Donsk Wikipedia

Donsk Wikipedia er tann danskmæltað útgávan av tí alheimsfevnandi alfrøði-verkætlanini Wikipedia.

Wikipedia20081203
Forsíðan á donsku Wikipediu, sum hon sá út 3. desember 2008

Nøkur hagtøl um donsku Wikipedia

  • 0 greinar - 1. februar 2002
  • 1.000 greinar - 2. februar 2003
  • 10.000 greinar - juni 2003
  • 25.000 greinar - juni 2005
  • 50.000 greinar - 30. september 2006
  • 100.000 greinar - 29. december 2008
  • 150.000 greinar - 25. maj 2011
  • 175.000 greinar - 11. februar 2013
  • 200.000 greinar - 11. juni 2015

Keldur

Føroysk Wikipedia

Føroysk Wikipedia er tann føroyskmæltað útgávan av tí alheimsfevnandi alfrøði-verkætlanini Wikipedia. Fyrsta greinin varð skrivað hin 30. mai 2004 av týskaranum Arne List, sum upprættaði eina grein um Føroyar. Tríggjar vikur seinni, hin 20. juni 2004, varð forsíðan á tí føroysku Wikipedia upprættað av føroyska dulnevnda brúkaranum Quackor og pr. 6. apríl‎ 2013 vóru tilsamans 6.000 greinar á føroysku Wikipediu, tað vóru 279.154 rættingar, í meðal vóru tað framdar 16,90 rættingar pr. síðu. Tað vóru 9.011 skrásettir brúkarar, harav 47 brúkarar vóru aktivir teir seinastu 30 dagarnir, har vóru 40 bottar, 8 umboðsstjórar (administratorar) og tveir embætisstjórar (bureaukratar). Føroyska Wikipedia hevur nú 13,209 greinar (hetta talið verður dagført sjálvvirkandi).

Hin 29. mai 2014, dagin fyri 10 ára stovningardagin hjá føroysku Wikipediu, var grein nummar 10.000 skrivað, tað var ein grein um Reimund Langgaard, sum er løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.

Grønlendsk Wikipedia (kl:) hevði hin 30. mai 2014 tilsamans 1 606 greinar, Íslendsk Wikipedia (is:) hevði tá 37.500 greinar, Donsk Wikipedia (da:) hevði tá fleiri enn 188 000 greinar, meðan Norsk Wikipedia (no:) (bokmål) hevði 420.628 greinar. Nynorsk Wikipedia hevði 113.896 hin 30. mai 2014. Svensk Wikipedia er tann størsta av teimum norðurlendsku, hon kom upp á 1 millión greinar, sum tað fyrsta av teimum norðurlendsku málunum í juni 2013. Í mai 2014 hevði tann svenskmælta Wikipedia 1.622.700 greinar.

Onnur mál

This page is based on a Wikipedia article written by authors (here).
Text is available under the CC BY-SA 3.0 license; additional terms may apply.
Images, videos and audio are available under their respective licenses.