Dávid

Dávid var ein rættvísur og góður kongur í Ísrael. Hann vardi landið og vann nógvar bardagar ímóti øðrum tjóðum. Sjey ár eftir, at hann gjørdist kongur í Júdaríkinum, tók hann ræði yvir øllum Ísrael. Dávid hertók Jerúsalem og bygdi ein múr uttanum býin. Hann gjørdi Jerúsalem til høvuðsstað og flutti ørkina við lógini og teimum 10 boðunum hagar. Hetta varð gjørt við miklum fagnaði, sangi, tónleiki og dansi. Dávid búsettist í Jerúsalem. Hann bygdi sær eina stóra borg. Dávid var kongur í Ísrael í mong ár. Hann vardi landið væl og gjørdi Ísrael til eitt stórt ríki. Dávid doyði, tá hann var 70 ár. Ísraelsfólk minnast hann sum ein góðan og rættvísan kong. Enn í dag syngja tey sálmar hjá honum og tosa um avrik hansara.

5201-king-david-in-prayer-pieter-de-grebber
Dávid.
B71

B71 (stytting fyri Bóltfelagið 1971) er eitt fótbóltsfelag úr Sandoy sum var stovnað 1. januar 1970. Heimavøllurin hjá B71 er Inni í Dal.

EM í svimjing 2014

EM í svimjing og vatnítrótti 2014 varð hildið frá 13. til 24. august 2014 í Berlin, Týsklandi. Tað var tann 31. útgávan av meistaraskapinum, og fór fram í Velodrom. Føroyar vunnu tvey silvurheiðursmerki, tá ið Pál Joensen vann silvur í 800 m frí og 1500 metrum frí.

EM í svimjing á stuttgeil 2012

EM í svimjing á stuttgeil 2012 varð hildið í Chartres, Frakland, frá 22. november til 25. november 2012.Stevnan vardi í fýra dagar við innleiðandi riðlum, hálvfinalum og finalum á 50 m og 100 m kappingum og innleiðandi og finalur fyri allar aðrar kappingar við uttan 800 m frí hjá kvinnum og 1500 m frí hjá monnum, ið verða kosin vinnarar útfrá innleiðandi umførunum. Innleiðandi umførini vóru svomin um morgunin, við hálvfinalum finalum og skjótastu riðlar í langteina frísvimjingini um kvøldið.

Hvørt land fekk loyvi til at hava fýra svimjarar við í einstaklingakappingum, men bert tveir teir skjótastu fingu møguleikan at fara víðari til hálvfinalu og/ella finalu.

EM í svimjing á stuttgeil 2013

Evropameistarastevna í svimjing á stuttgeil varð hildin í Herning í Danmark í døgunum 12. til 15. desember 2013. Føroyar hevði 7 svimjarar við: Pál Joensen, Birita Debes, Eyðbjørn Joensen, Óli Mortensen, Guðrun Mortensen, Astrið Foldarskarð og Alvi Hjelm. Føroyingurin Magnus Jákupsson luttók eisini, tó undir donskum flaggi. Tað eydnaðist Føroyum at koma á heiðursmerkjatalvuna, tá Pál Joensen vann eitt silvurheiðursmerki í 1500 metrum frí. Ongin av hinum føroysku svimjarunum megnaðu at koma í nakra finalu, men fleiri av teimum settu persónlig met. Magnus Jákupsson gjørdist nummar 13 í 50 metrar rygg og setti nýtt danskt met saman við einum øðrum donskum svimjara. Føroyar endaði á einum deildum 17. plássi saman við Ísrael. Danmark gjørdist nummar fýra og Svøríki nummar fimm. Noreg, Finnland og Ísland vunnu onki heiðursmerki.

Gamla Testamenti

Gamla Testamenti er tann parturin av Bíbliuni, sum snýr seg um tíðina áðrenn Jesu føðing. Tekstirnir í Gamla Testamenti vórðu til í tíðini 1300-150 f.Kr. Teir fyrstu vórðu skrivaðir, meðan jødar vóru í útlegd í Bábylon.

Glyvra kirkja

Glyvra kirkja er ein kirkja í bygdini Glyvrar á Eysturoy. Hon varð vígd 26. mai 1926 og endurvígd 27. september 1981.

Oddamaðurin til Glyvra kirkju var eysturoyarpresturin, og danin Kristian Vilhelm Nielsen, sum var búsitandi á Nesi frá 1917 til 1927. Haðani virkaði hann sum einaprestur fyri Eysturoynna.

Í 1924 byrjaði kirkjufólkið at savna pening inn til kirkjuna, og annan hvítusunnudag 1925 var basarur á Glyvrum. Nevnast kann, at Vilhelm Nielsen keypti kirkjuklokku, vínkannu, kalik, breyðílat, messuakul og ljósastaka í 1927, og vórðu allir lutirnir goldnir av innsavnaðum peningi.

