Útbúgving

Orðið útbúgving verður vanliga nýtt um at fáa sær kunnleika í ávísum yrki og at gerast dugnaligur til ávíst lønt arbeiði. Handilsskúlarnir og teknisku skúlarnir taka sær av vinnulívsútbúgving, t.e. handils-, skrivstovu- og tøkniligari útbúgving. Flestar vinnulívsútbúgvingar skifta millum virkisstarvslæru og frálæru í skúla. Útbúgvingartíðin er vanliga 3-4 ár. Sjóvinnuútbúgvingar fáast í sjómansskúla og fiskivinnuskúla, og maskinútbúgvingar í maskinskúla. Eftir 10. flokk halda mong ung fram á 3-ára studentaskúla ella á 2-ára HF-skeiði. HF er "hægri fyrireiking". Studentar ella HF-næmingar fara ofta á Fróðskaparsetrið ella annan hægri lærustovn at lesa meiri. Lesturin varir vanliga 3-7 ár og endar við próvtøku.

Í 1979 fekk Landsstýrið um hendi at umsita øll føroysk undirvísingarmál, og løgtingslóg um fólkaskúlan kom í gildi 1. august 1979. Lógin sigur m.a., at øll børn í undirvísingarskyldugum eiga ókeypis frálæru í fólkaskúlanum. Foreldrini síggja til, at børn í skúlaaldri fáa frálæru. Frálæra fæst í fólkaskúlanum ella á frískúla. Børn, sum eru skrivað inn í skúla, hava skúlaskyldu, t.e., tey skulu koma í skúlan og fylgja frálæruni. Tey skulu sýna sømiligan atburð og gera skúlasetningin. Skúlin skal geva næmingunum møguleika at ogna sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbering, at stuðla teimum seinni í lívinum.

Annika Olsen

Annika Olsen (fødd 13. mars 1975) er føroyskur politikari, landsstýriskvinna, fyrrverandi býráðslimur og fyrrverandi landsliðs svimjari. Annika Olsen leyp úr býráðspolitikki í Løgtingi í 2008, og í 2014 úr Løgtingi í Tinganes, í sessin sum landsstýrikvinna í innlendismálum. Hetta árið, Annika Olsen hevur verið løgtingslimur, hevur hon verið einasta kvinna í sínum flokki á tingi. Annika er uppvaksin í Vági, hon er dóttir fyrrverandi skúlastjóra Jákup Olsen og Marnu Olsen (fødd Holm). Annika Olsen var landsstýriskvinna í almannamálum og varaløgmaður frá november 2011 til sep. 2015. Hon var landsstýriskvinna í innlendismálum frá 26. september 2008 til november 2011. Annika varð vald á Føroya Løgting til løgtingsvalið í 2008 fyri Fólkaflokkin. Áðrenn Olsen varð vald inn á Føroya Løgting, var hon býráðslimur í Tórshavnar býráð 2004 til 2008. Tá hon sat í býráðnum, var hon m.a. talskvinna fyri at býta landið sundur í bert fýra kommunur. Hon er útbúgvin Cand.mag. í Norðurlendskum bókmentum og máli (høvuðslærugrein) við religión sum síðufak. Hon hevur undirvíst á Føroya Handilsskúla 2001 til 2007 og á Føroya Studentaskúla og HF-Skeiði og á Føroya Læraraskúla 2007 til 2008. Hon var góður svimjari sum barn og ung, hon svam fyri Vágs Svimjifelag, sum nú er lagt saman við Tvøroyrar Svimjifelag til Susvim. Annika svam eisini á føroyska svimji landsliðnum, m.a. til Oyggjaleikirnar í 1989 og 1991. Hon og Jakob Horn eiga tveir synir.

