13. september

13. september er dagur 258 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 259 um skotár er). 107 dagar eru eftir av árinum.

<< september 2019 >>
Mi Fr Le Su
1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
30
MMXIX

Hendingar

Føðingar

  • 1819 - Clara Schumann, týsk tónleikakvinna, klaverleikari og tónaskald (d. 1896).
  • 1830 - Marie von Ebner-Eschenbach, eysturíkskur rithøvundur (d. 1916).
  • 1874 - Arnold Schoenberg, eysturikst tónaskald (d. 1951).
  • 1903 - Claudette Colbert, fronsk-amerikonsk sjónleikarinna (d. 1996).
  • 1916 - Roald Dahl, bretskur rithøvundur (deyður 1990).
  • 1939 - Richard Kiel, amerikanskur sjónleikari (d. 2014).
  • 1940 - Oscar Arias, kostarikanskur forseti.
  • 1944 - Jacqueline Bisset, bretsk sjónleikarinna.
  • 1944 - Peter Cetera, amerikanskur tónleikari.
  • 1973 - Fabio Cannavaro, italskur fótbóltsleikari.

Andlát

Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember
2017

2017 (MMXVII) var eitt vanligt ár, ið byrjaði á sunnudegi eftir tí gregorianska kalendaranum, ár 2017 eftir Kristi føðing, 17. ár í triðja ártúsund, 17. ár í 21. øld, og 8. ár í 2010-árunum.

2019

2019 (MMXIX) er eitt vanligt ár, ið byrjaði á týsdegi eftir tí gregorianska kalendaranum. Árið er nummar 2019 eftir kristi føðing, ár 19 í triðja ártúsund, ár 19 í 21. øld, og tíggjunda og síðsta ár í 2010-árunum.

2019 er valt sum ár periodisku skipaninar av Sameindu Tjóðum, í sambandi við at 150 ár er síðani skipanin varð skapt av Dmitri Mendeleev í 1869.

Christian Ludvig Tillisch

Christian Ludvig Tillisch (28. juli 1797 - 13. september 1844) var amtmaður í Føroyum frá 1825 til 1830. Tillisch skipaði fyri, at skúli kom í Havn í 1826, bókasavn í 1828 og sjúkrahús í 1829. Í 1830 gjørdi hann tað fyri fyrstu ferð møguligt hjá fátækum fólki at leiga traðir, ikki bara í Havn, men eisini í teimum mongu niðursetubygdunum, sum komu hesi árini. Hann fór í annað starv í 1830, og bróðurin Frederik Tillisch kom í amtmansstarvið.

Clara Schumann

Clara Schumann (fødd sum Clara Josephine Wieck 13. september 1819 í Leipzig,

deyð 20. mai 1896 í Frankfurt a.M.)

var týsk tónleikakvinna, ið gjørdist víðagitin klaverleikari og tónaskald í romantiska tíðarskeiðnum.

Hon fekk klaverundirvísing frá faðir sínum, Friedrich Wieck,

sum eisini var lærari hjá Robert Schumann.

Clara Wieck giftist við Robert Schumann í 1840, hóast faðirin hjá Clara als ikki vildi geva loyvi til teirra brúdleyp.

Direct Énergie

Direct Énergie (UCI liðkota: DEN) er eitt professionelt vegkappsúklingarlið ið kappast sum eitt UCI Professional Continental lið í UCI Continental Circuits kappingum, og UCI WorldTour kappingum, tá ið liðið verður boðið við sum eitt wild card. Liðið hevur havt onnur nøvn: Brioches La Boulangère, Bonjour, Bouygues Télécom, Bbox Bouygues Telecom og Europcar.

