7. desember 1941.

Kalendari

Ein kalendari er ein skipan, ið skipar dagar av sosialum, átrúnaðarligum, vinnuligum, ella fyrisitingarligum grundum. Hetta er gjørt við at nevna tíðarskeið, serliga dagar, vikur, mánaðir og ár. Ein dagsetning er eitt heiti, ið fevnir um ein einkultan, serligan dag í slíkari skipan. Ein kalendari er eisini ein evnislig (materiell) skrá, ofta úr pappíri, úr einari slíkari skipan. Ein kalendari kann eisini meinast við ein lista av avtalaðum tiltøkum, sum ein rættarkalendari, ella ítrótttarkalendari.

Tíðarskeið í kalendarum, sum ár og mánaðir, eru vanliga, men ikki endiliga, samstillað við sólini og mánanum. Tann mest vanligi kalendarin áðrenn tann nútíðarliga kalendarin var ein lunisolar kalendari. Tað var ein kalendari, ið fylgdi mánanum, sum av og til tekur ein innskotsmánaða, til at fylgja sólarárinum yvir eitt longri tíðarskeið.

Heitið kalendari stavar frá orðinum calandae, ið er heitið fyri fyrsta dagin í mánaðinum í romenska kalendaranum. Orðið er knýtt at orðinum calare, ið týðir at rópa út, og stavar frá at rópinum um nýggja mánan tá hann fyrst var sæddur. Latínska calendarium týddi bókhaldarabók ella skrá, harsum skuldir vóru innsavnaðar hvønn mánað. Latínska orðingin var nýtt í oldfronskum sum calendier, og fór har frá til miðaldarenskt sum calender í 13. øld. Stavsetingin calendar er nútíðarenskt.

Keypmannahavn

Keypmannahavn (danskt: København, latín: Hafnia) er høvuðsstaður Danmarkar og størsti býurin í Høvuðsstaðarregiónini. Hann er størsti býur og handilsmiðdepil í Danmark. Ferðafólk, ið ganga í trongum, gomlum gøtum ella á gitnu gongugøtuni Strøget, koma skjótt fram á gamlar kirkjur, áhugaverdir marknaðir og vøtn og tjarnir. Mangir keypmannahavnarar eru at síggja á súkklu, og súkklubreytir eru lagdar út til forstaðirnar, har fólk í býnum hava summarhús síni.

Keypmannahavn er landsins størsti býur. Har búgva fleiri enn 500 túsund fólk, og býurin er miðdepil í handli og ídnaði. Býurin er eisini høvuðsstaður, har býr drotningin, og har eru Fólkatingið og stjórnin. Í miðbýnum eru sjónleikarhús, forngripasøvn, kirkjur og mong stór handilshús. Býarpartarnir eru nógvir, t.d. Vesturbrúgv, Norðurbrúgv og Eysturbrúgv. Millumtjóða floghavnin í Keypmannahavn, Kastrup, hevur flogsamband við allar heimspartarnar.

Keypmannahavn er størsta ferðamál føroyinga. Ferðasambandið millum Keypmannahavn og Vágar er gott við minst tveimum dagligum flogførum.

Listi yvir føroyskar skaldsøgur

Listi yvir skaldsøgur sum eru skrivaðar á føroyskum máli.

Michigan

Michigan (enskt: State of Michigan) er ein lutstatur í Samveldisríkinum Amerika við umleið 9,8 mió. íbúgvum. Lansing er høvuðsstaðurin og Detroit er størsti býurin. Í 1837 bleiv Michigan lutstatur í USA. Ovara Hálvoyggj (á enskum Upper Peninsula ella UP) hevur mark við Wisconsin og Niðara Hálvoyggj (á enskum Lower Peninsula) hevur mark við Indiana og Ohio.

Arbeiðsloysið í Michigan er 11,7 % (januar 2011), og tískil væl størri enn miðal fyri alt landið, ið er 8,9 %. Í Michigan eru størstu bilverksmiðjur í heiminum: Ford og General Motors. Av Ford-smiðjunum lata teir 15 500 nýggjar bilar um dagin.

Móritius

Móritius ella Mauritius (enskt: Republic of Mauritius) er ein lítil oyggj í tí Indiska havinum uttan fyri Madagaskar. Síðani umleið ár 1700 hevur oyggin verið ein fronsk koloni, og sum so nógv onnur afrikonsk hjálond hevur Móritius verið ein miðdepil fyri trælahandil og eitt paradís fyri sjórænarar. Ígjøgnum nógv ár við trælahandli og innflutningi av ymiskum fólkasløgum, er Móritius ein stórur peruvellingur av fleiri religiónum og fólkasløgum. Uml. 60 prosent av øllum fólkunum eru hinduar, ein triðingur romanskir katolikkar, og ein fimtipartur muslimar, og so eru aðrar religiónir eisini. Móritius er heimsmeistari í javnstøðu. Miðallívsævin í landinum er 74,0 og 15,6 % av fólkinum eru ikki lesifør 1.

