Evra

Gjaldoyrað evra ella euro (symbol ella EUR) er seinnu árini innført í nógvum av ES-limalondunum. Danmark er ikki við í gjaldoyrasamstarvinum, men danska krónan er kortini sterkt tengd at evruni - kursurin liggur altíð og ridlar um 7,45 DKK fyri eina EUR.

Í løtuni eru 18 lond við í evruøkinum (Euro Area ella Eurozone) [1]. Afturat teimum nýta fimm lond evruna sambært formligum avtalum, teirra millum San Marino, Monako og Vatikanið umframt oyggjalondini Saint-Pierre og Miquelon og Mayotte, seks lond nýta evruna uttan formligar avtalur, teirra millum Montenegro, Andorra, Kosovo og fleiri oyggjalond, afturat teimum eru minst ellivu gjaldoyru knýtt at evruni.

Euro-Banknoten
Fimm- til fimmhundraðevruseðlar.
Euro coins and banknotes
Evru- og sentsmyntir.
Eurozone map
Eurozone 2015

Søgan

Í 1979 fekst felags gjaldoyra, tá ið avroknast skuldi fyri landbúnaðarvørur. Hetta gjaldoyrað fekk navnið ecu, sum er European Curreny Unit (ella á føroyskum: "evropeisk gjaldoyraeind"). Samstundis er ecu eisini navnið á fronskum mynti úr miðøldini. Tann 1. januar 1999 kom í gildi nýtt felags ES-gjaldoyra, sum verður nevnt evra, uppkallað eftir heimspartinum.

Slóðir

  1. http://www.independent.co.uk/news/world/europe/estonia-adopts-the-euro-2173588.html
15. mai

15. mai er dagur 135 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 136 um skotár). Tað eru 230 dagar eftur av árinum. Dagurin kallast eisini halvarðsøka eftir norska halgimenninum Hallvarði. Sagt verður, at ternan kemur á halvarðsøku.

Belgia

Belgia (niðurlendskt: België, franskt: Belgique, týskt: Belgien) er eitt land í Evropa. Høvuðsstaður er Brussel, og landið hevur umleið 11 milliónir íbúgvar. Mót norðri hevur Belgia mark við Niðurlond, í eystri við Týskland og Luksemburg, í surðri við Frakland og móti vestri er Norðsjógvurin, strandarlinjan er bert 65 km. Trý mál verða talað í Belgia. Sunnanfyri, við franska markið, talar fólkið franskt. Norðanfyri Brússel er málið flamskt, ið er nær skylt við niðurlendskt. Eystast í landinum er almenna málið týskt. Í Brússel talar mesta fólkið franskt, men mong tala eisini flamskt. Belgia var fyrst undir sponskum og so undir eysturríkskum ræði. Í 1815 varð landið sameint við Niðurlond. Í 1830 gjørdu belgiamenn uppreistur og tóku loysing, og Belgia gjørdist sjálvstøðugt kongsdømi.

Bretagne

Bretagne ella Bretania (Fornnorrønt: Syðra-Bretland, Bretland hitt syðra) (enskt Brittany; bretonskt: Breizh; gallo: Bertaèyn) er ein hálvoyggj og landslutur í norður-vestur Fraklandi. Bretagne liggur millum Ermasund í norðan og Biscayaflógvan í sunnan. Landslutahøvuðsstaður er Rennes.

EM í fótbólti 2016 Finalan

EM í fótbólti 2016 Finalan var ein fótbóltsdystur, ið varð spældur 10. juli 2016 á Stade de France í Saint-Denis, Frakland. Dysturin skuldi avgerða vinnararnir av EM í fótbólti 2016. Portugal, ið var við í EM-finaluni á øðrum sinni, møtti vertstjóðini Fraklandi, ið tvær ferðir áður hevði vunnið EM. Portugal vann 1–0 í longdu leiktíðini við einum máli, ið innskifti leikarin Éder, skoraði, og harvið vann Portugal sína fyrstu stóru kapping.

