1492

Hendingar

Føðingar

Andlát

1490-árini

Øldir: 14. øld - 15. øld - 16. øld

Áratíggju: 1440-árini 1450-árini 1460-árini 1470-árini 1480-árini - 1490-árini - 1500-árini 1510-árini 1520-árini 1530-árini 1540-árini

Ár: 1490 1491 1492 1493 1494 1495 1496 1497 1498 1499

15. øld

(14. øld - 15. øld - 16. øld)

15. øld var frá 1401 til 1500 í tí gregorianska kalendaranum.

16. øld

(15. øld - 16. øld - 17. øld)

16. øld var frá 1501 til 1600 í tí gregorianska kalendaranum.

Bahamaoyggjar

Samveldið Bahamaoyggjar (alment enskt heiti: Commonwealth of the Bahamas) er ein oyggjabólkur í Karibia. Høvuðsstaður eitur Nassau. Fólkatalið er umleið 353 000. Mesta fólkið er av afrikanskum uppruna, men eisini er ein hvítur minniluti. Almenna málið er enskt.

Bahamas er oyggjaland, sum liggur í ein útsynning úr amerikansska statinum Florida. Í mong ár hava Bahamaoyggjarnar verið lýstar sum skattaskjól, ið gevur almenninginum sera avmarkað innlit í upplýsingar um fyritøkurnar, sum eru skrásettar har. Ferðamannavitjanin er nógv.

Karibia

Sum perlur drignar á 3.200 kilometra langan tráð liggja tropuoyggjarnar millum Meksiko og Venesuela. Hetta eru Karibiaoyggjar ella Vesturindiaoyggjar. Summar oyggjarnar eru bara smáir, óbygdir hólmar, ella korallriv; aðrar eru stórar og tættbygdir. Karibiaoyggjar eru mark millum tað 1.920.000 km2 stóra Karibiahav og Atlantshav. Størsta dýpið í Karibiahavi er næstan 7.000 m. Havið er umgyrt av Norður-, Mið- og Suðuramerika.

Í Karibia eru 25 ymisk lond. Kuba er størsta ríkið, har búgva 11 milliónir fólk. Hóast hvørt landið hevur sína serstøku mentan, so líkjast karibisku londini á nógvum økjum. Fyri 200-300 árum síðan høvdu lond í Evropa leingi ræðið á øllum hesum oyggjunum. Trælir vórðu fluttir úr Afrika til Karibia og noyddir at dyrka sukurrør í lundum hjá evropearunum. Sukurrør vaksa væl og skjótt í tí vátliga, lýggja veðurlagnum. Eisini Danmark hevði stórt gagn av hesum - tríggjar Vesturindiaoyggjar vóru undir donskum valdi heilt til í 1917. Meginparturin av fólkinum á Karibiaoyggjum er ættaður frá afrikonsku trælunum.

Í 1492 kom spanski rannsóknarmaðurin Kristoffur Kolumbus (1451-1505) við monnum sínum sum fyrstu evropearar til Karibia. Á nógvum oyggjum búðu ymisk indiánafólk. Mangir evropearar komu seinni og fóru at trælka indiánarnar. Noktaðu teir at arbeiða, vórðu teir dripnir. Nú eru bara tveir smáir ættbólkar eftir av upprunafólkinum í øllum Karibia.

Karibiaoyggjar eru hugtakandi vakrar og fruktagóðar, har eru nógvir litfagrir fuglar, langir sandar og nógv sól. Økið dregur ferðafólk úr øllum heiminum at sær. Hetta gevur nógvum fólki arbeiði. Ferðafólkavinnan er størsta inntøkan á nógvum oyggjum har. Fólkið á oyggjunum Martinique og Guadeloupe hava nógv samband við Frakland. Tey tosa franskt, nýta franskan frank sum gjaldoyra, nýta franska flaggið og halda franskar hátíðardagar. Aðrar oyggjar eru bundnar at Bretlandi, Hálendi, Russlandi og USA. Haðandi fáa tey bæði politiskan og fíggjarligan stuðul.

Størri helmingurin av karibum er búnaðarfólk. Mong arbeiða hjá góðseigarum, ið dyrka til dømis sukur og kaffi. Nøkur eiga sær ein lítlan teig, so tey kunnu dyrka grønmeti til sín sjálvs ella at selja á torginum. Upprunaligir karibiskir bygningar eru málaðir við glógvandi litum. Eins og byggihættir eru tónleikur, bókmentir, list og matsiðir ein framúr góður blandingur av evropeiskum og afrikonskum stíli.

