Búskapur

Búskapur er hvussu eitt land nýtir tilfeingi sítt, hvussu tað virkar og býtir vørur sínar og skipar og veitir tænastur sínar.

Belgia

Belgia (niðurlendskt: België, franskt: Belgique, týskt: Belgien) er eitt land í Evropa. Høvuðsstaður er Brussel, og landið hevur umleið 11 milliónir íbúgvar. Mót norðri hevur Belgia mark við Niðurlond, í eystri við Týskland og Luksemburg, í surðri við Frakland og móti vestri er Norðsjógvurin, strandarlinjan er bert 65 km. Trý mál verða talað í Belgia. Sunnanfyri, við franska markið, talar fólkið franskt. Norðanfyri Brússel er málið flamskt, ið er nær skylt við niðurlendskt. Eystast í landinum er almenna málið týskt. Í Brússel talar mesta fólkið franskt, men mong tala eisini flamskt. Belgia var fyrst undir sponskum og so undir eysturríkskum ræði. Í 1815 varð landið sameint við Niðurlond. Í 1830 gjørdu belgiamenn uppreistur og tóku loysing, og Belgia gjørdist sjálvstøðugt kongsdømi.

Bulgaria

Bulgaria er eitt lýðveldi í Evropa. Í norðri hevur Bulgaria mark við Rumenia, í suðri við Turkaland og Grikkaland, og í vestri við Lýðveldið Makedónia og Serbia. Landaøki, ið nú er Bulgaria, hevur mestsum alla tíð sína staðið í skugganum av sterku grannum sínum. Bæði grikkar, rómverjar og turkar hava rátt her, og frá 1944 til 1989 var Bulgaria partur í kommunistiska Eysturevropa.

Estland

Estland er lýðveldi í Norðurevropa. Í suðri hevur Estland mark við Lettland, í eystri við Russland, og í vestri við Eystrasalt og í norðri við Finnlandsfjørðin. Høvuðsstaðurin er Tallinn (fyrr Reval).

Eysturríki

Eysturríki er lýðveldi í Evropa. Í ein norðan hevur Eysturríki mark við Týskland og Kekkia, eystan við Slovakia og Ungarn, sunnan við Slovenia og Italia og vestan við Sveis og Liktinstein. Wien er høvuðsstaður Eysturríkis, og aðrir stórir býir eru Graz, Linz og Salzburg. Landið hevur umleið 8,5 mió. íbúgvar, og høvuðsmálið er týskt. Í langar tíðir var tað eitt av høvuðslondunum í Evropa. Keisarin i Eysturríki ráddí bæði fyri Ungarn, Kekkia, Slovakia, stórum parti av Jugoslavia og stórum parti av Póllandi. Aftan á Fyrra heimskriggið misti Eysturríki øll hjálondini. Í Seinna heimskrignum vóru summir býirí Eysturriki illa skaddir, og landið varð eftir tað, at kriggið endaði, hersett av teimum sameindu.

Finnland

Finnland (finskt: Suomi) er lýðveldi í Norðurevropa. Finnland hevur mark við Noreg í norðri, Svøríki og botnisku víkina í vestri, Eystrasalt í ein útsynning Finnlandsfjørðin í suðri og Russland í eystri. Finnland er norðasta sjálvstøðuga land í heiminum eftir Ísland.

Kroatia

Kroatia er lýðveldi í Evropa. Í norðri hevur Kroatia mark við Slovenia og Ungarn, í eystri við Serbia, og í suðri við Bosnia-Herzegovina og Montenegro. Høvuðsstaður er Zagreb og aðrir stórir býir eru Split, Rijeka og Osijek. Landið hevur umleið 5 mió íbúgvar. 1. juli 2013 gjørdist Kroatia limur í ES.

Lettland

Lettland er lýðveldi í Evropa. Í norðri hevur Lettland mark við Estland, í eystri við Russland, og í suðri við Hvítarussland og Litava.

Litava

Litava (Litaviskt: Lietuva) er lýðveldi í Miðevropa. Litava hevur mark við Eystrasalt, Russland (Kaliningrad) og Lettland í norðri, Pólland í vestri, og Hvítarussland. Litava mørkini eru, kanska meiri enn onnur evropeisk, broytt óteljandi ferðir í søguni. Litava skilur seg á mangan hátt frá hinum báðum Baltalondunum. Meginparturin av fólkinum er litavar; í Estlandi og Lettlandi er rættiliga stórur partur av fólkinum tilfluttir russarar. Mesta fólkið býr eisini inni í landinum - har høvuðsstaðurin, Vilnius, eisini er - og ikki við strendurnar. Triðja, sum víkur frá, er fruktagóða jørðin. Litava var fyrsta landið í fyrrverandi Sovjetsamveldinum, sum tók loysing, og síðan hevur Litava leita vestureftir. Litava er limur í bæði NATO, ES og ST. Litava gekk soleiðis á odda fyri at koma burturúr Sovjetsamveldinum, og tað kostaði eisini eitt hart stríð við stjórnina í Moskva, sum eisini royndi at brúka vald at steðga loysingarroyndini.