Arabiskt mál

Arabiskt mál (arabiskt; الْعَرَبيّة, al-ʿarabiyyah ella bara عَرَبيْ ʿarabī), er í afroasiatiska málættin, semitiska greinin. Um 206.000.000 fólk tosa okkurt frábrigdi av arabiskum. Hóast standardarabiskt, sum er eitt tillagað frábrigdi av klassiskum arábiskum, er alment mál í arabiskum londum, eru tað vanliga bert fólk við góðari útbúgving, sum duga tað hampiliga væl. Koranin er skrivað á klassiskum arabiskum, sum er átrúnaðarligt mál hjá muslimum. Tað arabiska stavraðið hevur 28 bókstavir og skriftmálið verður skrivað frá høgru til vinstru. Arabiskar dialektir verða talaðar í Norðurafrika (frá Maghreb í Marokko til Egyptaland) og í Miðeystri (frá Palestina/Ísrael til Irak, og úr Sýria til Jemen). Maltesiskt er eisini ein arabisk dialekt. Hóast felagsheitið "arabiskt" (av átrúnaðarligum og politiskum orsøkum) verður brúkt, so er talan "de facto" um fleiri ymiskt "arabisk" mál, har fólk ikki skilja hvønn annan.

Argentina

Argentina (Spanskt: República Argentina) er eitt land í Suðuramerika. Í vestri hevur Argentina mark við Kili, í norðri við Paraguei, Bolivia og Brasil, í eystri við Uruguei. Høvuðsstaður er Buenos Aires, og landið hevur umleið 40 milliónir íbúgvar.

Argentina hevur kravt rættin til Falklandsoyggjar síðan bretar hertóku tær í 1833. Í 1982 gjørdu argentiskar herdeildir innrás á oyggjunum, men vórðu riknar avstað aftur av bretum eftir kríggj í tveir mánaðir.

Bárður á Steig Nielsen

Bárður á Steig Nielsen (føddur 16. apríl 1972 í Vestmanna) er vinnulívsmaður og politikari fyri Sambandsflokkin. Síðan 24. oktober 2015 hevur hann verið formaður Sambandsfloksins.

Hann var fyrstu ferð valdur á ting í 2002, tá hann kom inn á ting fyri Sambandsflokkin, valdur í Norðurstreymoyar valdømi. Hann var afturvaldur í løgtingsetuna 2004-2008, og var landsstýrismaður í fíggjarmálum frá 2004 til 2007, tá hann fór frá, tí hann gjørdist stjóri fyri einari stórari verkætlan sum nevndist Stóratjørn. Orsakað av alheimsfíggjarkreppuni ið gjørdist veruleiki árið eftir, bleiv verkætlanin tó ikki til nakað. Hann stillaði ikki upp til løgtingsvalið 2008, men stillaði upp og var afturvaldur við løgtingsvalið 2011. Síðani 2011 hevur hann verið limur í Løgtingsins fíggjarnevnd.

Bárður Nielsen var grannskoðari hjá P/F Rasmussen og Weihe 1993-2000 og var roknskaparleiðari hjá Kollafjord Pelagic frá 2001. Hann hevur útbúgving sum HD fyrsta part, og hevur tikið nøkur merkonomfak.

Danmark

Danmark er eitt land í Skandinavia í Norðurevropa við 5,75 mió. íbúgvum. Danmark verður saman við Grønlandi og Føroyum nevnt Kongsríki Danmarkar. Danmark hevur mark til Týskland í suðri og er umgirt av fleiri høvum: Norðsjógvurin (Vesterhavet), Skagerrak og Kattegat móti vestri, norði og eysti frá Jútlandi, Kattegat og Eystrasalt norðan og sunnanfyri tær donsku oyggjarnar. Danmark er hálvoyggin Jútland og 443 navngivnar oyggjar og hólmar.

Størsti býurin og høvuðsstaðurin er Keypmannahavn. Miðallívsævin í landinum er 78,13 ár. Høvuðsmálið er danskt. Størsti landspartur i Danmørk er langa, smala nesið, Jútland, sum hevur mark ímóti Norðurtýsklandi. Eystan fyri Jútland er tað, sum eftir er av landinum; næstan fimm hundrað oyggjar, einar hundrað teirra eru bygdar. Danmørk er tað syðsta av Norðurlondum og eitt av slættastu londum í heiminum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (fyrr Hansen, fødd 26. oktober 1963 í Klaksvík) er ein føroyskur politikari (FF) og løgreglukvinna. Eftir student starvaðist hon hjá Postverki Føroya 1983–1985, og eftir tað tók hon útbúgving sum løgreglukvinna.

