1536

Hendingar

Føðingar

Andlát

1530-árini

Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld

Áratíggju: 1480-árini 1490-árini 1500-árini 1510-árini 1520-árini - 1530-árini - 1540-árini 1550-árini 1560-árini 1570-árini 1580-árini

Ár: 1530 1531 1532 1533 1534 1535 1536 1537 1538 1539

1531

Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld

Áratíggju: 1480-árini 1490-árini 1500-árini 1510-árini 1520-árini - 1530-árini - 1540-árini 1550-árini 1560-árini 1570-árini 1580-árini

Árstal: 1526 1527 1528 1529 1530 - 1531 - 1532 1533 1534 1535 1536

1540

Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld

Áratíggju: 1490-árini 1500-árini 1510-árini 1520-árini 1530-árini - 1540-árini - 1550-árini 1560-árini 1570-árini 1580-árini 1590-árini

Árstal: 1535 1536 1537 1538 1539 - 1540 - 1541 1542 1543 1544 1545

1541

Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld

Áratíggju: 1490-árini 1500-árini 1510-árini 1520-árini 1530-árini - 1540-árini - 1550-árini 1560-árini 1570-árini 1580-árini 1590-árini

Árstal: 1536 1537 1538 1539 1540 - 1541 - 1542 1543 1544 1545 1546

16. øld

(15. øld - 16. øld - 17. øld)

16. øld var frá 1501 til 1600 í tí gregorianska kalendaranum.

19. mai

19. mai er dagur 139 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 140 um skotár). Tað eru 226 dagar eftur av árinum.

6. oktober

6. oktober er dagur 279 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 280 um skotár er). 86 dagar eru eftir av árinum.

Arizona

Arizona (enskt: State of Arizona), á føroyskum ofta stavaður Arisona, er ein lutstatur í Sambandsríkinum Amerika við umleið 6,39 millionum íbúgvum (2010). Í suðri hevur Arizona mark við Meksiko, í norðri við Utah, í eystri við New Mexico og í vestri við Kalifornia og Nevada. Fleiri enn 5 mál verða talað, men høvuðssmálið er enskt, sum er móðurmál hjá um 75 % av fólkinum. Enskt er alment mál; men mong tala eisini spanskt og navaho. Spanskt er móðurmál hjá umleið 20 %.

Størsti býur og høvuðsstaður er Phoenix. Í Phoenix og økinum rundanum búgva 4,17 mió. fólk. Aðrir stórir býir er Tucson, Mesa, Glendale, Chandler og Scottsdale. Har er eisini Grand Canyon. Tað er ein 16 kilometrar long og upp til 1800 metrar djúp gjógv, á enskum nevnd canyon. Grand Canyon er vorðin til av Koloradoánni, sum í milliardir av árum hevur máað seg djúpt niður í lendið. Eyknevni hjá Arizona er Grand-Canyon-staturin (enskt: The Grand Canyon State).

Buenos Aires

Buenos Aires er høvuðsstaður og størsti býur í Argentina. Í Buenos Aires og økinum rundanum búgva 12.741.364 fólk.Næstan 40 % av fólkinum í Argentina búgva í Buenos Aires ella tætt við býin, sum er ein hin størsti á suðurhálvuni.

Spaniamenn grundaðu Buenos Aires sum havnabý í munnanum á ánni Rio de la Plata í 1536; og fólkið í býnumverður enn kallað "portenos", ið merkir "havnabýarfólk". Nú er Buenos Aires nýmótans býur við breiðum vegum,tunlum og dýrum handlum.

Býurin er handilsmiðdepil í Argentina, og meginparturin av útflutningi landsins verður avskipaður haðan.

Jól

Jólini eru fyrsta høgtíðin í kirkjuárinum. Jóladagur er 25. desember, og í Føroyum verða tveir jóladagar hildnir sum halgidagar - 25. og 26. desember. Seinasti dagurin framman undan jóladegi - tann 24. desember - kallast jólaaftan. Hann var fyrr vanligur arbeiðsdagur, men varð roknaður sum halgidagur frá kl. 18. Nú er jólaaftan frídagur í Føroyum, og mong byrja jólahaldið seinnapart jólaaftan. Jóladagur hevur altíð verið mikil høgtíðisdagur í Føroyum, og enn eru jólini størsta høgtíð føroyinga.