Luksemborg

Luksemborg (Luksemborgskt: Lëtzebuerg) er eitt land í Evropa. Høvuðsstaður er Luksemborgbýur. Har eru nógv ídnaðarvirkir, og har hevur høvuðsumsitingarráðið fyri felagsmarknaðin sæti. Luksemburg hevur mark við Belgia, Frakland og Týskland.

Mann

Isle of Man, Mann ella Mon sum hon eisini verður nevnd (Ellan Vannin á manskum), er sjálvstýrandi oyggj í Írska sjónum, men undir enskum kongadømi. Stjórnin á oynni eitur Tynwals, og her verða summar týðandi avgerðir tiknar. Upprunamálið er manskt - keltisk mál, sum næstan er útdeytt og bara verður talað við hátíðarligt høvi. Oyggin hevur áður havt sjálvræði. Árini 1405 til 1765 var oyggin Man sjálvstøðugt kongsríki.

Niðurlond

Niðurlond ella Háland ella Holland er eitt kongaríki í Evropa. Í norðri hevur Niðurlond mark við Norðsjógvin, í eystri við Týskland, og í suðri við Belgia.

Niðurlendingar eru kendir fyri at hava víðskygda og frílynta samfelagsáskoðan.

Ongland

Ongland (enskt: England) er eitt land sum hongur saman við Skotland, Wales og Norðurírland. Tey kalla tað Stóra Bretland. Ongland er størsti og fjølbygdasti parturin í Bretandi. Nógv av fólkinum býr í stórbýum: London, Birmingham og Manchester. Nógvir býir eru gamlir íðnaðarbýir. Landslagið skiftur úr gróðramiklum akurlendi har suðuri og har eysturií heyggjutar heiðar norðantil og vestantil. Allastaðni í Onglandi eru hugnaligar bygdir, og gomul hús og handlar eru ofta uttan um almenningin í bygdini.

Pólland

Pólland er lýðveldi í Miðevropa. Pólland hevur mark við Eystrasalt, Russland (Kaliningrad) og Litava í norðri, Týskland í vestri, Kekkia og Slovakia í suðri og Hvítarussland og Ukraina í eystri. Pólsku mørkini eru, kanska meiri enn onnur evropeisk, broytt óteljandi ferðir í søguni. Dagsins Pólland varð stovnað eftir 2. veraldarbardaga. Pólland er ein blandingur av spjøddum landbúnaðarbygdum og vøkrum miðaldarbýum. Næstan alt landið er fláur slætti, og tilsamans er tað størri í vídd enn hini trý londini í Miðevropa.

Rumenia

Rumenia er lýðveldi í Evropa. Í norðri hevur Rumenia mark við Ukraina, í eystri við Moldova og Ukraina, í suðri við Bulgaria, og í vestri við Serbia og Ungarn.

Nicolae Ceauşescu í Rumenia var, til hann varð koyrdur frá í 1989, seinasti kommunistiski einræðisharrin í Evropa.

Serbia

Serbia er lýðveldi í Evropa. Í norðri hevur Serbia mark við Ungarn, í eystri við Rumenia og Bulgaria, í suðri við Makedónia, Albania og Kosovo, og í vestri við Montenegro og Bosnia-Hersegovina.

Skotland

Skotland (enskt og skotskt Scotland),(skotskt gæliskt: Alba) er eitt av teim fýra londunum ið mynda Kongsríki Stóra Bretlands og Norðurírlands. Skotland fevnir formliga um norðasta partin av oynni Bretlandi umframt oyggjabólkarnar norðanfyri Suðuroyar, Orknoyar og Hetland umframt aðrar oyggjar har á leið. Orknoyggjar og Hetland gjørdust partur av Skotlandi í 1468, tá tær gjørdust heimafylgja hjá eini danskari prinsessu, sum giftist James 3 kongi.

Skotska kongsríkið Alba varð savnað í 843 undir Kenneth I skotakong. Kenneth gjørdi Scone í Piktaríkinum til høvuðsstað í ríkinum. Við sær tók hann Lagnusteinin, dalriadiska krýningarsteinin. Í 1296 varð steinurin fluttur í Westminister Abbey, men í 1996 var hann fluttur aftur til Skotlands. Skotska flaggið, The Saltire, er mett at vera elsta tjóðarflaggið enn í nýtslu.

Skotland hevur verið undir bretskum harradømi síðan 1707.

Slovenia

Slovenia er lýðveldi í Miðevropa. Í vestri hevur Slovenia mark við Italia, í norðri við Eysturríki, í eystri við Ungarn og í suðri við Kroatia.

Svasiland

Svasiland ella Kongsveldið Svasiland er lítið land í syðra-Afrika við umleið 1,3 mió íbúgvar.

Svøríki

Svøríki (svenskt: Sverige) er kongaríki í Norðurevropa. Í norðri hevur Svøríki mark við Finnland, og í vesturi við Noreg. Høvuðsstaður er Stokkhólmur. Stórir partar av Svøríki eru skógvaksnir, og har eru mong vøtn, tí at skriðjøklarnir gróvu djúpar lægdir í landið seinastu ístíð. Stór fjallalendi eru í Svøríki. Miðallívsævin í landinum er 81,89 og 1 % av fólkinum eru ikki lesifør .

Onnur mál

This page is based on a Wikipedia article written by authors (here).
Text is available under the CC BY-SA 3.0 license; additional terms may apply.
Images, videos and audio are available under their respective licenses.