Eyðgunn Samuelsen

Eyðgunn Jana Samuelsen (fødd Henriksen, 23. mai 1959 i Sørvági) er ein føroyskur lærari og politikari (Javnaðarflokkurin).

Hon tók realprógv frá Sørvágs skúla í 1976 og HF á Føroya Studentaskúli og HF-skeið í 1978. Hon er útbúgvin cand.mag. í samfelagsfrøði og søgu frá Roskilde Universitetscenter frá 1992. Hon hevur starvast sum lærari við tekniska skúlan í Klaksvík síðan 1987, tó ikki frá 2000–2003, tá hon var deildarleiðari á Mentamálaráðnum.

Eyðgunn var nevndarlimur og forkvinna í Sørvágs Ungmannafelag 1974–1978, ráðslimur í Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) í 1981, stýrislimur í Landsfelag Føroyinga í Útbúgving (LFÚ) í 1984, nevndarlimur í Klaksvíkar Húsmóðrafelag í 1985, limur í stýrinum fyri Klaksvíkar sjúkrahús 1990–1992 og limur í Líkningaráðnum 1992–1996.

Hon meldaði seg inn í Javnaðarflokkin í 1988, og hevur verið býráðslimur í Klaksvík síðan 1. januar 1997. Hon hevur verið løgtingslimur síðan 4. februar 2008, og møtti í tíðarskeiðnum 2008–2011 sum varalimur fyri Helenu Dam á Neystabø. Eyðgunn var limur í Løgtingsins fíggjarnevnd frá 2008 og forkvinna í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum síðan 24. februar 2011. Í 2011 varð hon vald beinleiðis inn á Løgtingið.

Føroyar

Føroyar (danskt: Færøerne; 62° norðurbreidd, 7° vesturlongd) eru oyggjaland í Norðuratlantshavi. Føroyar eru partur av Norðurlondum, staddar í Norðurevropa og eru limur í Ríkisfelagsskapinum. Føroya íbúgvar verða nevndir føroyingar, og tungumál føroyinga er føroyskt. Føroyska flaggið verður nevnt Merkið og føroyska skjaldarmerkið ímyndar ein veðr á bláum skjøldri. Oyggjarnar hava egið løgting og egið flagg. Føroyar eru ikki limur í­­ ES, hóast Danmark er.

Føroyar liggja í Norðuratlantshavi, 280 km norðan fyri Hetland, 430 km frá Íslandi og 575 km vestan fyri Noreg. Landið er fjallaland, 18 størri og smærri oyggjar, umleið 1400 km2 til samans. Norður og suður er landið 113 km, og eystur og vestur eru 75 km. Veðurlagið er óstøðugt.

Hin 1. juli 2011 búðu 49.267 fólk í Føroyum . Umleið 19.300 búgva í høvuðsstaðarkommununi, Tórshavn, og uml. 4.700 fólk búgva í næststørsta býnum í Føroyum, sum er Klaksvík. Miðallívsævin í landinum er 80,11 ár . Fiskivinnan er tann týdningarmesta inntøkukeldan í Føroyum, og hon fevnir um 95 % av øllum útflutningi úr Føroyum .

Helena Dam á Neystabø

Helena Dam á Neystabø (fødd 10. desember 1955) er føroyskur politikari. Hon er núverandi politiskt umboð fyri javnaðarflokkin á løgtinginum, og áður hevur hon umboðað Sjálvstýrisflokkin.