Um okkara leiðir eru jólini ein gomul høgtíð, sum eisini varð hildin, áðrenn okkara forfedrar vórðu kristnaðir. Hesa ársins tíðina hátíðarhildu teir, at nú fór vend at koma í. Nú fór tann ljósa tíðin at koma. Í 336 e.Kr. gjørdu kirkjufedrarnir í Róm av, at 25. desember skuldi verða hátíðarhildin sum Jesu føðingardagur. Roynt varð at nevna høgtíðina kristmessu. Navnið vann ikki frama í Norðurlondum, men í t.d. Bretlandi og USA eita jólini "Christmas".

Í Føroyum hátíðarhalda vit jólaaftan 24. desember, meðan meginparturin av kristna heiminum hátíðarheldur jólini 25. desember.

Kvívík

Kvívík er ein bygd í Streymoy, á gomlum donskum stavað Quivig. Kvívík er ein gomul bygd, sum er nógv vaksin í nýggjari tíð. Í Kvívík er ein krambúð. Har er sparikassi og posthús. Meginparturin av fólkinum í Kvívík arbeiðir aðrastaðni enn í heimbygdini. Nógvir menn eru til fiskiskap við skipum, ið hoyra heima ymsastaðni í landinum, og nógv av heimafólkunum arbeiða í Havn. Í Kvívík eru tó tvær handverkarafyritøkur, ið hava nógv at gera, og sjálvandi er nakað av landbúnaði í bygdini eisini.

Monmouth

Monmouth (Walisisk: Trefynwy = "býurin við Monnow") er ein býur í landssynningspartinum av Wales. Býurin liggur, har ið áirnar Monnow og Wye møtast, umleið tríggjar kilometrar frá markinum til Onglands. Býurin liggur 58 km í ein landnyrðing av Cardiff og 204 km vestan fyri London. Býurin liggur í Monmouthshire. Í 2001 búðu 8.877 fólk í Monmouth.

Í rómaratíðini lá ein borg her, sum nevndist Blestium. Eftir 1067 vaks býurin upp kring normannaraborgina, sum verður nevnd Monmouth Borgin (Monmouth Castle). Miðaldarbrúgvin á borgini, Monnow Brúgin er tann einasta av sínum slag, ið er eftir í Stóra Bretlandi. Seinni kom borgin at hoyra til Lancaster ættina, og Henrik 5. av Onglandi bleiv føddur her í 1387. I 1536 gjørdist býurin høvuðssæti hjá fyrisitingini í Monmouthshire.

Seinni gjørdist býurin ein miðdepil fyri ferðavinnu í Wye Dalinum, og harumframt eisini til ein marknaðarbý.

Paraguai

Paraguei ella Paraguai er eitt land í Suðuramerika. Grannalond eru Argentina, Bolivia og Brasil. Landið er 406.752 m2. Tann stóra áin Paragueiá sker landið í tvíningar. Stívliga 6,8 milliónir fólk búgva í Paraguei, av teimum búgva 44 % í býunum. Høvuðsstaður er Asunción, har búgva 519.000 fólk. Høvuðsmálið í Paraguei er spanskt, men flest øll tosa eisini tað gamla indiánamálið, guarani, og í býunum tosa summi bara spanskt. Paraguei gjørdist óheft av Spania í 1827. Mesti útflutningurin er bummull og soyabønir.

Tá ið tað hevði verið partur í spanska hjálandaríkinum í úti við 300 ár, gjørdist landið sjálvstøðugt í 1811. Síðan hava einaræðisharrar stýrt landinum næstan alla tíðina. Gitnastur var Alfredo Stroessner herovasti, sum ráddi í 35 ár, til kvett varð gjørt ímóti honum í 1989, og hann varð settur frá. Nú verður roynt at byggja landið upp.

Onnur mál

This page is based on a Wikipedia article written by authors (here).
Text is available under the CC BY-SA 3.0 license; additional terms may apply.
Images, videos and audio are available under their respective licenses.