Estland

Estland er lýðveldi í Norðurevropa. Í suðri hevur Estland mark við Lettland, í eystri við Russland, og í vestri við Eystrasalt og í norðri við Finnlandsfjørðin. Høvuðsstaðurin er Tallinn (fyrr Reval).

Eysturríki

Eysturríki er lýðveldi í Evropa. Í ein norðan hevur Eysturríki mark við Týskland og Kekkia, eystan við Slovakia og Ungarn, sunnan við Slovenia og Italia og vestan við Sveis og Liktinstein. Wien er høvuðsstaður Eysturríkis, og aðrir stórir býir eru Graz, Linz og Salzburg. Landið hevur umleið 8,5 mió. íbúgvar, og høvuðsmálið er týskt. Í langar tíðir var tað eitt av høvuðslondunum í Evropa. Keisarin i Eysturríki ráddí bæði fyri Ungarn, Kekkia, Slovakia, stórum parti av Jugoslavia og stórum parti av Póllandi. Aftan á Fyrra heimskriggið misti Eysturríki øll hjálondini. Í Seinna heimskrignum vóru summir býirí Eysturriki illa skaddir, og landið varð eftir tað, at kriggið endaði, hersett av teimum sameindu.

Finnland

Finnland (finskt: Suomi) er lýðveldi í Norðurevropa. Finnland hevur mark við Noreg í norðri, Svøríki og botnisku víkina í vestri, Eystrasalt í ein útsynning Finnlandsfjørðin í suðri og Russland í eystri. Finnland er norðasta sjálvstøðuga land í heiminum eftir Ísland.

Franska fótbóltslandsliðið

Franska fótbóltslandsliðið er fótbóltslandslið Fraklands. Tað verður stýrt av Fótbóltssamband Fraklands. Frakland gjørdist limur í FIFA í 1904 sjálvt um tað franska fótbóltslandsliðið ikki varð stovnað fyrr enn í 1919. Liðið hevur luttikið í 13 HM- og sjey EM-endaspølum. Tjóðarstadion hjá franska fótbóltslandsliðnum er Stade de France í Paris.

Føroyska krónan

Føroyska krónan hevur sama virði sum danska krónan (DKK). Serligir føroyskir seðlar verða prentaðir til nýtslu í Føroyum, hóast føroyskir myntir ikki verða slignir. Føroyskir pengaseðlar eru viðurkendir, men tá ið Føroyar ikki hava egið gjaldoyra, er ein føroysk króna tað sama sum ein donsk króna.

1 króna = 100 oyru

100 krónur ≈ 13,50 evrur (euro)

1 evra ≈ 7,50 krónur

Guadeloupe

Guadeloupe er ein oyggj í Karibiska havinum og hoyrir politiskt til Frakland. Høvuðsstaðurin eitur Basse-Terre. Oyggjabólkurin er partur av teimum Smáu Antillunum og er av vulkanskum og korall uppruna. Oyggjabólkurin hevur fleiri befólkaðar og óbefólkaðar oyggjar: tær størstu oyggjarnar eru Basse-Terre, Grande-Terre, Marie-Galante og La Desirade. Oyggjabólkurin liggur ímillum Atlantshavið og Tað Karibiska Havið. Oyggjarnar liggja millum Dominica í suðri og Antigua og Barbuda í norði. Oyggjarnar hava eina vídd á 1628 km². Oyggjabólkurin er ein av teimum 26 regióninum Fraklands og er tí eisini ein limur í Evropeiska Samveldinum, og gjaloyrað er evran. Oyggjarnar Saint-Barthélemy og Saint Martin vóru eisini partar av Guadeloupe, men gjørdust sjálvstøðug fronsk hjálond í 2007. Oyggjarnar hava verið undir fronskum yvirvaldið síðan 1674, men vóru millum 1813 og 1814 ein partur av Svøríki. Kristoffur Kolumbus var tó tann fyrsi evropearin, sum kom til oyggjarnar, tað var við sína aðru ferð í november 1493.

