Alfrøði

Alfrøði er ikki ein ávís vísindagrein, sum so nógvar aðrar. Orðið alfrøði merkir "frøði um alt". Vanliga inniheldur ein alfrøði ikki serliga nógva vitan um nakað serstakt, men eitt sindur um næstan alt. Ein alfrøði er ofta ein endurspeglan av teirri vitan, sum er til; eitt savn av stuttum upplýsandi greinum um mestsum alt, so fólk lætt kunnu leita sær fram upplýsingar. Franski heimspekingurin Diderot tók stig til fyrstu alfrøðina, har hann fekk fremstu heimspekingar, rithøvundar og granskarar í tíðini at skriva greinar um øll hugsandi evni. Henda fyrsta alfrøðin taldi heili 37 tjúkk bind. Tað eru túsundatals greinar um ymisk evni í Alfrøðini. Í hvørji grein eru tilvísingar til myndir, og í hvørjari mynd eru talmerktir smálutir. Greinin um skurðviðgerðaramboð hevur ikki færri enn tólv slíkar smálutir.

Einhvør alfrøði er skipað sum eitt uppslagsverk, t.e. eitt verk, ið lætt er at sláa upp og finna upplýsingar í um eitthvørt.

Sum Encyclopædia Brittanica, ein stór og kend enskmælt alfrøði, tekur til; "As knowledge grows, so do we"; ella á føroyskum; "So hvørt sum vitanin veksur, vaksa vit við".

Der Neue Pauly
Donsk Wikipedia

Donsk Wikipedia er tann danskmæltað útgávan av tí alheimsfevnandi alfrøði-verkætlanini Wikipedia.

Føroysk Wikipedia

Føroysk Wikipedia er tann føroyskmæltað útgávan av tí alheimsfevnandi alfrøði-verkætlanini Wikipedia. Fyrsta greinin varð skrivað hin 30. mai 2004 av týskaranum Arne List, sum upprættaði eina grein um Føroyar. Tríggjar vikur seinni, hin 20. juni 2004, varð forsíðan á tí føroysku Wikipedia upprættað av føroyska dulnevnda brúkaranum Quackor og pr. 6. apríl‎ 2013 vóru tilsamans 6.000 greinar á føroysku Wikipediu, tað vóru 279.154 rættingar, í meðal vóru tað framdar 16,90 rættingar pr. síðu. Tað vóru 9.011 skrásettir brúkarar, harav 47 brúkarar vóru aktivir teir seinastu 30 dagarnir, har vóru 40 bottar, 8 umboðsstjórar (administratorar) og tveir embætisstjórar (bureaukratar). Føroyska Wikipedia hevur nú 13,210 greinar (hetta talið verður dagført sjálvvirkandi).

Hin 29. mai 2014, dagin fyri 10 ára stovningardagin hjá føroysku Wikipediu, var grein nummar 10.000 skrivað, tað var ein grein um Reimund Langgaard, sum er løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.

Grønlendsk Wikipedia (kl:) hevði hin 30. mai 2014 tilsamans 1 606 greinar, Íslendsk Wikipedia (is:) hevði tá 37.500 greinar, Donsk Wikipedia (da:) hevði tá fleiri enn 188 000 greinar, meðan Norsk Wikipedia (no:) (bokmål) hevði 420.628 greinar. Nynorsk Wikipedia hevði 113.896 hin 30. mai 2014. Svensk Wikipedia er tann størsta av teimum norðurlendsku, hon kom upp á 1 millión greinar, sum tað fyrsta av teimum norðurlendsku málunum í juni 2013. Í mai 2014 hevði tann svenskmælta Wikipedia 1.622.700 greinar.

Grønlendsk Wikipedia

Grønlendsk Wikipedia er tann grønlendskmæltað útgávan av tí alheimsfevnandi alfrøði-verkætlanini Wikipedia. Hin 10. mars 2015 vóru 1624 greinar upprættaðar á grønlendsktmæltu Wikipediu.

Kim Simonsen

Kim Simonsen hevur verið lektari við Bergens Universitet og er Senor Fellow við Vossius Centre við lærda hákúlan í Amsterdam, har hann eisini arbeiðir á sentrinum fyri Europan Studies á deildini SPIN - Study Platform on Interlocking Nationalisms.

Hann er ph.d.-vegleiðari bæði í Amsterdam og á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.

Hann er føroyskur høvundur, mag.art og Ph.d. [1] við styrki frá Danska Granskingarráðinum (FKK).

Í 2013 gjørdist hann ph.d. á ph.d.-skúlanum Evropeisk Mentanarsøga millum søgudeildina og bókmentir/nordiskt á Roskilde Universitet. Vegleiðarar vóru søgufrøðingurin professarin ph.d. Anette Warring og professarin Dr. phil. Svend Erik Larsen frá Deildini fyri Bókmentasøgu við Aarhus Universitet.

Royndir í seinastuni

2019- Senor Fellow við Vossius Centre við lærda Hákúlan í Amsterdam.

2018- Lektari við Bergens Universitet har hann stóð roynd í adjunktpedagogikum í január 2019.