Helena Dam á Neystabø hevur nomið útbúgving á fróðskaparsetrinum í Keypmannahavn, og er útbúgvin cand.mag. í týskum og donskum máli og bókmentum, og hevur arbeitt sum studentaskúlalærari 1983-1985, sum fulltrúi á landsfyrisitingini 1985-1987, og á Skúlabókagrunninum frá 1988, harav sum leiðari síðani 1990. Í 2012 varð hon stjóri á Føroya handilsskúla.Helena sat á løgtingi fyri Sjálvsstýrisflokkin frá 1990 til 2002 undantikið tíðarskeiðið hon sat sum landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum 15. mai 1998 til 26. februar 2001. Hon var formaður fyri Sjálvstýrisflokkin 1994-2001. Hon var uttanflokka eitt stutt tíðarskeið um ársskifti 2001-2002, og fór uppí Javnaðarflokkin í februar 2002. Á løgtingsvalinum 2008 var hon vald, og varð hon landsstýriskvinna í løgmálum 4. februar 2008 til 26. september 2008, og síðani í mentamálum fram til landsstýri varð skift í 2011.

Helena Dam á Neystabø er dóttir Atla P. Dam og Ásu Hátún og abbadóttir Petur Mohr Dam.

Hin føroyski fólkaflokkurin

Hin føroyski Fólkaflokkurin (radikalt sjálvstýri) varð stovnaður í 1939. Fólkaflokkurin er ein konservativur flokkur á Løgtingi. HUXA er nevndin hjá fólkafloksungdómi. Fólkaflokkurin er ein borgarligur og afturhaldssinnaður flokkur. Flokkurin vil hækka skattalágmarkið, og betri lánmøguleikar til at fíggja íløgur til umleggingar og útbyggingar av vinnulívi landsins.

Fólkaflokkurin gjørdist limur í felagsskapinum "Alliance of European Conservatives and Reformists" (AECR) í november 2013 .

Rigmor Dam

Rigmor Dam (fødd 18. desember 1971 í Havn) er føroyskur politikari, lærari, blaðkvinna og kunningarráðgevi.

Sirið Stenberg

Sirið Stenberg (fødd 26. mai 1968) er úr Vági og er føroyskur politikari. Hon varð vald á Føroya Løgting fyri Tjóðveldi á Løgtingsvalinum 2011 við 320 atkvøðum. Hon er eisini kommunalpolitikkari, hon varð vald í Vágs Býráð á býráðsvalinum í 2008 og tók sæti har 1. januar 2009. Sirið hevur nomið sær útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur í 1994, sum sjúkrarøktarfrøðingur í neonatalogi í 1998 og sum heilsufrøðingur í 2001. Seinastu árini hevur hon starvast sum heilsusystir í Suðuroynni.

Tjóðveldi

Tjóðveldi varð stovnað á fundi 22. og 23. mai 1948 við navninum Tjóðveldisflokkurin. Flokkurin varð stovnaður av tí at føroyska tjóðveldið ikki varð stovnsett eftir fólkaatkvøðuna 14. september 1946. Hugsjónin er at fólkaræði skal galda í øllum viðurskiftum í føroyska samfelagnum, "politiska, vinnuliga, sosiala og mentanarliga lívi landsins". Flokkurin vil at Føroyar skulu taka lut í altjóða samfelagnum sum sjálvstøðug tjóð við bæði rættindum og skyldum sum aðrar sjálvstøðugar tjóðir. Tjóðveldisflokkurin kom fyrstu ferð á ting í 1950 og hevur verið á tingi síðani. 14. september 2007 broytti flokkurin navn til Tjóðveldi.

Tjóðveldi er ein sosialistiskur flokkur. Tjóðveldi er limur í norðurlendska felagsskapinum NGLA, sum stendur fyri Nordic Green Left Alliance. Síðan fimmtiárini hevur flokkurin støðugt verið millum fýra teir stóru flokkarnar í Føroyum og hevur oftast fingið millum 20 og 24 % av atkvøðunum til løgtingsval.


Tjóðveldisflokkurin varð stovnaður í 1948 sum eitt beinleiðis úrslit av fólkaatkvøðuni í 1946.