Juventus F.C.

Juventus er eitt fótbóltsfelag úr Torino, Italia, sum varð stovnað í 1897. Felagið er tað mest vinnandi fótbóltsfelagið í Italia til allar tíðir, og er eitt av týdningarmestu fótbóltsfeløgum í heiminum. Felagið hevur vunnið italska meistaraheitið 31 ferðir. Teir hava altíð spælt í Seriu A, burtursæð frá 2006-07, tí teir vóru noyddir at flyta eina deild niður orsakað av einari gølu í 2006, um avtalað spæl við dómarar. Sjálvt um teir byrjaðu við fleiri minusstigum, venjarin segði seg úr starvi og fleiri av bestu leikarunum funnu onnur feløg at spæla fyri, so megnaðu teir uttan trupulleikar at flyta uppaftur í bestu deildina. Heimastadion hjá felagnum er Juventus Stadion, sum rúmar 41.000 áskoðarum.

Litava

Litava (Litaviskt: Lietuva) er lýðveldi í Miðevropa. Litava hevur mark við Eystrasalt, Russland (Kaliningrad) og Lettland í norðri, Pólland í vestri, og Hvítarussland. Litava mørkini eru, kanska meiri enn onnur evropeisk, broytt óteljandi ferðir í søguni. Litava skilur seg á mangan hátt frá hinum báðum Baltalondunum. Meginparturin av fólkinum er litavar; í Estlandi og Lettlandi er rættiliga stórur partur av fólkinum tilfluttir russarar. Mesta fólkið býr eisini inni í landinum - har høvuðsstaðurin, Vilnius, eisini er - og ikki við strendurnar. Triðja, sum víkur frá, er fruktagóða jørðin. Litava var fyrsta landið í fyrrverandi Sovjetsamveldinum, sum tók loysing, og síðan hevur Litava leita vestureftir. Litava er limur í bæði NATO, ES og ST. Litava gekk soleiðis á odda fyri at koma burturúr Sovjetsamveldinum, og tað kostaði eisini eitt hart stríð við stjórnina í Moskva, sum eisini royndi at brúka vald at steðga loysingarroyndini.

Malta

Malta er eitt land í Suðurevropa. Malta er tríggjar oyggjar: Malta, Gozo og Comino; Malta er á stødd við Streymoynna, men tað búgva 400.000 fólk á Malta, so har er ógvuliga tættbygt. Høvuðsstaðurin, sum eisini er mentanarligi og umsitingarligi miðdepilin, eitur Valetta. Aðrir stórir býir er Birkirkara, Qormi og Sliema. Almennu málini eru tvey í tali, maltiskt og enskt.

Uml. 1 mió. ferðafólk vitja árliga. Millum tey kendu, ið hava verið á Malta, er Paulus ápostul.

Martinique

Martinique er ein oyggj í Karibiska havinum og politiskt hoyrir til Frakland.

Fólkatalið er umleið 386.000 íbúgvar. Høvuðsstaðurin eitur Fort-de-France, og hevur 94.049 íbúgvar í sjálvari kommununi, og 134.727 íbúgvar í øllum Fort-de-France-økinum. Hetta ger Fort-de-France til ein av størstu býunum í Karibia.

Norðurlandaráðið

Norðurlandaráðið er eitt samstarv millum fólkavaldu tingini í norðurlondum, og harvið ein týdningarmikil brikkur í almenna partinum av norðurlendska samstarvinum. Norðurlandaráðið er ein pendantur til Norðurlendska ráðharraráðið, sum er samstarv millum norðurlendsku stjórnarleiðararnar.