Stóru oyggjarnar millum Kuba og Puerto Riko (US) nevnast Stóru Antilloyggjar. Eystanfyri liggja Smáu Antilloyggjar, har tær smáu oyggjarnar millum Jomfrúoyggjar og Dominika nevnast Læoyggjar. Og oyggjarnar suður úr Martinique (Frak.) til Grenada eita Guloyggjar. Nógvir oyggjaflokkar eru komnir av gosum.

Kristoffur Kolumbus

Kristoffur Kolumbus (føddur 31. oktober 1451 í Italia – deyður 20. mai 1506 í Spania) varð føddur í býnum Genova í Italia. Faðir hansara var vevari, og sum drongur hjálpti Kolumbus pápa sínum, men hetta arbeiðið dámdi honum ikki. Honum dámdi best at ganga niðri í havnini og síggja øll seglskipini, ið har lógu. Longu sum 14 ára gamal fór hann til sjós. Mest varð siglt millum londini við Miðjarðarhavið, men kanska hevur hann verið onkran túr í Norðurlondum og fram við Afrikastrondini.

Okkurt bendi á, at hann vildi gerast viðgitin og ríkur. Hann var ikki nøgdur við at vera av fátækum fólki, tí lætst hann at vera av ríkum fólki, og hann segði seg hava fingið útbúgving. Í nøkur ár búði hann í Portugal, har hann giftist eini ríkari gentu. Tá sá hann, hvussu tey ríku livdu, og hugurin at gerast viðgitin og ríkur vaks. Øll vistu, at stór ríkidømi vóru í Ásia, og nógvir vísindamenn vóru ikki í iva um, at tað bar til at koma til Ásia, um tú sigldi vestureftir. Men eingin hevði roynt at sigla tann vegin. Kolumbus varð meira og meira sannførdur um, at tað læt seg gera. Hann var so spentur at prógva tað, at hann í næstan tíggju ár royndi at fáa ymisk lond at gjalda ferðina. Og at enda eydnaðist tað at fáa sponsku kongshjúnini at játta.

Í apríl 1492 vórðu skjølini undirskrivað, og Kolumbus fór at fyrireika sína fyrstu ferð. Á síni fyrstu ferð kom hann til Bahamasoyggjarnar, Kuba og Hispaniola. Men ferðin eydaðist ikki so væl. Hann hevði nøkur innfødd við sær, tá ið hann kom heimaftur til Spania, og hann visti nógvar spennandi søgur at siga um tað, hann hevði funnið. Men tað nógva kryddvørurnar og gullið, sum hann hevði droymt um, fann hann ikki. Kolumbus var tí vísur í, at hann fór at finna ríkidømi, um hann slapp einaferð aftrat. Isabella og Ferdinand stuðlaðu honum, og hann slapp tríggjar ferðir aftrat. Á hesum ferðum fann Kolumbus Trinidad, Jameika og fleiri lond í Miðamerika. Tað stóra ríkidømi fann hann ongantíð, men til sín doyggjandi dag í 1506 var hann vísur í, at tað var Ásia, hann var komin til.

Mali

Lýðveldið Mali (Franskt: République du Mali) er eitt land í Vesturafrika. Í norðri hevur Mali mark við Algeria, í eystri við Nigeria, í suðri við Burkina Faso, Fílabeinsstrondin og Guinea, og í vestri við Senegal og Móritania. Høvuðsstaður er Bamako, og londinum hevur umleið 14,5 millionar íbúgvar. Landið er kallað upp eftir máttmikla muslimska malinkifólkinum, sum ráddi í stórum ríki á hesum leiðum í 13. og 14. øld.

Mali er fyrrverandi franskt hjáland. Nú á døgum er Mali fátækt land. Meginparturin av fólkinum livir av at dyrka jørðina og av neytahald. Í 2013 sendi Frakland hernaðarfólk til landið fyri at hjálpa í stríðnum móti uppreistrarbólkum við tilknýti til al-Qaeda.

53,3 prosent av fólkinum er ikki lesiført og 33 prosent av fólkinum er arbeiðsleyst.

Miðamerika

Miðamerika er smalt eiði ímillum Meksiko fyri norðan og Suðuramerika fyri sunnan. Meginparturin er fjallalendi suður ígjøgnum landið, og har eru nógv gosfjøll. Í Karibiahavi úti fyri eysturstrondini eru nógvar vakrar, pálmavaksnar oyggjar. Málið, søgan og mentan í Miðamerika hava sum heild røtur aftur í hjálandatíðina. Til 1492, tá ið Kristoffur Kolumbus kom til Bahamaoyggjar, búðu bara indiánar í Miðamerika.