Tórshavn

Tórshavn ella Havnin (danskt heiti: Thorshavn) er høvuðsstaður í Føroyum og nógv størsti býurin, hóast hann ivaleyst er ein av heimsins minstu høvuðsstøðum. Í meira enn 1.000 ár hevur Tórshavn verið miðdepil landsins. Men ikki fyrr enn í 1866 varð Tórshavn formliga viðurkendur sum sjálvstýrandi eind, sum veruligur høvuðsstaður. Havnin er ein nútímans, virkin býur við handilslívi, ídnaði og fyrisiting, við skúlum og fjølbroyttum valmøguleikum til víðari útbúgving, við ítrótti og einum blómandi mentanarlívi.

Býurin er bygdur rundan um tvær smáar vágir: Vestaru Vág og Eystaru Vág, sum Tinganes gongur út millum. Havnin er vaksin nógv seinastu hundrað árini. Eins og í nógvum øðrum nútímans stórbýum eru nógv frítíðartilboð, og møguleikarnir at fáa arbeiði ella at nema útbúgving eru betri í Havn enn á bygd. Havnaøkið hevur stóran týdning. Her verður farmur lossaður, og flestu ferðafólkini koma og fara um Havnina. Árliga koma og fara 3.400 skip um Tórshavnar havn, og 680.000 tons fara um bryggjukantin.

Havnin er sjálvur landsins landafrøðiligi miðdepil, og her er landsins tingstaður, sum hann hevur verið í meira enn 1.000 ár. Í Tórshavn og økinum rundanum búgva uml. 20.000 fólk.

Týskland

Samveldislýðveldið Týskland (týskt: Bundesrepublik Deutschland) er eitt land í Miðevropa og er eitt av ríkastu londum í heiminum. Í vestri hevur Týskland mark við Holland, Belgia, Luksemburg og Frakland, í norðri við Danmark, í eystri við Pólland og Kekkia og í suðri við Eysturríki og Sveis. Sjómarkini eru við Norðsjógvin og Eystrasalt. Høvuðsstaður er Berlin, og landið hevur umleið 81 milliónir íbúgvar. Týskland er "grønasta land í heiminum". Tey hava vunnið hendan heiður eftir í 2007 at hava minkað um CO2-útlátið við meira enn nakað annað land í heiminum; 5,6 % har útlátið í heiminum tilsamans vaks við 2,4 %.

Vestmanna

Vestmanna er ein bygd í Føroyum, sum liggur á vestursíðuni av Streymoynni. Vestmanna er eisini ein kommuna. Alt sambandið millum Vágar, og floghavnina í Vágum, og restina av Føroyum gekk fyrr um Vestmanna. Áðrenn undirsjóvartunnilin til Vágarnar kom, var atløgubryggjan í Vestmanna brúkt til ferðasambandi sjóvegis millum Streymoynna og Vágarnar. Í Vestmanna er Fiskivinnuskúli, SEV verk, handlar, matstova, og mangt annað.

Í fólkaskúlanum ganga yvir 200 næmingar. Umframt fólkaskúlan er fiskivinnuskúli í bygdini (Føroya Yrkisskúli fyri Fiskiídnað og Havbúnað), Fiskivinnuskúlin kom í 1987, hann er ein gymnasialur skúli, tvs. at næmingarnir sum ganga har fáa eina miðnámsskúla útbúgving. Á fiskivinnuskúlanum ganga vanliga millum 30 og 40 næmingar. Fiskivinnuskúlin flutti inn í nýggj hølir niðri á bryggjuni í mars 2009. Skúlin er har sum gamla ferjulegan í Vestmanna var fyrr.