Føroyska fótbóltsmanslandsliðið

Føroyska A-landsliðið í fótbólti hjá monnum vann fyrsta EM-undankappingardyst sín í Landskrona 12. september 1990, tá Torkil Nielsen skeyt mál móti eysturríkska landsliðnum. Síðani hava úrslitini verið svingandi, sum oftast vinna mótstøðuliðini, men onkrir sigar og javnleikir eru av og á, og sigurin hjá stórum fótbóltstjóðum er onkuntíð sera tepur, sum t.d. tá Føroyar tapti 0-1 á heimavølli móti Italia í 2011. Føroyar fingu limaskap í FIFA í 1988 og UEFA í 1990 og spældu sín fyrsta altjóða landsdyst móti Íslandi hin 24. august 1988, Ísland vann dystin 1-0.Hin 14. november 2014 vunnu Føroyar á útivølli móti Grikkalandi í undankapping til EM í fótbólti. Jóan Símun Edmundsson gjørdi málið. Hin 13. juni 2015 eydnaðist tað enn einaferð fyri føroyska fótbóltslandsliðið at vinna móti Grikkalandi, tá ið Føroyar hevði heimavøll á Tórsvølli. Føroyar vann dystin 2-1, málini hjá Føroyum gjørdu Hallur Hansson og Brandur Olsen. Gott 11 milliónir búgva í Grikkalandi og umleið 49.000 í Føroyum. Grikkaland gjørdist evropameistari í 2004 og luttók í endaspælinum á HM 2014.

Grand Tour

Í vegsúkklukapping, merkir Grand Tour ein av trimum stórum evropeiskum professionellum teinasúkklukappingum: Tour de France, Giro d'Italia og Vuelta a España.

Heðin Zachariasen

Heðin Zachariasen (føddur 13. september 1959 í Hvalvík) er politikari fyri Fólkaflokkin.

Hann var kommunustýrislimur og varaborgarstjóri í Hvalvíkar kommunu 1992–1996 og borgarstjóri har 1997–2004. Tann 1. januar 2005 legði Halvíkar kommuna seg saman við øðrum kommunum í Sunda kommunu, og var Heðin Zachariasen borgarstjóri har 2005-2008. Á kommunustýrisvalinum 2008 stillaði hann ikki uppaftur, men til kommunustýrisvalið í 2012 stillaði hann uppaftur og er aftur borgarstjóri frá 2013.

Heðin Zachariasen var valdur á Løgting 2002-2008 (tó ikki tíðarskeið sum landsstýrismaður), og var hann eykamaður fyri Jørgen Niclasen 2008–2011. Hann var landsstýrismaður í innlendismálum 2007-2008.

Mitchelton-Scott (menn)

Orica-Scott er eitt avstralskt professionelt vegsúkklukappingarlið, ið varð stovnað í januar 2011. Liðið kappast í UCI World Tour.

Niðurlendska fótbóltslandsliðið

Niðurlendska fótbóltslandsliðið umboðar Niðurlond í altjóða fótbólti. Liðið verður stýrt av Koninklijke Nederlandse Voetbalbond (KNVB).

Svend Aage Ellefsen

Svend Aage Højgaard Ellefsen (f. 13. september 1941 í Miðvági) er fyrrverandi reiðari og politikari fyri Fólkaflokkin.

Svend Aage Ellefsen hevur studentsprógv frá 1964 og var hann reiðari í nógv ár.

Svend Aage Ellefsen var bygdaráðslimur í Sandavágs kommunu 1970-74 og 1976-80. Hann var tinglimur 1980-1994, undantikin skeið sum landsstýrismaður, og landsstýrismaður í samferðslu, orku- og umhvørvismálum 1991-1993.

Hann er yngri bróðir Paula Ellefsen, sum var Føroya løgmaður 1981-1985.

Hann hevur fingist við ferðavinnuvirksemi seinastu árini. Hann eigur Hotel Streym í Havn og hevur rikið tað síðan tað varð umvælt í 2006.

Vuelta a España 2015

Vuelta a España 2015 var ein Grand Tour teinasúkklukapping, ið vardi í tríggjar vikur. Kappingin var tann 70. útgávan av Vuelta a España, tað mesta av kappingini var í Spania, meðan tveir teinar fóru fram lutvíst ella fullkomiliga í Andorra. Kappingin var tann 22. í UCI World Tour 2015. Kappingin fevndi um tilsamans 3358,1 km og hevði 21 teinar. Kappingin byrjaði í Marbella hin 22. august 2015 og endaði í Madrid hin 13. september. Fabio Aru (Astana Pro Team), vann kappingina, á øðrumplássi var Joaquim Rodríguez (Team Katusha) og á triðjaplássi var Rafał Majka (Tinkoff-Saxo).

Onnur mál

This page is based on a Wikipedia article written by authors (here).
Text is available under the CC BY-SA 3.0 license; additional terms may apply.
Images, videos and audio are available under their respective licenses.