Renessansan

Renessansan, eisini nevndur Endurreisnin, er heiti á mentanarligum ráki í Evropa í tíðarskeiðnum umleið 1400 til umleið 1600. Orðið renessansa kemur umvegis franskt av latínsku orðunum re, sum merkir aftur og nascere, sum merkir at føðast; renessansa merkir sostatt at endurføðast. Í hesum liggur, at renessansan tekur ta klassisku mentanina, forngrikska og fornromverska mentan, fram aftur. Renessansan endurtekur ikki bara tað klassiska, men nýtir tað og arbeiðir víðari við tí.

Í hesum tíðarskeiði verður evropeiski sjónarringurin víðkaður. Krossferðirnar hava verið eini 200 ár frammanundan, og við teimum øktist kunnleikin til jødiska og arabiska mentan. Tað gav íblástur til at leita eftir fornum handritum, og fleiri handrit eftir klassisku høvundarnar komu undan kavi - summi í klosturbókasøvnum og onnur umvegis jødisku ella arabisku mentanirnar. Í 1492 varð Amerika funnið og ein nýggjur heimur letur seg upp. At Johan Gutenberg uppfann prentlistina umleið 1450 gav samstundis heilt nýggjar møguleikar at spjaða vitan og kunnleika.

Tað er ilt at siga, nær renessansan sum tíðarskeið endar, men í hvussu er umleið 1700 hevur eitt annað rák, upplýsingartíðin, tikið yvir.

Spania

Spania (spanskt; España) er eitt land í Suðurevropa. Høvuðsstaður er Madrid, og londinum hevur umleið 45 millionar íbúgvar. Spania hevur mark við Andorra, Frakland, Gibraltar, Portugal og Marokko (frá Ceuta og Melilla). Høvuðsmálið er spanskt.

Stóru Antilloyggjar

Stóru Antilloyggjar er ein oyggjabólkur í Karibiahavinum.

Tubbak

Tubbaksplantan er ársplanta. Hon veksur ymsastaðni í heiminum, men trívst best í heitum londum í USA. USA og Kina eru tey lond í heiminum, har mesta tubbakið verður dyrkað, men menningarlondini dyrka eisini tubbak. Tá ið Kolumbus kom til Amerika í 1492, royktu indiánarnir undarlig bløð . Bløðini vóru av tubbaksplantuni. Nú, 500 ár eftir, roykja fólk um allan heim sigarett, sigar ella pípu. Flestu roykja, tí at tað sissar. Tað er evnið nikotin, sum tað ger. Vit gerast lættliga bundin at nikotini, so torført er at leggja av. Acetylcholin (ACH) er ein ógvuliga týdningarmikil nervatransmittari. Nikotin líkist ACH og setir seg á somu reseptorar sum ACH. Tað hevur við sær, at nervakyknur senda nervainnstøkk, tá ið tær ikki skulu gera tað. Hjá einum, ið júst er byrjaður at roykja, kennist hetta ikki væl. Hjartað fer at sláa títtari, slættir vøddar í sodningarleiðini taka seg saman og blóðið sleppur ikki at húðini. Tann, sum roykir sína fyrstu sigarett, gerst bleikur og fær vaml og annan ampa av sigarettini. Tað er, tí at nikotin fær nervakyknur at senda øll hesi boð úr heilanum út í kroppin. Sum frá líður, venur heilin seg við nikotinið. Hann fær fleiri reseptorar, og evnini at senda øll hesi boð, hvørja ferð ein sigarett verður roykt, minka. Økta nøgdin av reseptorum er tað, sum ger, at roykjarar gerast bundnir av nikotininum.

Tú hoyrir í útvarpi, sært í sjónvarpi, lesur í fjølmiðlum og hoyrir tosan um royking - og felagsboðskapurin fyri hesa kunning er heilt greið – at roykja er heilsuskaðiligt fyri roykjaran og tey, ið eru rundanum. Í tubbaksroyki eru 4000 ymisk evni . Flestu eru skaðilig. Roykir tú, orkar tú verri og luktar illa. Tey, sum roykja, eru í stórum vanda at fáa álvarsama sjúku, til dømis krabba, blóðtøpp, bronktis og hjartasjúku. Lungnakrabbi er tann krabbasjúkan, ið krevur flest mannalív; 90 % av lungnakrabba-tilburðunum standast av royking . Umleið 14 000 danir missa lívið hvørt einasta ár orsakað av royking . Heilsumyndugleikarnir royna at fáa fólk at leggja av. T.d. Tubbaksráðið gevur út upplýsandi tilfar um vandan, ið stendst av at roykja. Roykur úr rúkandi sigarett, dálkar eisini meiri, enn roykurin, roykjarin andar í seg. Tá ið fólk, sum ikki roykja, verða ørkymlað av royki, eitur tað óvirkin royking.