Russland

Russland er eitt sambandsríki í Evropa og Asia. Russland er verðins støsta land og hevur umleið 143 mió íbúgvar. Høvuðsstaður er Moskva og londinum hevur mark við 14 lond: Noreg, Finnland, Estland, Litava, Hvítarussland, Lettland, Pólland, Ukreina, Georgia, Aserbadjan, Kasakstan, Kina, Mongolia og Norðurkorea.

Símun av Skarði

Símun av Skarði (3. mai 1872 - 9. oktober 1942) var fólkaháskúlastjóri í Tórshavn. Hann var lærari og stjóri á Føroya Fólkaháskúla. Setti saman við Rasmusi Rasmussen háskúlan á stovn 1899. Var eisini skald, yrkti m.a. tjóðsangin "Tú alfagra land mítt". Saman við Símun Paula úr Konoy gav hann út fyrsta føroyska barnablaðið, Ungu Føroyar (1907-10 og 1914-15). Símun av Skarði var í nøkur ár løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin.

Foreldur: Elsa f. Matras av Viðareiði og Johannes Johannesen av Skarði.

Hjúnafelagi: Sanna Jacobsen úr Tórshavn 1901.

Børn: Jóhannes av Skarði.

Valdømi: Norðuroyggjar.

1896 Læraraprógv frá Føroya Læraraskúla.

1899 - 1942 Lærari á Føroya Fólkaháskúla.

1902 - 1903 Føroya Lærarafelag.

1906 - 1914 Løgtingsmaður (Sjálvstýrisflokkurin).

Týskt mál

Týskt (deutsch [dɔiʧ] á týskum) er eitt av vesturgermansku málunum og er millum heimsins størstu mál. Týskt er tað málið, ið flest fólk tosa í Evropa. Týskt er samstundis størsta mál í Evropasamveldinum. Yvir 100 milliónir fólk hava týskt sum móðurmál, m.a. 90 mió. í Evropa. Týskt er mest útbreidda móðurmál í Evropa eftir russiskt. Í m.a. vísindum, gransking, handilsskapi og mentan er týskt eitt týðandi mál í øllum heiminum. Týskt og føroyskt hava felags uppruna og líkjast í roynd og veru nógv. Vit siga til dømis hann, hon ella tað um øll navnorð á báðum málunum. Føroyskt og týskt eru eisini bæði fallmál, sum ger, at bygnaðurin líkist nógv. Týsk mállæra hevur so at siga eingi undantøk. Tað ger málið lætt av læra “eftir bókini.” Úttalan og stavsetingin liggja tætt upp at hvørjum øðrum. Nógv orð á føroyskum eru komin úr týskum umvegis danskt.

125 milliónir fólk kring allan heim tosa týskt, av teimum 101 millón sum fyrsta mál. Týskt verður fyrst og fremst tosað í Týsklandi, Eysturríki, Liktinstein, Luksemborg í 2/3 av Sveis, í 2/3 av Suðurtyrol (Südtirol) í Italia, í Eysturbelgia og í nøkrum býum í Suðurjútlandi í Danmark. Eisini í Namibiu verður týskt tosað av nógvum fólkum sum móðurmál. Fimtihvør íbúgvi í ES hevur týskt sum móðurmál, og næst eftir enskt er týskt vanligasta fyrsta fremmandamál í Evropa. Men eisini sunnast í Afrika og summastaðni í Suðuramerika (t.d. Espírito Santo í Brasil) eru nógv fólk, sum duga týskt. Í Namibia hevur týskt støðu sum alment viðurkent minnilutamál. Eisini í hinum heimspørtunum eru týskttalandi minnilutar, m.a. í Pennsylvania í USA.

William Shakespeare

William Shakespeare (26. apríl 1564 (doyptur) - 23. apríl 1616) var enskur rithøvundur, hann verður sagdur at vera mætasti sjónleikarahøvundi, sum skrivað hevur á enskum máli. Hann leikti ofta í Globe-sjónleikarahúsinum í London, har flestu leikir hansara vóru framførdir. Hann var sannur málmeistari, og persónslýsingarnar, speiið og skemtiligi stílur hansara gera, at leikirnir siga líka nógv nú, sum tá ið teir vórðu spældir á fyrsta sinni fyri umleið 400 árum síðan.

Onnur mál

This page is based on a Wikipedia article written by authors (here).
Text is available under the CC BY-SA 3.0 license; additional terms may apply.
Images, videos and audio are available under their respective licenses.