Skjótt var farið undir at byggja. Bygginevnd varð sett, og formaður gjørdist K. V. Nielsen prestur sjálvur. Hann hevur teknaði eisini kirkjuna, og kom at standa fyri byggingini.

Vilhelm Nielsen legði grundarsteinin 9. mai 1926, og kirkjan varð vígd Kristi himmalferðadag, 26. mai 1927, av Jákup Dahl prósti.

Teir ið smíðaðu Glyvra kirkju vóru Jóan Dávid Jacobsen í Niðaragerði úr Søldarfirði, sum var formaður fyri stoypingini og Símun Johannesen úr Fuglafirði, ið var formaður fyri innandura arbeiðinum.

Ein munandi útbygging av kirkjuni byrjaði 11. juni 1980. Niels Pauli Hansen, byggimeistari, fyrireikaði og J.P.Gregoriussen, arkitektur, teknaði útbyggingina. Kirkjan var í tí sambandi endurvígd sunnudagin 27. september 1981, av Eivind Vilhelm.

Gummiskógvar

Gummiskógvar verða av føroyingum roknaðir sum serføroyskt skógvaslag.

Undir seinna heimsbardaga róku stundum ballur av rágummi á land í Føroyum. Dávid í Hesti (Hans David Poulsen) keypti hesar ballur frá fólki og virkaði skógvar burturúr teimum.

Nú á døgum eru gummiskógvarnir, ið fáast til keyps, gjørdir á verksmiðju.

Høgni Kunoy Dávason

Høgni Kunoy Dávason (føddur 26. august 2004) er ein føroyskur taekwondo íðkari og venjari. Í januar 2019, gjørdist Høgni norðurlendskur meistari í taekwondo í kapping í Íslandi. Hann býr og venur í Søldarfirði. Hann setti í mai 2015 á stovn Føroya fyrsta taekwondofelag, ið nevnist Hwarang Føroyar, Høgni var tá 10 ára gamal. Høgni er sjálvur venjari og nógvir limir teknaðu seg beinanvegin. Tvey ár seinni vóru meira enn hundrað aktivir limir. Fleiri av limunum hava verið uttanlands til kappingar, har tey eisini hava vunnið heiðursmerki. Høgni varð føddur við sjúkuni cystisk fibrosa. Í sjónvarssending, ið Kringvarp Føroya gjørdi um hann, sást at hann ikki vildi lata sjúkuna avmarka seg, tvørturímóti bleiv sjúkan hansara drívmegi. Eisini merkti hann, at tað var gott fyri lunguni at íðka ítrótt. Honum dámdi væl taekwondo og hevur íðkað henda ítrótt, síðan hann var smádrongur. Hann og foreldur hansara búðu fyrst í Danmark og síðan í Singapore og eitt stutt skifti í Suðurkorea. Meðan hann búði í Singapore, har pápi hansara arbeiddi, fekk hann svarta belti í taekwondo, venjari hansara har var Mr. Lai, í Danmark var Philip Reyes venjari hansara. Tá ið familjan flutti til Føroya, var onki taekwondofelag har, og tí valdi Høgni at stovna sítt egna taekwondofelag.

Í oktober 2017 varð Høgni kosin Ársins gerandihetja av Fólkaheilsuráðnum. "Høgni hevur saman við foreldrum sínum tikið stig til at seta ítróttargrein á stovn, eitt átak, sum virkar samlandi fyri bæði ung og gomul," segði Fólkaheilsuráðið í grundgeving síni.

Í november 2017 vann ein av næmingunum, ið Høgni er venjari hjá, Dávid á Lakjuni, silvur heiðursmerki á DM í taekwondo í bólkinum undir 59 kg. Dávid var tá 19 ára gamal, og venjari hansara, Høgni Kunoy Dávason, var 13 ára gamal. Teir báðir eru systkinabørn.

Í januar 2019 luttók Høgni í norðurlandameistaraheitinum í taekwondo í Reykjavík. Sum yngsti luttakari í sínum aldursbólki gjørdist hann NM-meistari í taekwondo í aldursbólkinum 15-17 ár, vektklassa minus-59 kg.

Jerúsalem

Jerúsalem ella Jorsalir (hebreiskt: יְרוּשָׁלַיִם‎ ella Yerushaláyim, arábiskt: القُدس ella al-Quds) í Ísrael er heilagur býur hjá jødum, kristnum og muslimum. Innan fyri gamla býarmúrin er mesti halgidómur jødanna - Grátimúrurin, sum er tað einasta, ið er eftir av templi Sálamons.[tørvar keldu] Tætt við Grátimúrin er Tempulfjallið, haðan islamski profeturin Muhammed fór til himmals. Heilagasti staðurin hjá teimum kristnu er kirkjan á heilagu grøvini, har Jesus varð gravsettur, og haðan hann reis upp frá deyðum.[tørvar keldu] Tað var í Jerúsalem, at Jesus var krossfestur, og har doyði hann á Golgataheygnum, og tað var í Jerúsalem, at tann kristna kirkjan var stovnað fyrsta hvítusunnudag.[tørvar keldu] Tað hevur tí staðist stríð um, antin jødar einsamallir skulu ognast henda bý, og fleiri mæla til, at hann kemur at vera ein altjóða býur.[tørvar keldu]Fyrst í 1980-árunum tók ísraelska stjórnin avgerð um, at gera Jerúsalem til høvuðsstað Ísraels. Áður var Tel Aviv høvuðsstaður. Tel Aviv hevði verið høvuðsstaður síðani hin minniliga 14. mai 1948, tá ið Dávid Ben Gurion lýsti Ísrael sum sjálvstøðugt ríki.