Norðurlandaráðið varð stovnað í 1952 og fevnir um tey fimm norðurlendsku londini Danmark, Finland, Ísland, Noreg og Svøríki, umframt tey trý sjálvstýrandi økini Føroyar, Grønland og Áland. Karmarnir fyri Norðurlandaráðið eru settir í Helsingforssáttmálanum frá 1962. Endamálið hjá ráðnum er at varðveita og menna norðurlendska samstarvið, tá tað kemur til rættarviðurskifti, mentan, samferðslu, umhvørvi, sosial og fíggjarlig viðurskifti.

Norðurlandaráðið handar hvørt ár hesar virðislønir:

Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins

Bókmentavirðislønina

Filmvirðislønina

Tónleikavirðislønina

UmhvørvisvirðisløninaVirðislønirnar eru áljóðandi 350.000 DKK og verða handaðar í sambandi við árliga fundin hjá ráðnum.

San Marino

Lýðveldið San Marino (alment navn: Repubblica di San Marino) er eitt lítið landfast land í Italia. San Marino hevur bara mark við Italia. San Marino er fjallaland og elsta lýðveldi í heiminum. Høvuðsmálið er italskt. Hetta lítla fjallalandið, nakað norðarlaga í Italia, er minsta lýðveldi í Evropa. Tað er eisini av minstu londum. Í vídd er San Marino bara 61 km2.

Tað er eisini ímillum tey elstu, helst grundað um ár 900. Í miðøld var Italia býtt sundur í rík, valdmikil býarríki, sum Florens og Venesia. Hesi ríki vórðu, sum tíðin leið, limað inn í onnur, størri landøki, men San Marino megnaði at hava sjálvræði sítt. Á italienska meginlandinum eru tvey smá ríki, Vatikanríkið og San Marino.

Hóast landið er av smæstu londum, hevur tað fótbóltslandslið, sum er við í undankappingunum til HM og EM í fótbólti.

Náttúrutilgeingið er lítið í San Marino, og blómandi ferðavinnan er størsta inntøkukelda landsins. Miðaldarborgin Rocca er t.d. sum tikin úr einum ævintýri.

Londini, sum ikki eru limir í ES, men hava beinleiðis tollsamgongu við ES, eru Mann, Ermarsundsoyggjar, Andorra og San Marino.

Slovakia

Slovakia (slovakiskt: Slovensko ella Slovenská republika) er eitt lýðveldi í Miðevropa. Í útnyrðing hevur Slovakia mark við Kekkia, í norðri við Pólland, í eystri við Ukraina, í suðri við Ungarn og í útsynning við Eysturríki.

Týskland

Samveldislýðveldið Týskland (týskt: Bundesrepublik Deutschland) er eitt land í Miðevropa og er eitt av ríkastu londum í heiminum. Í vestri hevur Týskland mark við Holland, Belgia, Luksemburg og Frakland, í norðri við Danmark, í eystri við Pólland og Kekkia og í suðri við Eysturríki og Sveis. Sjómarkini eru við Norðsjógvin og Eystrasalt. Høvuðsstaður er Berlin, og landið hevur umleið 81 milliónir íbúgvar. Týskland er "grønasta land í heiminum". Tey hava vunnið hendan heiður eftir í 2007 at hava minkað um CO2-útlátið við meira enn nakað annað land í heiminum; 5,6 % har útlátið í heiminum tilsamans vaks við 2,4 %.

Írland (land)

Írland, (enskt: Ireland, írskt: Éire, ulster skotskt: Airlann) er lýðveldi í Vesturevropa. Landið Írland, ið ikki má mistakast fyri oynna Írland, hevur landamark norðureftir við Norðurírland, ið er partur av Stórabretlandi. Sjómark hevur Írland við Atlantshavið, Írska havið og Ermasund.

Írland hevur sjálvstýri, øvugt Norðurírland, sum er partur av Stóra Bretlandi.

Dublin er høvuðsstaður í Írlandi og aðrir stórir býir er Cork, Limerick, Galway og Waterford.

Onnur mál

This page is based on a Wikipedia article written by authors (here).
Text is available under the CC BY-SA 3.0 license; additional terms may apply.
Images, videos and audio are available under their respective licenses.