Føroyskir menn og føroyskar kvinnur eru tey, sum roykja allarmest í Norðurlondum . Hetta sæst aftur í Heilsulýsingini sum Landslæknin gjørdi fyri árini 2012-2013, har spurningurin um talið av dagligum roykjarum er staðfest. Út frá hesum kann ein lesa, at 31 prosent av føroyskum monnum, ið eru eldri enn 15 ár, roykja dagliga. Og at 26 prosent av kvinnunum í sama aldri gera tað, tá gjørt varð upp í 2010. Hesi tølini eru munandi hægri enn í nøkrum av grannalondum okkara; vit liggja rættiliga tætt Danmark, har 25 prosent av monnunum og 24 prosent av kvinnunum ið eru eldri enn 15 ár roykja. Hinvegin sæst at Ísland hevur fáar roykjarar í aldrinum 15 til 79, her einans 15 prosent av monnunum og 14 prosent av kvinnunum roykja. Og fara vit til Svøríkis eru tølini ávikavist 13 prosent menn og 15 prosent kvinnur. Í 2012 doyðu 577,190 fólk av krabbamein í USA . Talið á krabbameinstilburðum í Evropa er økt 10 prosent 2007-2009. Altjóða krabbameinsgranskingarstovnurin sigur, at royking er høvuðsorsøk . ES-kommissiónin metir, at 700.000 evropearar doyggja av tubbaki um árið.

USA

Sambandsríki Amerika (alment enskt heiti: United States of America, stytt USA, eisini America framborið /uh-mer-i-kuh/ ) ella Sameindu Statirnir (á enskum United States, stytt U.S.) er heimsins triðstørsta land, bæði í stødd (minni enn Kanada og Russland) og fólkatali (færri enn í India og í Kina). Landið er býtt í 50 lutstatir, eindardistriktið Washington DC (sum eisini er høvuðsstaður) og fleiri partar handan hav. Av teimum er oyggin Puerto Riko í Karibiska havinum størsti parturin og har tað búgva flest fólk. Aðrar oyggjar, sum USA eigur, eru t. d. Amerikonsku Jómfrúoyggjar, Amerikanska Sámoa, Guam, Norðurmarianoyggjar og nógvar oyggjar við ongum fólki (t. d. Midwayoyggjar, Palmyraoyggj, Johnstonoyggj, Bakeroyggj, Wakeoyggj, Howlandoyggj, v. fl.). Á mongum oyggjum eru amerikanskar hernaðarstøðir. Síðani 1898 hevur USA havt eina stóra marinustøð á Kuba – Guantánamoflógvi. Guantánamoflógvin hevur serligan leiklut og verður stýrdur av amerikonsku verjuni.

USA er heimsins máttmiklasta og ríkasta land (BTÚ) . Stórt tilfeingi av kilo, olju og steinsløgum, umframt ógvisliga tilflytingin í 19. og 20. øld, hevur verið høvuðsatvoldin til bráða vøksturin í ídnaðinum og góðu lívskorini. Amerikonsk vøra og amerikonsk mentan eru nú á døgum kend um allan heimin. Markið ímillum USA og Kanada er heimsins longsta óvarda landamark . New York City í New York er størsti býur, har búgva 8 milliónir fólk, síðan eru tað Los Angeles í Kalifornia og Chicago í Illinois. Landslagið er fjølbroytt, her eru oyðimerkur, skógir, slættlendi, grasfløtur og høg fjøll.

Eftir at USA í 1776 fekk fullveldi frá Bretlandi, bleiv USA eitt av fyrstu modernaðu og umboðanarfólkaræðum í heiminum. Upprunaliga politiska skipanin var eitt samveldi millum statirnar. Eftir nógv kjak varð eitt miðsett stýri sett í staðin; hetta var í 1789. Í 19. øld vórðu fleiri nýggir statir tiknir uppí, antin av fríum vilja ella eftir kríggj, og USA vaks vestureftir og suðureftir (jørð í Meksiko) á Norðuramerikanska meginlandinum. Tvær stórar kreppur meðan hetta varð, vóru borgarakríggið (1861-1865) og Depressiónin Mikla (1929-1939). Eftir Annað heimskríggj var USA onnur av tveimum risaveldum; hin var Sovjetsamveldið. Hesar báðar risaveldirnar stríddust nógv gjøgnum tað Kalda kríggið. Eftir at Kalda kríggið í 1991 endaði óavgjørt, upploystist Sovjetsamveldið og USA var einasta risaveldi eftir.

Onnur mál

This page is based on a Wikipedia article written by authors (here).
Text is available under the CC BY-SA 3.0 license; additional terms may apply.
Images, videos and audio are available under their respective licenses.