Mentanargrunnur Landsins

Mentanargrunnur Landsins verður umsitin av einari fimmmannanevnd. Mentanargrunnurin kann veita stuðul til virksemi, sum kveikir og mennir føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list. Hetta kann vera til starvslønir, verkætlanir, íverksetan og styttri skeið hjá listafólkum. Umsóknarfreistin er vanliga 15. desember.Grunnurin kann eisini eftir umsókn stuðla bóka- og fløguútgávur upp til 30% av útgávukostnaðinum. Eisini vísindaligt arbeiði, framsýningar, framførslur o.t. kunnu eftir umsókn fáa stuðul. Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir.

Starvslønirnar kunnu vera latnar soleiðis: 1 starvsløn galdandi í 3 ár og starvslønir galdandi í 1 mánað til 12 mánaðir. Upphæddin á starvslønini svarar til læraralønina á fólkaskúlans lønarstigi 21, stigi 1, sum eftir 1. oktober 2014 er kr. 25.587,96 um mánaðin.

Michelangelo

Michelangelo di Lodovico Buonarroti Simoni (6. mars 1475 – 18. februar 1564) var ein sera kringur og gávuríkur málari og myndhøggari. Hann varð føddur í Caprese á fjallinum La Verna í Italia. Standmynd hansara, Dávid, er eitt tað vakrasta listaverki úr endurreisnartíðini. Øll vóru hugtikin, so væl og veruliga standmyndin lýsti styrki og vakurleiki. Myndahøggarar í endurreisnartíðini royndu at endurskapa rómverskt snið í myndunum. Nýggja vitanin um mannakroppin fekk Michelangelo at gera standmyndir, har sjálvt minstu smámunir í vøddum og liðum vórðu endurgivnir. Summir listamenn skóru eisini sundur lík, so teir betur skiltu, hvussu mannakroppurin virkaði.

Sperol

Sperol er ein føroyskur tónleikabólkur úr Havn. Bólkurin hevur tríggjar limir: Pætur F. Joensen (sangur & gittar), Brandan Dalsgarð (gittar) & Oddmar Hermansen (bass). Bólkurin varð stovnaður í mars 2017. Í november 2017 framførdu teir á tónleikastaðnum Whisky a Gogo í Los Angeles, Kalifornia, har t.d. Metallica, System of a Down, Led Zeppelin, Motörhead, Mötley Crüe og onnur hava framført.

Sálomon

Sálomon var kongur Ísraels árini 961-922 f. Kr.. Í Gamla Testamenti var Sálomon kongur í Ísrael, sonur Dávid kong og Batsebu, gitin fyri vísdóm, ríkidømi og veldi (1 Kong 1-11; 2 Krýn 1-9); hann bygdi fyrsta templið í Jerúsalem, hagar hann læt sáttmálaørkina flyta (1 Kong 6:1-8:11; 2 Krýn 3-5); hann hevur verið hildin at hava skrivað tríggjar av bókunum í Gamla Testamenti: Orðtøk Sálomons, Prædikaran og Hásongin.

Nám Sálomon kongs eru kend úr Bíbliuni og eisini øðrum bókmentum og filmi. Kendasta bókin um leitanina eftir mámunun man vera "King Solomon's Mines", sum sir H. Rider Haggard skrivaði í 1887. Henda bók er grundarlag fyri gomlum filmi við sama heiti.

Sálomonstemplið

Sálomonstemplið (hebraiskt: בית המקדש) (umleið 957 f. Kr.) var sambært Bíbliuni hitt fyrsta templið hjá Ísraels fólki í Jerúsalem. Tað var ein miðdepil fyri gudsdyrkan og offurtænastu jødanna og uttan iva eisini eitt av heimsins undrum. Fyri ein persón, sum játtar seg til hina kristnu trúnna, hevur templið eisini ein sera týdningarmiklan leiklut. Frá Tjaldtemplinum hjá ísraels fólki á teirra oyðimarkarferð, til Jerúsalem - hitt lovaða landið, og víðari til kristindómin sum heild, hevur templið ein sentralan leiklut fyri trúarsamleikan hjá bæði jødum og kristnum.

Onnur mál

This page is based on a Wikipedia article written by authors (here).
Text is available under the CC BY-SA 3.0 license; additional terms may apply.
Images, videos and audio are available under their respective licenses.