Washington DC

Washington, D.C. (alment District of Columbia), ofta eisini bara nevnt Washington, er samveldishøvuðsstaður í Sameindu Statunum, og hevur umleið 632 000 íbúgvar. Hann varð bygdur til høvuðsstað, eftir at landið varð sjálvstøðugt, og stendur beinleiðis undir felagsstjórnini. Hann er vakur býur við prýðiligum bygningum og vakstrargørðum. Býurin Washington breiðir seg út við nógvum grønum blettum. Serliga úti við Hvítu Húsini, stjórnarbygningarnar, Frælsisvarðan og har eru eisini risasøvnini. Vegirnir eru breiðir og beinir. Borgin, sum kongressin kemur saman í, eitur Capitol. Amerikanska kongressin hevur tvey kømur: Umboðsmannatingið og Senatið.

Washington DC varð grundaður 16. juli 1790. Býurin bleiv doyptur Washington 9. septembur 1791 eftir George Washington forseta. Navnið hevur tveir partar: Washington (ein býur) og District of Columbia ella DC. Stjórnin í USA heldur til í Washington DC, har forsetin og húski hansara búgva í Hvítu Húsunum. Her hava teir húsast t.d. George Washington, Thomas Jefferson, Abraham Lincoln, Theodore Roosevelt, John F. Kennedy, Jimmy Carter, Ronald Reagan, Bill Clinton, George W. Bush og Barack H. Obama.

Í 1790-1791 samtykti amerikanska tingið lógirnar at fáa skipað ein høvuðsstað í øllum USA. Men tingið vildi sleppa undan ósemju millum londini um, hvar hann skuldi vera. So tá ið George Washington, forseti, hevði valt økið til høvuðsstaðin, sum varð nevndur eftir honum, fekk býurin og lendið serstøðu í samveldinum; District of Columbia, stytt DC. District of Columbia er tí ikki eitt stakríki í USA.

Fólkið í Washington D.C. hevur valrætt til umboðsmannatingið, men tingmenn teirra hava ikki atkvøðurætt. Høvuðsstaðurin er eitt samveldisøki, og tey ið búgva har hava - mótsett íbúgvunum í teimum 50 statunum – onki umboð við atkvøðurætti í Kongressuni. So tey stríðast fyri at fáa rættindi sum ein statur, uttan at hetta hevur eydnast higartil.

Írland (land)

Írland, (enskt: Ireland, írskt: Éire, ulster skotskt: Airlann) er lýðveldi í Vesturevropa. Landið Írland, ið ikki má mistakast fyri oynna Írland, hevur landamark norðureftir við Norðurírland, ið er partur av Stórabretlandi. Sjómark hevur Írland við Atlantshavið, Írska havið og Ermasund.

Írland hevur sjálvstýri, øvugt Norðurírland, sum er partur av Stóra Bretlandi.

Dublin er høvuðsstaður í Írlandi og aðrir stórir býir er Cork, Limerick, Galway og Waterford.

Ísland

Ísland (íslendskt: Ísland) er heimsins norðasta tjóðveldi. Høvuðsstaður Íslands er Reykjavík, og í Íslandi búgva umleið 350.000 fólk. Av hesum búgva eini 120.000 í Reykjavík. Hægsti staður í Íslandi er tindurin Hvannadalshnúkur, sum er 2109,6 m. Ísland er oyggjarland og oyggin er 108.846 km2, harav 11.800 km2 av oynni er innlandsísur. Gjaldoyra Íslands er íslendsk króna (ISK). Miðallívsævin í landinum er 80 ár. Ísland hevur verið undir norskum og donskum harradømi, til landið í 1944 fekk fullveldi. Ísland var undir norskum stýri í árunum 1262 til 1380 og donskum stýri frá 1380 til 1944.

Íslendskur tjóðardagur er 17. juni. Íslendingar hava valt føðingardag Jóns Sigurðssonar, tjóðarhetju, sum sín tjóðardag.

Óluva Klettskarð

Óluva Klettskarð (fødd 24. juni 1965 í Klaksvík) er ein føroyskur lærari og politikari (Tjóðveldi).

Onnur mál

This page is based on a Wikipedia article written by authors (here).
Text is available under the CC BY-SA 3.0 license; additional terms may apply.
Images, videos and audio are available under their respective licenses.