2016-2020 Ph.d.-vegleiðari fyri Tim van Gerven á European Studies University of Amsterdam.

2018- Ph.D.-hjávegleiðari Turið Nolsøe Københavns Universitet

2017-2018 Leiðari fyri vísundaliga netverkið North Atlantic Digital Repatriation and Cultural Heritage Network. Supported by the Nordic Cultural Point.

2014-2017 Carlsberg Foundation Foreign Scholarship post.doc. University of Amsterdam, SPIN: Study Platform of Interlocking Nationalisms.

2014-2017 Leiðari fyri netverkið: Network on Romantic Travel Writing to the Far North 1800-1900. Supported by the Nordic Cultural Point.

2015 Var hann í starvi sum coordinator of ERNiE (Encyclopedia of European Cultural Nationalism) á University of Amsterdam fyri prof. Joep Leerssen.

Annað:

2019- Ritstjóri og kurator m.a. av lista- og bókmentafestivalinum Always Coming Home gjørdur við Laboratory for Aestetichs and Ecology 10-14 juli 2019.

2019 Fyriskipari av V. U. Hammershaimb framsýning, fagnaði og seminari á Landsbókasavninum. Ritsjórn av temablaði av Frøði um V. U. Hammershaimb og frímerkjaútgávu av V. U. Hammershaimb við Posta og Ole Wich.

2019- Høvundi, týðari og sniðgevi av bókum.

Veturin 2015 og várið 2016 var hann vitjandi granskari á Stanford University, Department of Comparative Literature and CESTA (Centre for Spatial and Textual Analysis).

Í 2010 var hann vitjandi granskari á Amsterdams Universitet, har hann arbeiðir á sentrinum fyri Europan Studies á deildini SPIN - Study Platform on Interlocking nationalisms hjá granskarinum prof. Joep Leerssen.

Í 2010 var hann vitjandi granskari á Columbia University í New York hjá Andreas Huyssen.

Luksemborgsk Wikipedia

Luksemborgsk Wikipedia er tann luksemborgskmæltað útgávan av tí alheimsfevnandi alfrøði-verkætlanini Wikipedia.

Útgávan varð stovnað í 2004.

Niðurlendsk Wikipedia

Niðurlendsk Wikipedia er tann niðurlendskmæltað útgávan av tí alheimsfevnandi alfrøði-verkætlanini Wikipedia.

Norðurfrísisk Wikipedia

Norðurfrísisk Wikipedia er tann norðurfrísiskmæltað útgávan av tí alheimsfevnandi alfrøði-verkætlanini Wikipedia.

Svensk Wikipedia

Svensk Wikipedia er tann svenskmæltað útgávan av tí alheimsfevnandi alfrøði-verkætlanini Wikipedia. Í juni 2013 kom Svensk Wikipedia upp á 1 millión greinar, sum tað fyrsta av teimum norðurlendsku málunum.

Szczecin

Szczecin (søguligt navn: Stettin) er ein havnabýur í Póllandi. Býurin hevur fyrr hoyrt til Týskland og Svøríki. Býurin liggur í útnyrðingshorninum á Póllandi, á markinum til Týskland og mitt í søguliga økinum Pommern. Fólkatalið er umleið 408.113 (2014). Í desember 2011 varð EM svimjistevna á stuttbana hildin í Szczecin, har m.a. føroyski Pál Joensen luttók.

Vesturfrísisk Wikipedia

Vesturfrísisk Wikipedia er tann vesturfrísiskmæltað útgávan av tí alheimsfevnandi alfrøði-verkætlanini Wikipedia.

WikiWiki

Heitið WikiWiki ("wiki wiki" merkir skjótt á hawaiiskum; og hevur framburðin "vi ki vi ki"). Heitið kann brúkast til at eyðmerkja annaðhvørt eitt slag av hypertekstdokumenti ella ritbúnaði, sum er brúktur til at skriva tað.

Tú ert nú staddur á Wikipedia, eitt wiki sum er ein roynd at skriva eina alfrøði.

Wikipedia

Wikipedia er ein alfrøði við opnum innihaldi, skrivað í samarbeiði millum sínar brúkarar. Wikipedia verður stýrd av Wikimedia, ein non-profit grunnur stovnaður til endamálið. Her í september 2019 fevnir hon um eitt stórt evnisøki og hevur 13,210 greinar í føroysku útgávuni. Í januar 2004 vóru umleið 400 000 greinar á ymiskum málum í Wikipedia. Meginparturin, ella umleið 200 000, vóru á enskum.

Wikipedia byrjaði við ensku útgávuni tann 15. januar 2001. Tann føroyska útgávan byrjaði tann 20. juni 2004.

Íslendsk Wikipedia

Íslendsk Wikipedia er tann íslendskmæltað útgávan av tí alheimsfevnandi alfrøði-verkætlanini Wikipedia.

Onnur mál

This page is based on a Wikipedia article written by authors (here).
Text is available under the CC BY-SA 3.0 license; additional terms may apply.
Images, videos and audio are available under their respective licenses.